Niclasen hevur havt pumpur standandi á bryggjuni í sambandi við Timburhandilin, men tá kundi tú bert fáa bensin í dagtímunum, og hetta hevur verið nakað lítið. Í 1996 keypti so Handilsvirkið Niclasen Kaffistovuna [...] Kaffistovuna og tá vórðu samráðingar tiknar upp við Statoil um at fáa eina statoilstøð í Sørvági. 1 mió kr Handilsvirkið hevur klárgjørt økið og Statoil hevur leverað útbúnaðin. Tríggir 15.000 litur tangar [...] eru lagdir niður, og samlaða íløgan liggur um 1 mió. kr. Hvørki Shell ella Statoil hava bensingoymslu í Vágum, so bensin má koyrast vestur antin av Skálafjørðinum ella úr Havn, har goymslur eru. Føroysku
skifti á Com-Data í Gøtu. Í 1993 fór hann Niðuraftur. Hann var eitt ár á handilsskúla, og tók 2 ár seinni prógv í donsku útbúgvingini informatikassistent í miðjútska býnum, Skive. Í fyrsta umfari fer Uni [...] partur av býarmyndini í Tórshavn, er farin í nýtt starv. Uni hevur seinastu tíðina verið á Blindastovninum í høvuðsstaðnum, har hann hevur tikið sær av ymiskum arbeiði og frálæru í teldutøkni, men mánamorgun [...] mánamorgun byrjaði hann í móttøkuni í Norðurlandhúsinum. Í oktober 1990, stutt eftir at tað gjørdist Una greitt, at hann ikki fekk sjónina aftur, fór hann á blindainstituttið í Danmørk. Har lærdi hann hitt
á vitjan í Føroyum. Hann er væl kendur í Føroyum og millum føroyingar mettur sum sannur Føroyavinur frá tíðini hann var landsstýrisformaður í Grønlandi. Hann tapti so móti Lars Emil Johansen í valinum um [...] landsstýrisrmaðurin Jonathan Motzfeldt kemur á almenna vitjan í Føroyum í seinnu helvt av november mánað. Tað var Edmund Joensen, løgmaður, sum fyrr í ár beyð táverandi landsstýrisformanninum Lars Emil Johansen [...] um formanssessin í flokkinum og mátti taka til takkar við sessinum sum tingmaður og sum landstingformaður. Sosialurin skilur, at nógv fer at verða gjørt burtur úr vitjanini hjá Jonathan Motzfeldt. Spurningar
er púra einki í hasum - hatta havi eg als ikki hoyrt. So avgjørdur var Bergur í Garði, tá Sosialurin spurdi, um leysatíðindini vóru sonn sum søgdu, at hann er tann »rætti« nýggi stjórin í Føroya størsta [...] vit í dag (týsdag) aftur spurdu Sverra Hansen, segði hann enn einaferð, at tað fór at vera kunngjørt í einum tíðindaskrivi. Men enn er einki tíðindaskriv komið. Vit kunnu tí bert gita, at nevndin í Føroya [...] Útvarpið visti at siga í kvøld, at Jákup Mørkøre ikki sjálvur hevði sagt upp, men at hann var koyrdur úr starvi. Vit kunnu sostætt bert staðfesta, at tað ikki verður Bergur í Garði, sum verður nýggi stjórin
Seinastu seks vikurnar hava Sosialurin og Kular Røtur skipað fyri kapping. Lepar hava verið í bløðunum tvær ferðir um vikuna hesa tíðina, og við at senda hesar inn, ber til at taka lut í stóru kappingini. Hø [...] Trøllapæturi. Leygardagin skulu teir 31 vinnararnir so finnast, og tað verður Trøllapætur, sum kemur í Miðlahúsið at vita, hvør hevur vunnið. Hartil verða Nósi og Kular Røtur eisini at síggja, og møguleiki [...] hevur biðið hana um at koma til Havnar við sær, tí hann torir so illa avstað einsamallur. Tiltakið í Miðlahúsinum verður kl. 14 leygardagin, og tá kunnu øll børn - stór sum smá - leggja leiðina framvið
