Uppringda sambandið til Olivant

Rættiligt rok hevur verið í sambandi við broytingarnar, sum eru farnar fram við uppringda sambandinum til internettænastuna hjá Føroya Tele.

Rættiligt rok hevur verið í sambandi við broytingarnar, sum eru farnar fram við uppringda sambandinum til internettænastuna hjá Føroya Tele.

Fyrst gekk ein storur partur av mótaldunum fyri. Hetta gjørdi, at bert ein avmarkaður partur av felagunum sluppu at tænastuni. Síðani skuldu allir felagar hava nýtt loyniorð, og bræv varð sent út, men tíverri vórðu brøvini send sum B-postur og vórðu tí ikki borin út tann dagin, lýst varð í Út-varpinum. Hetta gjørdi sjálvsagt, at ein stórur partur av felagunum vendi sær til Føroya Tele fyri at fáa nýggja loynitalið. Her hendi tað stóra mistakið. Ein partur av teimum, sum ringdu, varð biðin um gamla loyniorðið, áðrenn tað nýggja varð flýggjað út. Men síðan varð størri manning sett á, og tá hendi tað, at biðið varð ikki um gamla loyniorðið áðrenn nýggja varð útflýggjað. Hetta var sera óheppið, tí at gjørligt varð hjá óviðkomandi at knýta seg at skipanini við navninum hjá øðrum felaga. Hetta var skeivt atborið, og umbera vit hetta mangar ferðir.

Skaðin er tó væntandi ikki tann stóri, tá ongin hevur havt møguleikar fyri at lesa postin hjá øðrum, uttan so at felagin sjálvur hevur latið loyniorðið frá sær. Gjørligt hevur bert verið at knýta seg at skipanini, soleiðis at nýtslan er komin upp á internetrokningina hjá øðrum felaga. Gjald verður ikki kravt fyri nýtslu, meðan lagt verður um, frá mánadegnum 1. februar til leygardagin 6. februar 1999. Hetta ger, at ein felagi ikki kemur at gjalda fyri møguliga misnýtslu, um viðkomandi broytir loyniorðið hjá sær.

Trygdin í sambandi við uppringda sambandið til Internetið er tengd at tí, at brúkarin broytir loyniorðið beinanvegin, tað er komið honum í hendi. Á hendan hátt tryggjar felagin sær, at eingin annar kennir loyniorðið, heldur ikki starvsfólkini á Internetdeildini á Føroya Tele. Føroya Tele heitir tí á allar internetfelagar um at fara inn á www.olivant.fo og broyta loyniorðið skjótast gjørligt.

Tað er ein sannroynd, at teir flestu felagarnir ikki broyta loyniorðið hjá sær, hóast tað er ábyrgdin hjá tí einstaka. Fyri at bøta um hendan trupulleika er tí gjørt av, at fyrstu ferð ein felagi knýtir seg at skipanini, verður viðkomandi biðin um at broyta loyniorðið, so bert viðkomandi sjálvur kennir tað.

Vart verður gjørt við, at felagin hevur tvey loyniorð, eitt til tilknýti og eitt til postin. Hesi skulu broytast hvørt sær. Loyniorðið til postin verður broyt tá www.olivant./fo/broyt.htm . Verður hetta ikki broytt, skal upprunaliga loyniorðið nýtast til at lesa postin.

Vit takka viðskiftafólkunum fyri stórt tolsemi og og vóna, at vit eru komin um teir størstu trupulleikarnar. Hava felagar trupulleikar, eru teir vælkomnir at venda sær til Internetdeildina á Føroya Tele.


Føroya Tele