Vit eru rík og tit verða ikki gloymd

Gamla Daman er komin til býin og vert er at vitja innan nýggju karmarnar í Sjónleikarhúsinum.

Innihaldið er, hóast skemtiligt, tragiskt og setur moralinum spurningar. Men tað stuttliga við hesum frálíku tveimum tímunum er, at ein sleppur ikki undan at lata hugan reika heim á klettarnar.

Nú Sjónleikarhúsið hevur fingið nýggjar karmar, fegnast nevndin um aftur at kunna hýsa einum stórum leiki. Havnar Sjónleikarfelag framførir nú leikin "Tann gamla daman kemur til býin", og heili 28 leikandi eru við, umframt hjálparfólk handan tjaldið.

Og hetta er ein stórur leikur. Tann kendasti hjá Friedrich Dürrenmatt (1921 - 1990), ið var sveisiskur høvundur. Upprunaheitið er " Der Besuch der alten Dame" og er hann skrivaður í 1956. Leikurin gjørdi høvundan heimskendan.

Elin Súsanna Jacobsen, ið hevur týtt leikin, sigur m.a. í leikskránni, at høvundurin valdi at nevna leikir sínar komediur. Men evnini eru tragisk. Tað tragiska verður sett í komiskt høpi, so tað kann skelka áskoðaran, men ikki vekja samkenslu. Hann vildi hava teir at hugsa um tað, ið teir heldur vilja sleppa undan at hugsa um.

Dürrenmatt skrivaði undir krígnum og hesin leikurin er skrivaður eftir kríggið og er møguliga merktur av hesum. Tað er ymiskt í leikinum, ið bendir á tað, og nøvnini á teimum báðum smágentunum, Adolfina og Hermina, beina hugan ávísa leið.

Tað góða við leikinum er júst, at hann fær áskoðaran at hugsa, men á ein hátt, har ein varðveitir fjarstøðuna, tí høvundurin júst spælir uppá tað komiska og groteska.

Leygarkvøldið frumsýndi Havnar Sjónleikarfelag leikin. 28 leikarar á palli í meira enn 2 tímar. Tað sigur seg sjálvt, at her er talan um nakað serstakt.

Og hóast talan er um stóran leik, ið vil hava áskoðaran at taka støðu, hugsa, so er hann ikki so tungur, tvørligur ella innviklaður, at ein ikki fær fylgt við.

Tað er gamla daman, ið kemur aftur til býin, ið hon mátti rýma frá sum ung, tí hon var komin í óføri. Var vorðin við barn og pápin sigst vera Alfred Ill, ið nú er keypmaður.

Gamla daman er sera rík, eftir fleiri hjúnarløg, og hon skal bjarga illa fyrikomna býnum, men hon setir treytir. Krevur rættvísi.


Umrøða

Nú var ætlanin ikki at ummæla beinleiðis, heldur at umrøða og hugleiða. Tað er helst ov vágiligt og órættvíst at "geva karakter" eftir fyrstu sýning og kanska tað als ikki er tørvur á tí heldur.

Fyri at taka pallin fyrst, so hevur Barbara í Gongini við hepnari hond staðið fyri palli og búnum. Sera einfalt og væl úr hondum greitt.

Á pallbotninum er hvítt lørift, har litleysar ella bláligar ljósmyndir síggjast. Landsløg, óføroysk, og myndir av koyribreytum, ið hvørva í sjónarringinum.

Og hóast tað er alt vanligari, so er tað ein øðrvísi og løtt kensla, at tjaldið er frá alla tíðina, sum um tað ikki var har. Ein freistast at gera heldur djarvar tulkingar um jarntjaldið, ið jú ikki er fyri eyguni at fáa greiðu á, men tað lata vit liggja.

Pallur og búnar eru í svørtum og hvítum og her tykist mær, at skorðið er so væl inn á bein, at einki óneyðugt er eftir. At alt er í svørtum og hvítum fær eisini áskoðaran, kanska uttan at hann veit tað, at hugsa eini 40 - 50 ár aftureftir, tí so ávirkað eru nútíðarmenniskju helst av sjónvarpi og fjølmiðlum annars, at svart/hvíta ávirkanin av sær sjálvum setir hugan aftur í tíðina, tá alt var svart og hvítt. Bæði so og so.

Og myndirnar, koyribreytin. Gamla daman, sum á ungum árum mátti taka leiðina út í heim. Út, har vegurin hvarv í sjónarringinum. Hvaðar førir vegurin. Er hetta kanska vegurin frá heimbygdini og út í heim, tað ókenda. Ella vegurin til rættvísi?

Og bláa ljósið. Blátt er kalt. Blátt umboðar eisini sorg og tunglyndi. Og at aðrir litir, t.d. reytt, koma á pallbotnin, sum leikurin gongur, tað er eisini við til at leiðbeina áskoðaran. Uttan tó at seta honum greiðar varðar. Hann sleppur sjálvur at hugsa.

