Menniskju hava altíð verið upptikin av, hvussu veruleikin verður ávirkaður av hugsanum. Hvussu tað sum hendir í lívinum á ein ella annan hátt er úrslit av tí, sum hendir í sinninum. Og júst hetta er orsøkin til, at Gunnleyg Durhuus, sum annars í tjúgu ár hevur virkað sum arkitektur, harav tey seinastu 11 árini sum landsarkitektur í landsstýrinum, fyri nøkrum fáum árum síðani fór í holt við at kunna seg nærri um NLP. Síðani seinasta heyst hevur hon verið í farloyvi frá starvinum í landsstýrinum.
- Bæði starvið sum landsarkitektur og sum NLP-ráðgevi hava tað til felags, at tey hava við samskifti at gera. Orsøkin til, at eg fór í gongd við at lesa NLP var starvið í landsstýrinum. Har hevði eg rættiliga nógv við fólk at gera, - ráðgevar, handverkarar, politikarar, starvsfólk í umsitingini og almennar stovnar annars. Eg havi ofta í tí sambandi sett mær spurningin, hvat er tað sum ger, at vit hava so ymiska fatan av teirri somu verkætlanini ella sakini. At summi fólk duga sera væl at fáa síni mál ígjøgnum og verða góðtikin, meðan onnur hava trupult við at koma ígjøgnum við sínum. Hetta hevur alt nakað at gera við, hvussu tú ber tað fram, sum tú vilt siga.
- Kropsmálið hevur ógvuliga stóran týdning og sigur ótilvitað sera nógv um, hvussu tú hevur tað. Fólk kunnu siga eitt við munninum meðan kroppurin sigur og vísir nakað annað. Tá fært tú ein varhuga av, at eitthvørt er sum tað ikki eigur at vera. Varhugin ella tað tú kennir á tær skalt tú ikki skúgva til viks, tí mínar royndir eru, at jú meiri tú arbeiðir í samsvari við tí, tú kennir á tær, jú betri fært tú tað. Tú skalt í veruleikanum lurta eftir tær sjálvum.
- Í uppvøkstrinum læra vit ikki at lurta eftir okkara ³fornemmilsum², tí sum vit kenna á okkum. Við øðrum orðum læra vit ofta, at okkara ³fornemmilsir² passa ikki. Eru foreldrini ósamd og skeldast, og barnið spyr, hvat bagir, men fær at vita, at alt er sum tað skal vera, verður tað ótrygt, tí tað hevur ein varhuga av, at eitthvørt er galið. So fer barnið at fantasera eitt ella annað óveruligt og kanska óhugnaligt, sum kann elva til ein ótta í barninum og ávirka framtíðina. Hevði barnið ístaðin fingið at vita, at okkurt er galið, men tað verður í lagi aftur, hevði tað verðið meiri róligt og havt álit á sínum kenslum. Kroppurin sigur frá, við at verða spentur ella sjúkur, tá ið tú ikki lurtar eftir tær sjálvum, sigur Gunnleyg Durhuus.
Hví hevur tað týdning fyri teg at arbeiða sum NLP-ráðgevi?
- Tað gevur mær nógv persónliga, tí eg veit, at eg geri nakað, ið hevur veruligan týdning. Tað er ein fragd fyri meg at uppliva, at fólk fáa tað betri. Soleiðis havi eg tað eisini, tá ið havi skeið, har eg upplivi at fólk eru glað fyri ta vitan tey fáa og kunnu brúka hana bæði heima og á arbeiðsplássinum. Eg havi ikki altíð dugað nóg væl at seta mørk. Arbeiðið í landsstýrinum tók ofta alt ov nógv av mínum gerandisdegi og frítíð. Eg havi havt lyndi til at taka á meg ov stóra ábyrgd sjálvt um eg í síðsta enda ikki hevði avgerðarrættin. Eg tók alt ov ofta arbeiði við mær heim og brúkti kvøldini til at kanna eftir, um alt nú var soleiðis sum tað skuldi. Nú havi eg lært at seta mørk og veit, hvat eg kann bjóða mær sjálvari.
