hálvleiki komu bert tíggju mál ? seks til StÍF og fýra til Neistan. Tað var annars Neistin, sum leyp avstað tíðliga í dystinum og, fyrst og fremst við góðum og effektivum kontraspæli, kom upp á 9-3, áðrenn [...] annars bert Paula (4) og Sóley Mikkelsen (2), sum skutu mál fyri StÍF, meðan Kára á Dunga, Súna Mørk og Inga Danberg (2) skoraðu fyri Neistan. StÍF nærkaðist og kom upp á bæði 16-16 og 17-17, men tær komu [...] . Bæði StÍF og Neistin høvdu tørv á báðum stigunum fyri at fylgja við, og tá liðini nú bert fingu eitt stig í part, løgdu tey á ein hátt fót fyri hvørtannað. Tað vóru serliga verjurnar og málverjarnir
sakligt og breitt orðaskifti í tinginum í dag og leggur hann serstakan dent á, at tingmenn geva síni boð uppá okkara luttøku í heimssamfelanum og tað á fleiri økjum, bæði á tí handilspolitiska og á tí meira [...] millum Danmark og Føroyar á hesum øki verður størri og størri. Hann verður eisini størri til bæði Noreg og Ísland, av tí at tey londini partvíst fylgja við menningini sum ein partur av EFTA og EBS. Løgmaður [...] broytist so nógv alla tíðinda rundan um okkum, og fylgir tú ikki við á nøkrum økjum, so verður gloppið størri og størri. Anfinn Kallsberg heldur, at vit mugu viðgera og taka støðu til uttanlandsmálini uttan mun
taka eina rætta og skilagóða avgerð, og eina avgerð, sum tú kanst liva við framyvir, er at tú hevur eitt nóg gott grundarlag at byggja tína avgerð á. So er jú í øllum lívsins viðurskiftum ? og ikki minst í [...] føroyingsins fóru at verða eftir slíka avgerð, og at hesa avgerð skuldu politikarar ikki taka, men vanligi føroyingurin ? á fólkaatkvøðu. Á hesum fundi, og mangan seinni, nýtti eg myndina um at leiða fólk [...] førdi eina kollveltandi broyting við sær, nú gjørdist prátið um fullveldið ein veruleiki, sum flokkar og politikarar vórðu noyddir at taka støðu til ? tí føroyska fólkið hevði talað. Við valið valdi føroyska
?Støðan hjá okkum verður bara hættisligar og hættisligari. ? Og tær ringu vónirnar, vit høvdu í heyst, fara tíverri helst at vísa seg at halda. Petur Johannesen, stjóri á Palm Seafood í Vági, sigur, at [...] at vágbingar eru enn líka ørkymlaðir og vónbrotnir av landsins myndugleikum, sum teir hava verið leingi. Síðsta heyst róptu fimm fiskavirki í Vági neyðarróp og ávaraðu ímóti hesi oyðileggjandi gongdini [...] fiskivinnuni, har kappingin verður meiri og meiri avlagað. M.a. vístu teir á, at tað kostaði virkjum kring landið nógv meiri at útflyta fisk, tí tey skuldu fyrst flyta hann til Havnar fyri egnu rokning
heldur ikki tað var nóg mikið. Fleyr var omaná, og í fyrsta settið gingu tær næstan á vatninum. Fleyr er styrkt munandi síðan Súsanna McBirnie kom aftur á liðið og í fyrsta settið vann hon næstan hvønn tann [...] Viðgongdin hjá Fleyr a helt sær, tíverri fyri tær (og fyri kappingina), ikki longri enn til endan av fyrsta settið. Eftir hetta kom Mjølnir aftur í aftur og við støðugum spæli syrgdu tær fyri at halda Fleyr [...] undir góða spælinum hjá Mjølnir. Og samstundis er tað júst hesin parturin, sum alt ov ofta svíkur hjá Fleyr a. Hetta ger tað arbeiðsumstøðurnar hjá hevaranum torførar, og tað verður revsað av einum so royndum