blíð, tá Sosialurin var á vitjan í døgurðatímanum í gjár. Tey prátaðu um leyst og fast, og undirritaði varð eisini boðin at fáa sær pylsur ella búffar. Sum heild var hetta ein sera hugnaligur dagur í Eik, [...] Ein av fyritøkunum, sum hugnaði sær úti í sólini henda góða sólskinsdag, var Eik úti við Strond. Vanligar dagar kunnu tey eta í kantinuni á staðnum. Har fáa tey døgurða hvønn týsdag og hósdag, meðan tey [...] matskráin hjá kokkunum tó nakað øðrvísi. Tær vóru farnar út í tún niðanfyri bygningin at grilla, og tá arbeiðsfólki fór til døgurða, gekk leiðin út í tún, har tey fingu grillaðar pylsur og grillaðar búffar
Sosialurin hevur fingið eina heilsan úr Tansania. Heilsanin er frá Anne-Lene og Petur O. K. Olofson, fyrrverandi prestahjúnini í Fuglafirði. Tey búgva nú í Mbeya, sum er ein av teimum størru býunum við [...] við at síggja búmerkið hjá Mærsk, ta so kendu stjørnina, og tá leita tankar okkara norðureftir. Men í dag hvukku vit rættuliga við, tá Anne-Lena brádliga sá, at har var ein lastbilur við eini bingju við [...] Tey royndu at fregnast nærri, men tá bilførarin ikki var til staðar, so funnu tey ikki útav, hvat var í bingjuni men tey halda, at hann var á veg til Zambia. Um onkur veit meira at siga um hetta, sigið endiliga
FLAGGDAGURIN Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Tað var Malan Marnersdóttir, sum aftaná flaggdagsrøðuna á Vaglinum í Havn legði fram eitt flagg, har allir partarnir í danska kongaríkinum vóru umboðaðir [...] Og orðaskiftið er farið í gongd, tí Annita á Fríðríksmørk úr Tjóðveldisflokkinum heldur ikki, at veruleikin sæst aftur í nýggja flagginum. - Um mann vil súmbolisera veruleikan í einum slíkum flaggi, so [...] flaggið upp í eitt horn, og so latið restina vera Dannebrog. Hetta ístaðin fyri at latast sum um, at vit eru javnbjóðis partar í einum ríkisfelagsskapi, sigur Annita á Fríðríksmørk, sum situr í grundlógarnevndini
vikum síðani visti Sosialurin at siga, at samstarvið millum Hondbóltssamband Føroya og táverandi landsliðsvenjaran hjá monnum, danan Lars Nedergaard, var komið at enda. Formaðurin í HSF, Eivind Jacobsen [...] lýst í føroysku miðlunum, so alt bendir á, at tað verður ein føroyingur, ið kemur at standa á odda fyri føroyska manslandsliðnum næstu árini. Ein av landsliðsleikarunum, Heini Hanusarson, segði í tí sambandi [...] at hava danan sum venjara, og tí vóru partarnir komnir ásamt um at enda samstarvið. Eingi krøv sett Í starvslýsingini hjá HSF stendur stutt og greitt, at hondbóltssambandið søkir eftir landsliðsvenjara
Gøtustevna í Gøtu. Tó var ikki so nógv fólk at síggja í bygdini tann dagin Sosialurin trillaði framvið. Men vit hittu tvær smágentur, sum koma úr Havn. Tær halda summarfrí hjá ommuni, sum býr í Syðrugøtu [...] hon fer kanska avstað í dag, sigur hon og peikar á hina fittu gentuna. Tær báðar sita niðri við sandin og hyggja meðan ein gravimaskina gravar og gert klárt. Tá Hanna og Marjun eru í Gøtu plaga tær at vera [...] onkrar aðrar gentur í bygdini. Tær nevna onkrar við navni, Elspu, Margunn og Heidi. ? Onkuntíð keði eg meg eitt sindur, flennir Hanna. ? Tað er alíkavæl eitt sindur betri at vera í Havn. Hanna sigur, at