Tín egni eydnusmiður
Hornasteinurin í NLP er at vit kunnu skapa tað lívið vit ynskja. At vit kunnu læra okkum at verða tilvitað um, hvussu okkara tankar ávirka tað sum vit gera. Hvussu tankarnir hanga saman við tí tú sigur, gert og ert. Tankar, orð og kropsmál hanga saman. Vit gera okkum myndir av, hvat fer at henda um vit gera hetta ella hatta, og mátin sum vit ímynda okkum hetta, hevur ávirkan á, hvussu vit hava tað. Men vit gera okkum ikki far um hetta. Skalt tú til dømis halda eina røðu so ávirkar tann myndin sum tú sært teg sjálva, - svímar tú, stamar tú, stara fólkini at tær og so framvegis - hvussu tær eydnast at bera hesa røðuna fram. Tí kunnu vit sjálv skapa okkum eina góða mynd framman fyri okkum og harvið fáa eitt gott úrslit.
- Vit hava øll dreymar og ætlanir um, hvat vit vilja í lívinum. Tað sum drívur okkum fram ímóti málinum er okkara virði, tað sum hevur týdning fyri okkum, sum t.d. tryggleiki, frælsi, virðing. Tað hevði týdning fyri meg á sinni at fáa útbúgving sum arkitektur, tí eg altíð havi havt hug at tekna og mær dámdi væl matematik og fysik. Eg vildi hava eina útbúgving, sum hevði nakað við hetta at gera. Samstundis vildi eg tryggja mær, at eg kundi hava eitt arbeiði, har eg kundi tjena mær mínar egnu pengar, og so vildi eg verða sjálvstøðug og klára meg sjálv fíggjarliga. Eg fekk øll ynskini uppfylt, sum høvdu týdning fyri meg tá. At eg fór í holt við NLP-útbúgvingina var tí, at eg vildi verða betri til at gera tað, eg longu gjørdi, betri til at frambera tingini, at samráðast og eisini at fáa tað betri sjálv.
- Fyrst tá eg fór í holt við NLP-útbúgvingina skilti eg, hví vit fata alt so ymiskt. Vit hava øll ymiskar uppfatanir, tí vit hava øll havt ymiskan uppvøkstur, ymisk virðir og ymiskar sannføringar um, hvat vit kunnu og ikki kunnu. Harafturat kann man eisini siga, at vit hoyra til ymiskar persónsbólkar, sum hava ymiskan tankabygnað ella hugsunarhátt, sigur Gunnleyg Durhuus.
Ymiskar viðgerðir
Síðani Gunnleyg Durhuus fekk sær útbúgving sum NLP-ráðgevi hevur hon havt viðtalu í hugnaligum viðgerðarhølum á Norðasta Horni í Havn.
Umframt viðtalu hevur Gunnleyg Durhuus skeið fyri arbeiðsplássum og bólkum í eitt nú samskifti, samstarv og persónligari menning.
- Í skeiðnum í samskifti arbeiða vit við, hvussu vit samskifta, og hvussu vit kunnu broyta samskiftið soleiðis, at vit hava tað betri og fáa betri samband við hvønn annan, sigur Gunnleyg Durhuus.
Í hesum sambandi arbeiðir hon nógv við málbrúkinum, hvussu vit kunnu vera meiri góðtakandi og søkjandi, tá ið vit spyrja og ikki ákærandi, ið er rættiliga vanligt. Eisini gevur Gunnleyg Durhuus Kranio-Sakral-viðgerð, sum er ein fysisk viðgerð, ið er ein avbalansering av sentral nervaskipanini og sum fær kroppin til at slappa av.
- Við at kroppurin fær tað betri fært tú tað eisini betri. Sjúkueyðkenni sum strongd, høvuðpína, svøvnloysi og nógv annað ber til at loysa upp fyri við at fara ígjøgnum eina slíka viðgerð. Kranio-Sakral-viðgerðin hóskar sera væl saman við NLP-terapiini, sigur Gunnleyg Durhuus.
