Tað er við breiðum meiriluta av Fólkatinginum í rygginum, at Poul Nyrup Rasmussen førir hørðu linjuna móti landsstýrinum.
Fólkatingið samtykti í gjár við stórum meiriluta at taka undir við linjuni hjá stjórnini.
Fólkatingið mælir harumframt stjórnini til at gera eina avtalu um blokkstuðulin fyri næsta ár og tekur undir við, at stjórnin samráðist við landsstýrið um yvirtøkur sambært heimastýrislógini.










