? Talan er bert um lótir, tá Javnaðarflokkurin sigur seg ynskja at verða verðandi í ríkisfelagsskapinum. Veruleikin er, at Javnaðarflokkurin við arbeiða saman við samgonguni í fullveldismálinum, men ætlanin skal bert hava eitt annað heitið.
Edmund Joensen er ikki sørt argur inn á Javnaðarflokkin eftir tingfundin hósdagin, har uppskot Sambandsfloksins um løgtingslóg um leiðbeinandi fólkaatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari stýrisskipan var til aðru viðgerð og fall. Tað var bert Sambandsflokkurin, ið atkvøddi fyri uppskotinum. Javnaðarflokkurin atkvøddi allur blankt, meðan hinir flokkarnir atkvøddu ímóti uppskotinum.
Væntaðu stuðul frá Javnaðarflokkinum
Formaður Sambandsfloksins sigur, at hann hevði væntað sær stuðul og undirtøku frá Javnaðrflokkinum fyri hesum uppskoti, og tí er hann ógvuliga vónbrotin av, at Javnaðarflokkurin ikki atkvøddi fyri tí.
? Javnaðarflokkurin hevur leingi riðið á tveimum hesum, tá tað um ríkisfelagsskapin ræður. Hann hevur tó leingi meldað út, at hann ynskir at vera verandi í ríkisfelagsskapinum, men hetta eru bert lótir, fyri at tekkjast teimum, sum eru ímóti fullveldisætlanini.
Edmund Joensen ásannar, at Sambandsflokkurin nú er einsamallur um at verja ríkisfelagsskapin. Javnaðarflokkurin hevur, eftir hansara tykki svikið, tá hann ikki hirdi at atkvøða fyri uppskotinum um at lata fólkið tala í fullveldismálinum.
Fólkaræðið sviki
Sambandsflokkurin heldur, at tað var upplagt, at fólkið slapp at gera greitt gjøgnum eina fólkaatkvøðu, um vit skulu hava eina nýmótansgerð av heimastýrislógini ella loysing.
Men nú er staðfest, at eingin fólkaatkvøða kemur upp á tal áðrenn samgongan fer til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu viðurskifti Føroya. Landsstýrið hevur fingið heimild frá einum meiriluta í løgtinginum til at samráðast við donsku stjórnina um ríkisrættarligu viðurskifti okkara, og somuleiðis hevur landsstýrið fingið heimild frá løgtinginum til at seta eina grundlógarnevnd at arbeiða við uppskoti til grundlóg fyri Føroyar.
Hetta heldur Edmund Joensen vera at seta fólkaræðið til viks. Hann vísir á, at um rætt varð atborið, áttu tvey løgting við vali ímillum at samtykt loysing frá Danmark, um tað er tað, føroyingar ynskja.
Edmund Joensen vísir eisini á, at skulu vit hava fullveldi, krevst ein stórur meiriluti av fólkinum at vera fyri hesum. Hann vísir á, at í Íslandi vóru nærum hundrað prosent av landsins íbúgvum fyri teirra fullveldisætlan, meðan hetta ikki er galdandi í Føroyum. Tí heldur hann, at vit áttu at hildið eina leiðbeinandi fólkaatkvøðu í Føroyum, so finnast kann út av, um meirilutin av fólkinum er fyri at gera broytingar í heimastýrisskipanini, ella um meirilutin av føroya fólki ynskir at loysa frá Danmark.
? Eg haldi tað vera betur fyri fólkaræðið at hava eina fólkaatkvøðu ov nógv enn eina ov lítið. Og vit hava havt alt ov fáar. Vit hava havt tvær um rúsdrekkalóg, eina í 1946 og síðani skulu vit hava eina um semjuna, sum samgongan fer at gera við donsku stjórnina.
Edmund sigur at enda, at hann ikki vil siga, hvussu stóran meiriluta hann krevur, fyri, at fullveldisætlanin skal vera fólkaræðislig, men hann stendur fast við, at hann skal vera væl omanfyri tey fimti prosentini.