Skal nakað sigast, ið hjá summum mundi kennast óheppi, so var tað annars frálíka hugskotið við at hava gomlu dámuna sitandi uppi á balkongini. Hetta gjørdi tíverri, at tey, ið sótu beint niðanfyri, ikki sóu, hvat gekk fyri seg uppi yvir teimum. Men, sjálvandi, ein hoyrdi hvat varð sagt, og møguliga er ikki neyðugt at síggja júst hetta, men eg giti, at tey, ið ikki sóu, fegin vildu sæð.


Frumsýning

Frumsýningin leygarkvøldið var fyrsta sýning, so ein eigur at bera yvir við, at ein í byrjanini ikki hoyrdi okkurt orð, tí tær annars frálíku ljóðeffektirnar vóru nakað hart frá. Hin vegin eydnaðist til fulnar, har hetta var meiningin. T.d. við uppgjørdu móttøkuna av damuni. Lærarin stjórnaði blandaðum kóri, men einki hoyrdist fyri tokinum.

At leikararnir í støðum tóktust heldur trilvandi og ivandi um, hvar í orðahópinum teir vóru, tað kann henda við frumframførslur, har eisini nervar og slíkt gera seg galdandi. Tað verður neyvan ein varandi trupulleiki. Og tað er jú ikki smávegis at minnast til, skal ein standa yvir 2 tímar á palli.

Áhugavert og hugaligt at síggja leikarar á palli, ið eru gamlir í garði í Sjónleikarhúsinum og í sjónleiki sum heild. Rós til teirra. Eisini áhugavert at síggja tey, ið kanska ikki eru so von at standa á palli. Marner Simonsen sum jarnbreytarstjóri. Og Petur Dahl, ið kom væl frá sínum leikluti. Sama kann sigast um Aase Lützhöft Dunn í høvuðsleiklutinum sum gamla daman. Mong munnu fegnast um, at tað eydnaðist at fáa hana við, so áskoðarin aftur kann síggja hana á palli, tí tað eru skjótt mong ár síðani, at hon seinast var at síggja á palli. Tað mundi vera í seksti árunum, havi eg latið mær sagt. Og hon gjørdi "Come Back"!.

Jógvan Ósa í hinum høvuðsleiklutinum kom einastandandi væl frá sínum leikluti. Frálíkt. Sama kann sigast um hinar leikararnar. Jógvan Salomon Joensen, Jón Thorsteinsson og Johan Dalsgaard. Somuleiðis Tóri í Hoyvík og Arnold Eyvindson. Vónleyst er at nevna øll 28, men øll gjørdu sítt til, at meira enn 2 tímar ikki tóktust drúgvir, heldur hinvegin. Frálíkt avrik.

Nú er tað so, at hetta er stórur leikur við nógvum leikarum og her eigur leikstjórin, Laura Joensen, at fáa rós. Tað má hava verið stór uppgáva at fáa alt at hanga saman. Men tað hevur hon megnað.

Mundi gloymt týðingina. Hugsaði ongantíð um nakað hesum viðvíkjandi, so tað má metast positivt. Væl úr hondum greitt.


Heimlig viðurskifti

Fall kanska í ummælaragrøvina eina løtu, men velji tó at royna at halda meg til at kalla hetta umrøðu og hugleiðing.

Eins og Dürrenmatt valdi at kalla leikir sínar komediu, hóast tragiska innihaldið, so er helst gjørligt at kalla hetta umrøðu, hóast ein í umrøðu ikki kemur utanum at nærkast ummæli.

Og innihaldið er, hóast skemtiligt, tragiskt og setir moralinum spurningar. Men tað stuttliga við hesum frálíku tveimum tímunum er, at ein sleppur ikki undan at lata hugan reika heim á klettarnar.

Tá gamla daman hevur givið íbúgvunum í blóðfátæka býnum vónir um nógvan pening, eina milliard, so byrja øll at keypa upp á borg. Alt verður keypt og sjálvt presturin viðgongur, at eisini kirkjuklokkan er nýggj.

Lærarin sigur einaferð, tá tvístøðan um tilboðið - pengarnir - frá gomlu damuni og moralin nærkast eini avgerð, at " vit eru ikki fátøk, men gloymd". Hann vísir á, at bygdin í undirgrundini eigur bæði olju og málm. Her liggur væl fyri at samanbera við føroysk viðurskifti.


Verd at vitja

Skal ein taka samanum, so má sannast, at leikararnir prógvaðu leygarkvøldið, at vit eru ikki fátøk. Vit eiga ríkidømi í fólki, ið kann geva okkum ríkar løtur. Og tey verða ikki gloymd. Hvør tann, ið leitar sær innan nýggju karmarnar í Sjónleikarhúsinum at vitja Gomlu Damuna, fær eina ríka løtu. Og góðs heim við, ið vert er at hugsa um.

Hetta er ein av teimum stóru leikunum, eitt av teimum stóru avrikunum í føroyskum sjónleiki. Nú, tá leikararnir eru komnir um byrjanarmark, skapa teir óivað ein av varðunum í føroyskum sjónleiki.

Áhugavert, hugkveikjandi, skemtiligt. Frálíkt.

Orðini eru mong, men tøkk eiga tey, ið hava lagt og framvegis leggja orku í hetta avrik.

Sjónleikarhúsið er avgjørt vert eina vitjan í hesum døgum. Gamla daman er komin til býin og hon er verd at vitja.