Veðrið í dag og sunnudagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norði og kavaælingur, men eisini sólglottar og hitalagið millum frostmarkið og 4 kuldastig. Veðrið mánadagin: Yvirhøvur stívt [...] í hvassan vind millum eystan og norðan og eitt skifti nógv kavaavfall. Hitin um frostmarkið. Veðrið týsdagin og mikudagin: Fyrst upp í ein strúk av norði , kavaælingur og niður í eini 2 kuldastig. Mikudagin [...] strúkur í vindi av útsynningi og lýggjari við regni ella mjørka. Hitin kemur upp í 4 til 7 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 950 hPa. yvir Suður-Finlandi fer í landsynning og grynnist. Køld luft rekur framvegis
Føroya Tele. Fyrst gekk ein storur partur av mótaldunum fyri. Hetta gjørdi, at bert ein avmarkaður partur av felagunum sluppu at tænastuni. Síðani skuldu allir felagar hava nýtt loyniorð, og bræv varð sent [...] upprunaliga loyniorðið nýtast til at lesa postin. Vit takka viðskiftafólkunum fyri stórt tolsemi og og vóna, at vit eru komin um teir størstu trupulleikarnar. Hava felagar trupulleikar, eru teir vælkomnir [...] sent út, men tíverri vórðu brøvini send sum B-postur og vórðu tí ikki borin út tann dagin, lýst varð í Út-varpinum. Hetta gjørdi sjálvsagt, at ein stórur partur av felagunum vendi sær til Føroya Tele fyri
bókagávu um føroyska list. Millum annað bókina um Ingálv av Reyni. Framsýningin var fyrst í Reykjavík á Kjarvalstaðið og er nú á Akureyri. 13 føroysk listafólk eru umboðað. Astrid Andreasen, Zacharias Heinesen [...] Ingálvur av Reyni, Kári Sveinsson og Tita Vinter. Rithøvundurin Gunnar Hoydl hevur í sýningarskránni hugleiðing um føroyska list. Sagt verður, at sýningin er umboðandi og at her er møguleiki at síggja nakað [...] Framsýningin "Føroysk Nútíðarlist" sæst nú í Akureyri. 23. januar byrjaði sýningin og heldur hon fram til 28. februar. Í samband við sýningina handaði Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, savnstjóranum
broyttar í mínum hugaheimi og eisini mín máti at hugsa uppá. Heimurin er vorðin størri, lívið er ikki so svart og hvítt longur, - tað eru so øgiliga nógvir tónar millum tað svarta og hvíta. - At vága ella at [...] farvæl, vit hava nógvar vinir haryviri og tá ið vit komu í lufthavnina stóð ein rúgva av fólki og heilsaðu okkum farvæl. Soleiðis knýta vit bond alla staðni. Og eg rokni við, at vit fáa nógvar vinir í [...] við, hvat gongur fyri seg í Asia og so havi eg eisini roynt at fylgt við, hvat hendir heima í Føroyum. Og tá ið eg so komi umborð á skip spyr manningin um tíðindi. Og so havi eg fortalt. - Sjómenn fyrr
tað sum tær siga og meina hevur minni týdning og virði enn tað sum menn siga. Hetta kemur av, at virðir og normar í okkara samfelag eru í rættiliga stóran mun ásett og stýrd av monnum og eru tilevnað út [...] teirra hugaheimi. Og tá ræður um sum kvinna at halda fast við síni mál og virði og til tað krevst dirvi og eitt stórt sjálvsvirði. - Kvinnur kunnu sjálvandi læra nógv av monnum eins og menn kunnu læra av [...] samstarvi, tænastu og samskifti millum fólk - innan handil og umsiting eins og innan umsorgar-, viðgerðar- og heilsuverkið. Gunnleyg Durhuus hevur certifikat sum NLP Master Practioner og er undir víðari útbúgving
