Jørgen Niclasen vil ikki hava fólkapensjón

Hann heldur, at tað er órímiligt at tey, sum hava eina góða pensjón, eisini fáa almenna fólkapensjón

 

Tað er ikki rímiligt, at eg, sum havi forvunnið mær eina góða pensjón, eisini skal fáa eina almenna fólkapensjón.

 

Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum.

 

Løgtingið hevur nú samtykt eina nýggja eftirlønarskipan.

 

Við nýggju pensjónsskipanini, sum kemur í gildi á nýggjárinum, skulu øll, sum arbeiða, spara saman til sína egnu pensjóner.

 

- Endamálið við tí er nettupp at tryggja, at tey, sum onga pensjón hava sjálvi og sum ikki hava havt arbeiðsmøguleikar í lívinum, eisini skulu fáa eina rímiliga pensjón, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann sigur hetta í kjalarvørrinum á, at Meginfelag Teirra Brekaðu hevur átalað, at øll tey, sum fáa fyritíðarpensjón og aðrar almannaveitingar, eru ikki umfatað at skipanini og skulu ikki spara saman til sína egnu eftirløn.

 

Tá ið Løgtingið viðgjørdi eftirlønarskipanina í gjár var eitt sindur av kjaki um, hvør skal hava rætt til eina almenna fólkapensjón.

 

Í hesum sambandi hildu summi, at fólkapensjón er ein rættur, øll skulu hava.

 

Men, sum skilst á landsstýrismanninum í fíggjarmálum, er hann ikki samdur.

 

Sum politikari í nógv ár, hevur hann forvinnið sær ein góða pensjón sjálvur.

 

- Vit vera fleiri, sum koma at hava nokk av pensjón sjálvi og sum vónandi ikki skulu hava úr einum almenna kassa, sigur hann.

 

- Eg veit ikki um tingið heldur, at eg, sum hava forvunnið eina fína pensjón, eisini skal hava fólkapensjón úr Landskassanum, spurdi hann.

 

- Eg haldi ikki at tað er rímiligt, staðfesti Jørgen Niclasen.

 

Tað heldur hann ikki er serliga samhaldsfast.

 

Hann sigur, at skulu tey, sum hava sína egnu pensjón, eisini hava eina almenna fólkapensjón eru ráðini ikki til at uppihalda støðið hjá teimun, sum veruliga treingja.

 

Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi, tók undir við landsstýrismanninum og staðfestir, at endamálið við pensjónsskipanini er, at tey, sum arbeiða, skulu spara saman til sína egnu eftirløn, so at landskassin fær ráð at taka sær av teimum, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum.

 

Eisini Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum stuðlar fólkafloksmonnunum.

 

Hon sigur, at endamálið við nýggju eftirlønarskipanini, er, at tey, sum arbeiða, skulu klára seg við sína egnu pensjón so at landskassin klárar at geva teimum pensjón, sum ikki makta at vera á arbeiðsmarknaðinum.

 

Hendrik Old ávaraði ímóti slíkari tankagongd.

 

Hann er púra vísir í, at tann dagin, summi ikki fáa fólkapensjón, fara tey eisini at seta seg ímóti at rinda skatt og so fáa tey upp aftur størri skattalætta.

 

Hann vísir tvørtur ímóti á, at tað er einki í nýggju eftirlønarskipanini yvirhøvur, sum tryggjar teimum, sum fáa fyritíðarpensjón og øðrsum veikum bólkum, eina pensjón.

 

Samhaldsfastur hugsunarháttur hevði verið at gjørt eina skipan fyri tey fyrst, sigur Hendrik Old.