Makrelurin skal bjóðast út til hægstbjóðandi

Nú skal landsstýrið sum skjótast stovna eina almenna tilfeingisbúð og tað skal vera hon, sum bjóðar føroysku makrelkvotuna fyri í ár út til hægstbjóðandi. Hetta stendur í einum uppskoti, sum Tjóðveldi nú fer at leggja fyri Løgtingið.

Tjóðveldi sigur, at sáttmálaloysi á fiskivinnuøkinum elvir ikki bara til avmarkingar.

- Hetta gevur samstundis føroyingum frælsi til at áseta sær sjálvum eina rættvísa makrelkvotu, sia teir báðir Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi.

Hinvegin kann Tjóðveldi undir ongum umstøðum góðtaka, tað, sum flokkurin kallar eina reint tilvildarliga umsiting av fólksins ogn.

Flokkurin sigur, at fyri føroyska samfelagið eru virðini í hesi fiskiveiði kanska yvir eina milliard og søguligi rætturin hjá fiskiflotanum er at kalla ongin.

- Tí skuldi verið lagamanni at brúkt makrelkvotuna sum fyrimynd í eini roynd, har Føroya fólk, sum eigur tilfeingi, eisini fær sín rímiliga part av ágóðanum.

Tjóðveldi hevur fleiri ferðir skotið upp at stovna eina almenna tilfeingisbúð, ella fiskidagamarknað, men tað hevur ikki undirtøka verið fyri tí.

- Tí skjóta vit nú upp, at løgtingið heitir á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at áseta føroyingum eina rættvísa kvotu av makreli fyri 2011 og at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at hann kann skipa eina almennari Tilfeingisbúð, har til ber at bjóða makrelkvotuni út.

Tjóðveldi sigur, at hetta fer at tryggja, at tey føroysku skip, ið hava møguleika at fáa mest gagn burturúr makreltilfeinginum, sleppa framat og samstundis kann ongin leggja seg omaná kvotur og rættindi.

Tað fer eisini at tryggja, at at tað ikki verður politisk tilvild og lobbyvirksemi, ið ger av, hvussu so stór virðir av ogn Føroya fólks, verður umsitin og býtt, sigur Tjóðveldi.