landsverkfrøðingarnar, Niclas Andreassen og Mikkjal Helmsdal. Framtíðin óviss Nú stovnurin kann hátíðarhalda sín fimti ára stovningardag, og landsstýrismaðurin og Vinnumálastýrið um somu tíð hava tikið stig [...] er sjálvsagt, og eg má siga tað bart út, at eg skilji einki av tí, sum er farið fram nú í seinastuni. Eg havi roynt at hugsað um, hvat býr undir, og kann bert koma til eina niðurstøðu, og hon er, at her [...] overilet?. Hevði nakað verið fyrireikað áðrenn, og ein verulig ætlan varð gjørd, so kundi ein kanska betur skilt tað, sum er hent, men fyrst at kappa høvdið av og aftaná at spyrja, hvat man kann gera, tað ljóðar
kirkjum, samkomum og einstøkum kristnum styðjaðu tiltakið í bøn og við gávum. Við endan á oktober 1995 vóru umleið 30.000 svarkort komin inn og meira enn 3.500 samvirkandi kirkjur og samkomur tóku sær [...] tær ymisku kirkjurnar og samkomurnar var avbera gott og hevur broytt tað andaliga veðurlagið í hesum londum. Men enn er henda visiónin ikki fullførd. Næsta stigið er USA og Canada og í september 1999 standa [...] einari møtirøð, var troyttur og tørvaði hvíld. Men um kvøldið talaði Gud til mín og vísti mær eitt kort yvir Evropa, Amerika, Norðuramerika, allan tann russiska heimspartin og Kina. Net við fínum meskum
kr. Eins og hesar eigur eisini nýggja vaktar- og bjargingarskipið at vera við í eini almennari íløguraðfesting hjá landsstýrinum, so vit fyrst og fremst sleppa undan eini yvirupphiting - og somuleiðis [...] verður spurt um. Og nú hevur so tjóðveldiskvinnan Anita á Fríðriksmørk tikið málið niðan í tingið, og hevur sett fiskivinnumálaráðharranum nakrar spurningar viðvíkjandi nýggja vaktarskipinum, og hon spyr, hvat [...] til vaktar- og bjargingarskipið vóru so høg í mun til tað, sum sett var av á fíggjarlógini? Eisini vil hon hava at vita, um stýrisbólkurin (settur av landsstýrinum) og fyritøkan Kverndokk og Eldoy (sum
undir krígnum og hesin leikurin er skrivaður eftir kríggið og er møguliga merktur av hesum. Tað er ymiskt í leikinum, ið bendir á tað, og nøvnini á teimum báðum smágentunum, Adolfina og Hermina, beina [...] , heldur at umrøða og hugleiða. Tað er helst ov vágiligt og órættvíst at "geva karakter" eftir fyrstu sýning og kanska tað als ikki er tørvur á tí heldur. Fyri at taka pallin fyrst, so hevur Barbara í [...] men tað lata vit liggja. Pallur og búnar eru í svørtum og hvítum og her tykist mær, at skorðið er so væl inn á bein, at einki óneyðugt er eftir. At alt er í svørtum og hvítum fær eisini áskoðaran, kanska
tá liðið kom í kreppu, skoraði hon fyrst til 20-16 og so aftur tað seinasta og avgerandi málið í dystinum. Stór frøi á vestmenningum eftir ein dyst við bæði láturi og gráti, har StÍF enn einaferð kom á [...] náddi honum. Royndi StÍF-málverjin misti høvdið í eitt sekund og helt Nikolinu, væl uttanfyri málteigin. Jákup Sverri og Hugo vóru eirindaleysir, og restina av dystinum mátti StÍF spæla við bert einum málverja [...] fullkomiliga í óvit, bæði Ioana og Jacklin vórðu tiknar úr spælinum, og so líðandi sum StÍF nærkaðist, fór at standa á gomlum nøglum hjá ungu VÍF-spælarunum. 19-11 bleiv til 19-16, og StÍF-viðhaldsfólkini, sum