Beint eftir midnátt rendi ein bilur á ein seyð á Heltnini, á Oyndarfjarðavegnum. Eingin fólkaskaði var.
Klokkan 03.15 var løgreglan boðsend til eitt dansistað, har ein persónur var til ampa fyri onnur. Av tí at hann var harðligur, fekk hann størru bótina fyri brot á skilhaldsreglarnar.
Um áttatíðina gjáramorgunin fór alarmurin í gongd á Apotekinum í Havn. Talan var tó um ein tekniskan feil.