Handilsvirkið Niclasen hevur havt pumpur standandi á bryggjuni í sambandi við Timburhandilin, men tá kundi tú bert fáa bensin í dagtímunum, og hetta hevur verið nakað lítið.
Í 1996 keypti so Handilsvirkið Niclasen Kaffistovuna og tá vórðu samráðingar tiknar upp við Statoil um at fáa eina statoilstøð í Sørvági.
1 mió kr
Handilsvirkið hevur klárgjørt økið og Statoil hevur leverað útbúnaðin. Tríggir 15.000 litur tangar og ein 6.000 litur tangi eru lagdir niður, og samlaða íløgan liggur um 1 mió. kr.
Hvørki Shell ella Statoil hava bensingoymslu í Vágum, so bensin má koyrast vestur antin av Skálafjørðinum ella úr Havn, har goymslur eru.
Føroysku bløðini
Umframt allar vanligar bilvørur, alskyns góðgæti, kolonialvørur, grillmat, verður eisini gjørligt at keypa føroysku bløðini og donsku vikubløðini úti á Bakka, og bæði Dimma og Sosialurin verða at fáa kvøldið fyri, sum tey koma út.
Og upplatingartíðirnar hjá Statoilstøðini eru gerandisdagar frá 8.00?23.00 og sunnudagar frá 14.00?23.00, og Grillin er opin gerandisdagar frá 11.00?23.00 og sunnudagar frá 16.00?23.00.