Trøllapætur í Miðlahúsinum

Leygardagin verður Trøllapætur í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har hann fer at draga vinnararnar av stóru kappingini við Kulum Rótum

Kapping

Seinastu seks vikurnar hava Sosialurin og Kular Røtur skipað fyri kapping. Lepar hava verið í bløðunum tvær ferðir um vikuna hesa tíðina, og við at senda hesar inn, ber til at taka lut í stóru kappingini. Høvuðsvinningurin er einki minni enn ein familjuferð fyri tvey vaksin og tvey børn við Atlantic Airways, og hartil er talan eisini um hópin av øðrum góðum vinningum. bæði við bókum og fløgum frá Kulum Rótum og Trøllapæturi.
Leygardagin skulu teir 31 vinnararnir so finnast, og tað verður Trøllapætur, sum kemur í Miðlahúsið at vita, hvør hevur vunnið. Hartil verða Nósi og Kular Røtur eisini at síggja, og møguleiki er eisini fyri, at Trøllaomman kemur til Havnar.
Hon hevur annars úr at gera, nú hon skal baka pannukøkur og annað gott til jóla, men Trøllapætur hevur biðið hana um at koma til Havnar við sær, tí hann torir so illa avstað einsamallur.
Tiltakið í Miðlahúsinum verður kl. 14 leygardagin, og tá kunnu øll børn - stór sum smá - leggja leiðina framvið.