Eik grillaði í góðveðrinum

Vit kunnu als ikki reypa okkum av at hava havt serliga gott veður í ár. Ein regndagur fyri og annar eftir hevur verið gerandisdagur her á landi síðstu tíðina, men í gjár kagaði sólin endiliga fram aftur. Ikki nokk við at hon bert kagaði fram. Hon skein oman og niðan kring alt landið, og fleiri fólk og fyritøkur valdu at nýta ein part av degnum úti í góðveðrinum.

Ein av fyritøkunum, sum hugnaði sær úti í sólini henda góða sólskinsdag, var Eik úti við Strond. Vanligar dagar kunnu tey eta í kantinuni á staðnum. Har fáa tey døgurða hvønn týsdag og hósdag, meðan tey kunnu fáa sær salat og annað hinar dagarnar. Hetta syrgja kokkarnir á staðnum fyri.

Henda dagin var matskráin hjá kokkunum tó nakað øðrvísi. Tær vóru farnar út í tún niðanfyri bygningin at grilla, og tá arbeiðsfólki fór til døgurða, gekk leiðin út í tún, har tey fingu grillaðar pylsur og grillaðar búffar við øllum tí, sum har til hoyrir.

Arbeiðsfólkini á Eik vóru sera blíð, tá Sosialurin var á vitjan í døgurðatímanum í gjár. Tey prátaðu um leyst og fast, og undirritaði varð eisini boðin at fáa sær pylsur ella búffar.

Sum heild var hetta ein sera hugnaligur dagur í Eik, og eingin ivi var um, at arbeiðsfólki dámdi hesa matskránni, sum tey fingu bjóðað henda vakra summardagin. Pylsur og búffar var tó ikki tað einasta, sum tey fingu henda dagin. Seinni um dagin fingu tey ís til dessert.