Summarfrí í Gøtu

Syðrugøta: Um vikuskiftið verður Gøtustevna í Gøtu. Tó var ikki so nógv fólk at síggja í bygdini tann dagin Sosialurin trillaði framvið. Men vit hittu tvær smágentur, sum koma úr Havn. Tær halda summarfrí hjá ommuni, sum býr í Syðrugøtu.
? Eg eri og vitji ommu mína, sigur Hanna, sum er 8 ár. ? Eg kom fríggjadagin, og eg fari kanska heim sunnudagin. Marjun kom ikki fyrr enn sunnudagin og hon fer kanska avstað í dag, sigur hon og peikar á hina fittu gentuna. Tær báðar sita niðri við sandin og hyggja meðan ein gravimaskina gravar og gert klárt.
Tá Hanna og Marjun eru í Gøtu plaga tær at vera á spæliplássinum og á sandinum. Eisini plaga tær at spæla við onkrar aðrar gentur í bygdini. Tær nevna onkrar við navni, Elspu, Margunn og Heidi.
? Onkuntíð keði eg meg eitt sindur, flennir Hanna. ? Tað er alíkavæl eitt sindur betri at vera í Havn.
Hanna sigur, at hon plagar at vera í Gøtu hvørt summar og vitja ommuna, meðan Marjun plagar eisini at vera á Sandi og í Kollafirði.