Kommunurnar brúka meir enn landið

Tíðin kann verða komin til, at landið setur nøkur mørk á íløgukarmarnar hjá kommununum.

 

Tað var ein av boðskapunum hjá Búskaparráðnum, tá heystfrágreiðingin var løgd fram í dag.

 

Búskaparráðið sigur í frágreiðingini, at skuldarloftið hjá kommununum við einari álíkning, ikki riggar sum fíggjarpolitiskt amboð og tað eggjar ikki í nóg stóran mun til eina miðvísa fíggjarpolitiska planlegging, sigur Búskaparráðið.

 

Í 2017 eru samlaðu landsíløgurnar 544 milliónir, meðan tær í 2018 eru framskrivaðar til 642 milliónir. Sama tíðarskeið eru íløgurnar hjá kommununum 887 milliónir í 2017 og 881 milliónir í 2018.

 

Búskaparráðið hevur fleiri ferðir fyrr mælt til eina nýskipan innan kommunubygnaðin í Føroyum, har mælt hevur verið til færri kommunur, sum virka innan eina ávísan íløgukarm.