Seint í gjár fór eitt flutningsflogfar út av breytini í Hongkong. Hendingin fór fram í altjóða floghavnini, sum liggur á oynni, Chek Lap Kok.
Sambært ávísini, South China Morning Post, rakti flogfarið, sum var í ferð við at lenda, eitt akfar, sum endaði á sjónum.
Tveir menn, sum vóru í akfarinum, lótu lív.
Hin eini maðurin varð staðfestur deyður, tá hann var fingin upp úr sjónum, og hin varð fluttur á sjúkrahús, har hann varð staðfestur deyður.
Sagt verður, at flogfarið megnaði ikki at steðga á breytini, men endað á sjónum og fór í tvey.
Fýra fólk vóru í flutningsflogfarinum, men sambært útlendskum miðlum fingu tey ikki álvarsligar løstir.
Lagt verður aftrat, at flogfarið varð leasað frá turkiska flogfelagnum, ACT Airlines.
Sambært Flightradar var ferðin 90 kilometrar um tíman, tá flogfarið fór út av breytini og endaði á sjónum.
Tað er ógreitt, hví flutningsflogfarið ikki megnaði at steðga, skriva útlendskir miðlar í morgun.
##med2##
##med3##