Hin blíðskortaði, Uni Rasmussen, ið leiðandi blindahund sín, Lottu, er vorðin partur av býarmyndini í Tórshavn, er farin í nýtt starv. Uni hevur seinastu tíðina verið á Blindastovninum í høvuðsstaðnum, har hann hevur tikið sær av ymiskum arbeiði og frálæru í teldutøkni, men mánamorgun byrjaði hann í móttøkuni í Norðurlandhúsinum.
Í oktober 1990, stutt eftir at tað gjørdist Una greitt, at hann ikki fekk sjónina aftur, fór hann á blindainstituttið í Danmørk. Har lærdi hann hitt mest grundleggjandi, sum knýtt er at gerandisdegnum hjá einum blindum, ið ætlar at liva eitt sjálvstøðugt lív.
Hann kom seinni heim aftur til Føroya, og arbeiddi eitt stutt skifti á Com-Data í Gøtu. Í 1993 fór hann Niðuraftur. Hann var eitt ár á handilsskúla, og tók 2 ár seinni prógv í donsku útbúgvingini informatikassistent í miðjútska býnum, Skive.
Í fyrsta umfari fer Uni Rasmussen at avgreiða telefonboð og standa fyri søluni við diskin. Teldutøknin fer seinni at leggjast afturat ábyrgdarøkinum hjá 30 ára gamla søldfirðinginum. Sosialurin ynskir Una og Norðurlandahúsinum tillukku.