endamál, um at vera eitt dygdar- og tænastuhugsað tryggingarfelag. Trygd, sum byrjaði í februar 1998 at selja sethúsa- og familjutryggingar, fekk frá byrjan góða undirtøku, og hevur felagið nú ein marknaðarpart [...] úrvalið av tryggingum. Fyrst í mars mánaði 1999 fer Trygd at bjóða biltryggingar, men í framtíðini fer felagið eisini at bjóða vinnuligar tryggingar. ? Hetta er kapitalkrevjandi, eins og tað sum heild er k [...] ikki bjóðar tryggingar, sigur Tryggingarfelagið Trygd í tíðindaskrivi. ? Tað eru vit á Trygd greið um, og tað hevur eisini alla tíðina verið ætlanin at kunna bjóða flest øll sløg av tryggingum. Men tað hevur
fimti árunum og fyrra partin av seksti árunum, tá øll stállínuskipini komu til Føroya, smíðað fyrst og fremst í Noreg, Fraklandi og Føroyum. Tá var rómur og gaman á bryggjukantinum og reiðarar og skiparar [...] brúgvavonginum, og hornorkestur og sangkór sungu og spældu. Hetta var sum á ólavsøku og øll frøddust bæði ungur og gamal. Síðan tá hevur verið friðarligt á keikantunum runt landið, og er so at siga onki [...] frystaranum eftir tørvi og arbeiðisorku. Annar munurin er, at skipini liggja ikki dagliga við bryggju og annars skúma firðirnir upp við sigling aftur og fram ímillum bryggju og fiskimið. Eg eri ikki nakar
gjøgnum tíðina gerst rúsdrekka ein vanligari og vanligari partur av gerandisdegnum hjá starvsfelaganum við rúsdrekkatrupulleikum, og tískil gerst tað torførari og torførari hjá honum at venja seg við ein [...] skilagóður leiðari einum starvsfólki burturúr rúsdrekkatrupulleikum? Ein skilgóður leiðari hjápir fyrst og fremst við at leggja trupulleikan til merkis. Síðani eigur hann at finna út av, hvat tað er sum er galið [...] 4 litrar av víni og nógv brennivín afturat. Í 1700 talinum vóru umleið 245 brennivínsbryggjaríðir og umleið 2.000 ølbryggjaríðir. Tá var eisini ein regluger, ið segði, at kirkjuligar og rættarligar handlingar
føtur í Føroyum. ? Vit vilja fyrst og fremst nýta hetta høvi at menna tað føroyska samfelagið og tað føroyska heilsuverkið, ístaðin fyri bara at menna útlendsk samfeløg og útlendsk heilsuverk. ? Um tað [...] arbeiða inni í arvastreinginum og tá ið vit arbeiða beint uttanfyri. ? Og beint uttanfyri hava vit arbeitt við blóðroyndum, kanningum og gransking í fleiri ár, bæði í Føroyum og í øllum heimsins londum.? Um [...] ? Ætlanin er so at taka fólk, við ávísum sjúkum burturúr og at kanna tey fólkini og at samanbera tey við eitt ávíst tal av frískum fólki. Og vit hava framvegis vónir um at fáa eina skipaða arvagransking
spælt hondbólt í nógv ár, fyrst við EB og frá 1976 til 1984 við Neistanum, har hon spældi fram til 1994 ? tó var hon burtur í nøkur ár. Nú er hon 39 ára gomul, og hon er eins spent og øll onnur til finaluna [...] er VÍF frammanfyri 2-1, og allir dystirnir hava vera rímiliga javnir. Og veteranurin í málinum hjá StÍF roknar eisini við einum jøvnum og spennandi dysti í dag. Ikki bert Ioana og Jacklin ? Fyri mær hevur [...] hava staðið fyri vøkrum hondbólti, og tær eru kvikar. Og VÍF er ikki bert Ioana og Jacklin, sum nógv hava hug til at halda. Ioana hevur lyft hinar upp, sigur Óluva og vísir á, at tvær á liðnum hjá VÍF júst