Í løtuni fyrireikar hon eitt vikuskiftisskeið, sum verður í komandi mánaði. Tá kemur Jack Makani, ið síðani 1990 hevur havt NLP-skeið víða hvar í heiminum, til Føroya at hava skeið í persónligari menning. Skeiðið er um, hvussu vit kunnu skapa okkum tað lívið vit ynskja, hvussu vit kunnu fokusera á tey málini, vit seta okkum og hvussu vit kunnu tryggja okkum, at tey málini eru í samsvari við tað, sum innast inni er rætt fyri okkum. Eisini ber til á skeiðnum at finna út av, um tað er nakað í tær, sum mótarbeiðir tínum málum og hvussu hetta kann broytast.
- NLP er sera væl egnað til arbeiðspláss, tí tá verður arbeitt við nøkrum teknikkum sum kunnu loysa trupulleikar, geva nýggj hugskot og sum eisini eru mennandi fyri tann einstaka. Tað snýr seg í grundini um, hvussu vit náa tey mál vit seta okkum, hvørji virði eru týdningarmikil hjá virkinum ella stovninum, og hvørjar forðingarnar eru fyri, at málið kann røkkast. Tey sum hava lætt við at gjøgnumføra síni mál, dreymir og ynski hava ofta eina klára mynd av tí tey ætla, tí tey síggja ikki forðingar á vegnum sum ómøguligar at vinna á. Hinvegin taka tey forðingarnar sum eina avbjóðing. Tað kann jú eisini vera, at tað er tín sannføring, ið skapar forðingar. Hóast myndin ikki er so einføld kunnu vit siga, at tey ið hugsa positivt og hava eina positiva lívsáskoðan, røkka lættari málinum, tey seta, enn tey ið hugsa negativt og stara seg blind á forðingarnar.
- Fólkini, ið koma til mín hava trupulleikar av ymiskum slag, t.d. ótta, vantandi sjálvsvirði, samlívstrupulleikar, framtíðarætlanir og tað eru fólk í øllum aldri og av báðum kynum. Skulu fólk í holt við eitthvørt nýtt og ókent, eitt nú í eitt nýtt arbeiði ella undir eina nýggja útbúgving og tey stúra fyri tí, kunnu tey liva tað ígjøgnum í viðtaluni, har vit ganga ígjøgnum hesa myndina tey hava. Ofta síggja fólk ikki málið fyri forðingum. Hinvegin lítisgeri eg ikki veruligar forðingar, men eg hjálpi fólki at finna ein útveg, sigur Gunnleyg Durhuus.
Vit hava ov lítla virðing fyri hvør øðrum
Fólk samskifta ymiskt. Føroyingar tosa sínámillum øðrvísi enn eitt nú danir, ið vit plaga at leggja undir at tosa meiri enn vit. Men Gunnleyg Durhuus meinar ikki, at vit duga verri at samskifta enn onnur fólk. At samskifta er ikki bara at tosa, tað er eisini at lurta.
- Vit síggja ofta í føroyskum kjaksendingum í sjónvarpinum, at samskiftið millum persónar, sum eru ósamdir um eitthvørt, er heilt út av lagi. Tað er heilt vanligt at síggja, at fólk vanta virðing fyri hvør øðrum og meiningunum hjá hvør øðrum. Tað er í lagi, at vit eru ósamd, men vit eiga at virða meiningina hjá hvør øðrum, tí hevur tú virðing fyri øðrum hevur tú samstundis virðing fyri tíni egnu meining. Vit síggja í kjaksendingum, at partarnir ístaðin fyri at lurta eftir hvør øðrum, leggja hinum partinum orð í munnin og eru púra fastlæstir í teirra egnu meining. Tá meti eg, at tað er av týdningi hjá vertinum í sendingini at fara aftur um meiningina hjá pørtunum og spyrja, hvat tað er sum ger, at partarnir nú hava meiningina teir hava, og hvørji virði liggja aftanfyri. Annað ið eisini ofta hendir í politiska orðaskiftinum í Føroyum er, at politikararnir fara eftir persóninum í staðin fyri eftir málinum. Teir høvdu vunnið nógv um teir brúktu meira grundleggjandi treytir og viðurskifti, ið gera seg galdandi í sínámillum gevandi samskifti, sigur Gunnleyg Durhuus.
Stórur kvinnutrupulleiki
Samskifta kvinnur og menn sum kyn eisini ymiskt?
