Fótbóltur
Nigel Clough er 42 ára gamal, føddur 19. mars í 1966. Hansara besta tíð sum yrkisspælari var í Nottingham Forrest, tá pápin, Brian Clough vandi felagið. Árini 1984-1993 spældi Nigel Clough 317 dystir fyri Nottingham Forrest, og skoraði hann 102 mál í hesum 317 dystunum.
Tað eydnaðist honum at vinna Liga Cup kappingini saman við Forrest tvey fylgjandi ár, í 1989 og í 1990. Í 1991 tapti hann FA Cup finaluna saman við Forrest ímóti Tottenham. Tað var tann minniliga finalan, tá Paul Gascoigne bleiv skaddur, aftaná eina sinnissvaka takling. Nigel Clough spældi við Liverpool, árini 1993-1996, har tað bleiv til 7 mál í 39 dystum. Árini 1996-1998 spældi Nigel Clough við Manchester City, har tað bleiv til 4 mál í 39 dystum. Kappingarárið 1996-1997 var hann aftur í Nottingham Forrest, men her bleiv tað bert til eitt mál í 13 dystum.
Nigel Clough spældi 14 landsdystir fyri Ongland, millum 1989 og 1993, men skoraði einki mál fyri land sítt. Hann spældi eisini 18 U-21 og B-landsdystir. Í teimum eydnaðist tað honum at skora 4 mál.
Spælandi venjari
Í 1998 bleiv hann spælandi venjari hjá Burton Albion í ensku 6. deild. Nigel Clough hevur spælt 300 dystir fyri Burton, og skorað 16 mál í teimum. Men seinastu 3 árini hevur tað verið langt ímillum, at Nigel Clough hevur verið á vøllinum. Tað eydnaðist Nigel Clough og Burton at vinna sær sætið í 5. deild, kappingarárið 2001-2002.
Nigel Clough hevur soleiðis havt 11 ár í venjarastólinum í Burton. Mest minniligi dysturin var í FA Cup kappingini, har tað eydnaðist Burton Albion at noyða Manchester United út í ein umdyst fyri einum góðum ári síðani. Men tá minti Nigel Clough á hvussu skjótt tað gongur í fótbóltsheiminum. Alex Ferguson var tann einasti venjarin, sum var eftir frá tíðini, tá pápi hansara, Brian Clough var venjari.
Stór uppgáva
Nú stendur so stóra uppgávan fyri framman. Nigel skal venja Derby, sum pápin vandi árini 1967-1973. Fyri Derby-viðhaldsfólk er Brian Clough ein tann størsta hetjan, sum nakrantíð hevur livað. Tað verður ongantíð gloymt, at hann førdi Derby til teirra fyrsta meistaraheitið í 1972. Fólk í Derby tosa um stórliðið í 1970-unum, sum var tað nakað, sum var hent ígjár.
Nigel Clough ætlar sær sjálvur avgjørt ikki at taka frástøðu frá pápa sínum, men virðismetir alt tað góða, sum pápin hevur gjørt fyri Derby. Men júst tí sonurin fer at ganga í fótasporum pápa síns, so hevur eitt metstórt tað av fjølmiðlafólkum leita sær til Pride Park fyri at fáa prát við sonin hjá venjaralegenduni. Á ymiskum veggum hanga eisini myndir av Brian Clough, sum minna á teir góðu, gomlu dagarnar í 1970-unum.
Tá Derby og Manchester United spældu fyrru hálvfinaluna í Liga Cup kappingini í farnu viku, var eisini nógv afturhvarv kring vøllin. Mong Derby-viðhaldsfólk høvdu turrikløð og bannarar við andlitsmyndum av Brian Clough, fyri at fagna soninum, sum nú skal venja eitt lið úr næstbestu deildini. Og tá Derby so eisini vann dystin ímóti risunum úr Manchester, so mundi fagnaðarin ongan enda fingið.
Gleðir seg
Nigel Clough gleðir seg til ta stóru uppgávuna.
- Eg kenni hetta felagið frá A til Z. Hetta felagið hevur altíð havt eina serstaka støðu í mínum hjarta, og í hjørtunum hjá øllum í okkara familju. Og eg eri sannførdur um, at hetta er eitt av teimum mest spennandi størvunum innan fótbóltsheimin.
Starvið í Derby verður bara annað starvið hjá Nigel Clough, sum hevur vant Burton Albion í nærum 11 ár. Formaðurin í Derby, Adam Pearson er sannførdur um, at starvssetanin av Nigel Clough, er ein starvssetan, sum fer at halda í fleiri ár: Eg eri sannførdur um, at Nigel er tann rætti maðurin, men hann vil gjarna seta síni egni fingramerki á felagið. Hann hevur longu tosað um eina 10-ára ætlan. Vit ætla at hava tol við honum, men vit eru vissir í, at hann fer beinavegin at hava eina jaliga ávirkan á liðið. Hann hevur eina veruliga persónsmensku. Hann er harður, men rættvísur, og eg vænti, at hann fer at verða væl grundaður í venjingini av spælarum, sum hesum.
Fáir pengar
Fáir pengar eru tøkir, og verður Nigel Clough tí noyddur at arbeiða við tí hópinum hann hevur nú. Hópurin er stórt sæð tann sami, sum flutti úr Premier League í fjør, og setti met við bara at fáa 11 stig av 114 møguligum.
Nigel Clough roynir at tóna niður, at hann ikki hevur so nakrar royndir, sum venjari á so høgum støði: Spælireglarnir eru teir somu, óansæð deild. Tað sum vit hava roynt at gjørt tey seinastu 10 árini, og hátturin vit eru uppaldir í ávísum feløgum, tað fer at síggjast aftur í venjingunum her. Nigel Clough ætlar sær framvegis at røkja familjulívið, sjálvt um hann fyri fyrstu ferð tekur eitt heiltíðarstarv, sum fótbóltsvenjari.
-Eg og kona mín fara at royna at finna eina javnvág í dagliga lívinum. Tí konan, og bæði børnini eru tey týdningarmiklastu fólkini í míni verð. Tað fer eingin starvssetan at broyta.