Herverk á sjey bilar í Havn

Onkur hevur gjørdi seg um vikuskiftið inn á sjey bilar í miðbýnum í Havn

Sum løgreglan greiddi frá gjáramorgunin, so høvdu tey fingið fráboðanir um herverk á fleiri bilar. Tað vísir seg nú, at talan er um sjey bilar, sum herverk er framt á. Og í øllum førunum er tað stungið hol á dekk, so hjól eru punkterað. Eitt dekk á hvørjum av teimum sjey bilunum.

Í seks av førunum eru tilburðirnir meldaðir til løgregluna, í einum føri kom løgreglan fram á ein punkteraðan bil.

Vaktleiðarin sigur, at herverkið er framt á bilar, har tríggir stóðu í Bøgøtu, ein í Tróndargøtu, ein í Jákups Nolsøesgøtu, ein í Magnus Heinasonargøtu og ein á Landavegnum.

Løgreglan veit ikki enn, hvør ið hevur framt herverkið, men vil fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava lagt merki til eitthvørt leygarkvøldið ella sunnunáttina á hesum støðum.