Í dag hevur Summar Festivalurin avdúkað, at The Dreams verða at hoyra í Klaksvík í summar. The Dreams eru komnir langt uttanlands, og í summar skulu teir spæla 20 útseldar konsertir í Týsklandi. Nýggja fløgan við ensku sangunum hevur slóðað fyri, at The Dreams nú røkka enn longur út í heim. The Dreams koma til Føroya at spæla eina ? og bert eina ? konsert í summar. Hon verður á Summar Festivalinum, har The Dreams hava havt fleiri minniligar framførslur. Langt áðrenn The Dreams fekk gjøgnumbrotið í Danmark, og samstundis gjørdist eitt stórt navn í føroyskum tónleiki, spældu teir á Summar Festivalinum. Potentiali í bólkinum var frá byrjan stórt, og tað er púra vist, at bólkurin hevur ikki rokkið sínari endastatión uttanfyri landoddarnar enn ? og langt frá tí. Í fjør spældu The Dreams eina fantastiska konsert á stóra palli á Summar Festivalinum. Og nú er greitt, at The Dreams spæla á Summar Festivalinum aftur í ár, og teir lova eina rimmar konsert til allar rockelskarar ? nú við fleiri nýggjum sangum eisini.
Hinir bólkarnir, ið skulu spæla á Summar Festivalinum eru, Westlife, Shi-Bi-Dua, Páll Finnur Páll, Grandma?s Basement, Tinganest, Dynamitt, Heini Lutzen, Hanus G. Hansen og Hamferð.
Summar Festivalurin verður í Klaksvík í døgunum frá 5 - 7. august.