Lýst verður eftir landsliðsvenjara í hondbólti

Herfyri setti Hondbóltsamband Føroya lýsing í bløðini, har søkt verður eftir nýggjum venjara til føroyska manslandsliðið

Fyri nøkrum vikum síðani visti Sosialurin at siga, at samstarvið millum Hondbóltssamband Føroya og táverandi landsliðsvenjaran hjá monnum, danan Lars Nedergaard, var komið at enda. Formaðurin í HSF, Eivind Jacobsen, segði tá, at fíggjarligu umstøðurnar vóru ikki til at hava danan sum venjara, og tí vóru partarnir komnir ásamt um at enda samstarvið.

Eingi krøv sett
Í starvslýsingini hjá HSF stendur stutt og greitt, at hondbóltssambandið søkir eftir landsliðsvenjara til A-landsliðið hjá monnum. Einki verður nevnt um, at umsøkjarar skulu hava ávís venjaraskeið ella royndir, so tað stendur einum og hvørjum frítt at søkja.
Eivind Jacobsen segði við Sosialin, at tað bert verður lýst í føroysku miðlunum, so alt bendir á, at tað verður ein føroyingur, ið kemur at standa á odda fyri føroyska manslandsliðnum næstu árini. Ein av landsliðsleikarunum, Heini Hanusarson, segði í tí sambandi, at hann heldur ikki, at tað ber til at finna ein venjara í Føroyum, sum kann geva føroyska landsliðnum eins nógv og Lars Nedergaard. Umsóknarfreistin til starvið sum landsliðsvenjari er úti 4. juni.