Íløgurnar hjá tíalmenna mugu raðfestast

Soleiðis fingu tingfólk ta fatan, at ætlanin kom at kosta uml. 63 mió. kr. fyri landskassan; men nú tá avtornar, og tilboðini eru komin inn, síggja vit, at landskassin má av við 118 mió. kr., um skipið verður bygt í Føroyum og 93 mió. kr., um skipið verður bygt í Noregi, vísir Anita á Fríðriksmørk m.a. á í fyrispurningi sínum til fiskimálaráðharran

Ólavur í Beiti


Í fleiri førum er fiskivinnumálaráðharrin, Jørgen Niclasen, boðsendur at koma til fundar bæði í samgonguni og eisini av Tjóðveldisflokkinum um hetta mál, men hvørja ferð hevur tingmanning tjóðveldisfloksins verið so illa mannað at gjørligt hevur ikki verið at havt nakran fund og sostatt kunnað tjóðveldislimir um hetta mál, sum nú verður spurt um.

Og nú hevur so tjóðveldiskvinnan Anita á Fríðriksmørk tikið málið niðan í tingið, og hevur sett fiskivinnumálaráðharranum nakrar spurningar viðvíkjandi nýggja vaktarskipinum, og hon spyr, hvat landsstýrismaðurin heldur, kann vera orsøkin til, at tilboðini til vaktar- og bjargingarskipið vóru so høg í mun til tað, sum sett var av á fíggjarlógini? Eisini vil hon hava at vita, um stýrisbólkurin (settur av landsstýrinum) og fyritøkan Kverndokk og Eldoy (sum gjørdu ítøkiligu spesifikatiónina), fingu boð um, at spesifikatiónin skuldi vera so mikið realistisk, at tilboðini kundu halda seg til ávísar fíggjarkarmar, um so er, hvørjar?

Og hon vil hava at vita, um ætlanin við byggingini av skipinum er ein liður í eini heildarætlan fyri vaktar- og bjargingartænastu við Føroyar? Hvørji krøv verða sett til vaktar- og bjargingartænastu í sambandi við fullveldisætlanina? Hvørji krøv verða sett til vaktar- og bjargingartænastu í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu? Hvørji krøv verða sett til eina framtíðar tyrlutænastu fyri Føroyar? Er ætlanin við byggingini av skipinum ein liður í eini íløguraðfesting hjá landsstýrinum?


Misvísandi

Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Anita á Fríðriksmørk, at tá ið fíggjarlógin fyri 1999 var til viðgerðar, var m.a. nýtt vaktarskip á skránni, har síggja vit, at játtaðar eru: 17 mió. kr. fyri 1998, 23 mió. kr. fyri 1999 og 23 mió kr. fyri ár 2000.

? Soleiðis fingu tingfólk ta fatan, at ætlanin kom at kosta uml. 63 mió. kr. fyri landskassan; men nú tá avtornar, og tilboðini eru komin inn, síggja vit, at landskassin má av við 118 mió. kr., um skipið verður bygt í Føroyum (tá er vanligi meirikostnaðurin ikki tikin við til endaligu byggingina), og 93 mió. kr., um skipið verður bygt í Noregi.

? Tað hevur ligið á ljóði, at betri er at byggja skipið í Noregi, tí har er tað bíligari og skjótari, men um landsstýrið kann leggja skipið í eina raðfesting fyri almennar íløgur, sum liggja fyri framman, og harumframt kann gera eina heildarætlan fyri vaktar- og bjargingarøkið, so eri eg vís í, at tað skjótt verður komið til ta niðurstøðu, at tað loysir seg ferfalt at gera skipið her heima, sigur Anita á Fríðriksmørk.


Raðfesting

Og tjóðveldiskvinnan vil eisini hava at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á vaktar- og bjargingarøkinum, nú vit stevna móti fullveldi; eru nøkur krøv har, sum skulu lúkast fyri t.d. at verja suverenitetin yvir land- og sjóøkið? Hvørji krøv seta vit okkum/verða sett okkum, og hvørjir samstarvsmøguleikar eru við størri oljufyritøkur til eina møguliga oljuvinnu? Viðvíkjandi tyrlutænastuni kenna vit ta ótryggu støðu, sum føroyingar eru í, eingin veit, nær vit missa verandi avtalu, tí eigur tyrlutænastan at vera ein liður í eini møguligari tilbúgvingarætlan.

? Við raðfesting av almennum íløgum verður hugsað um tær stóru íløguætlanir, sum landsstýrið hevur fyri framman; m.a. stendur Strandferðslan framman fyri íløgur fyri góðar 800 mió. kr. Eins og hesar eigur eisini nýggja vaktar- og bjargingarskipið at vera við í eini almennari íløguraðfesting hjá landsstýrinum, so vit fyrst og fremst sleppa undan eini yvirupphiting - og somuleiðis fyri at útnytta møguleikan at drýggja búskaparvøksturin - ein drýggjan, sum átti at verið møgulig aftaná góð búskaparár.

? Tað er rætt, at íløgur eru neyðugar, bæði hjá kommunum og hjá landinum, og óivað hjá tí privata eisini. Men íløgurnar hjá tí almenna mugu raðfestast soleiðis, at ein ætlan er, sum sigur, í hvørji raðfylgju íløgurnar verða gjørdar! sigur Anita á Fríðriksmørk í viðmerkingunum til fyrispurning sín.