- Ja, eg haldi, at kvinnur eru meiri varnar at koma fram við síni meining enn menn eru. Tað hevur týdning at kenna sítt egna sjálvsvirði og vita við sær sjálvum, at tað sum eg sigi hevur líka stóran týdning sum tað ið onnur siga. Eg upplivi hetta sum ein stóran kvinnutrupulleika, tí kvinnur eru so vanar við, at tað sum tær siga og meina hevur minni týdning og virði enn tað sum menn siga. Hetta kemur av, at virðir og normar í okkara samfelag eru í rættiliga stóran mun ásett og stýrd av monnum og eru tilevnað út frá teirra sjónarhorni. Tá ið t.d. kvinnur koma á ting, har jú nógv fleiri menn sita enn kvinnur, verða tær konfronteraðar við tað sum hevur týdning fyri menn út frá teirra hugaheimi. Og tá ræður um sum kvinna at halda fast við síni mál og virði og til tað krevst dirvi og eitt stórt sjálvsvirði.
- Kvinnur kunnu sjálvandi læra nógv av monnum eins og menn kunnu læra av kvinnum. Tað er rættiliga vanligt, at kvinnur, tá ið tær søkja starv, krevja av sær sjálvari at tær lúka øll krøvini í sambandi við starvið fult og heilt. Meðan menn bjóða seg fram uttan at himprast hóast teir ikki lúka allar treytirnar. Tá eigur kvinnan at gera sær greitt, at hevur hon veruliga hug til hetta starvið og hon hevur útbúgvingina, ið krevst, kann hon gera seg galdandi.
Samfelag okkara er lítið og tað kemst ikki uttan um, at fólk aftra seg við at uppsøkja ein ráðgeva og leggja øll kort á borðið.
- Hava fólk ikki hug at tosa beinleiðis um trupulleikarnar, nýtast tey ikki tað. NLP-ráðgevingin er soleiðis háttað, at eg kann væl leiða tey ígjøgnum eina prosess uttan at tey siga mær, hvat veruliga liggur til grund fyri trupulleikan, og tað er ein av fyrimununum við NLP, at fólk kunnu koma ígjøgnum eina prosess og fáa hjálp uttan at tey verða noydd at avdúka ov nógv um seg sjálvan. Men tað er sjálvsagt lættari hjá mær at hjálpa teimum um tey siga mær, hvat tey meina trupulleikin er. Men tað eri ikki eg, sum sigi, hvat er rættast og best fyri hvønn einstakan. Tað eru tey sum gera arbeiðið sjálvi. Eg vísi teimum ein máta at gera tað uppá, so tey fáa tað betri, sigur Gunnleyg Durhuus at enda í viðtali.
Hvat er NLP
NLP stendur fyri Neuro Lingvistisk Psykologi. Hetta er ein nútímans sálarfrøði, ið stendur av eini ørgrynnu av amboðum, ið kunnu brúkast til at skapa broytingar. Grundarlagið undir menningini av NLP er, at tveir amerikumenn, Richard Bandler og John Grinder, fóru undir at granska dugnalig fólk, fyri at finna út av og læra víðari, hvussu hesi gera fyri at røkka málinum. Fyri at kunna gera tað máttu stovnararnir gera ein greiningarhátt, sum lýsir, hvat hendir, tá ið fólk hugsa. Tað vil siga, hvussu okkara innara samskifti er. Hvussu vit skapa okkara tankar og hvønn týdning okkara tankar hava fyri okkara kenslur og ikki minst fyri okkara gerðir.
Við at læra um NLP lærir ein eisini at skilja seg sjálvan og onnur fólk, og ein lærir, at tað er møguligt at broyta fastlæstar hugsunarhættir og inngrónar sannføringar um, hvat ein er førur fyri. Tað ber til at broyta teir við at uppliva teir uppá ein annan máta og úr einum øðrum sjónarhorni.
NLP verður brúkt alla staðni, har tørvur er á góðum samstarvi, tænastu og samskifti millum fólk - innan handil og umsiting eins og innan umsorgar-, viðgerðar- og heilsuverkið. Gunnleyg Durhuus hevur certifikat sum NLP Master Practioner og er undir víðari útbúgving sum NLP-venjari.