Í dag fer løgtingið undir aðalorskifti um uttanríkispolitikk Føroya. Hetta er triðju ferð, at orðaskifti er á tingi um leiklut Føroya á tí uttanlandspolitiska økinum. Í hesum sambandi hevur løgmaður longu lagt fyri tingið eina rættiliga rúgvusmikla frágreiðing. Har sigur løgmaður m.a. at uttanlandsviðurskifti eru vorðin alt meira viðkomandi fyri tað føroyska samfelagið. Altjóðagerðin hevur havt við sær, at lond samskipa seg á flestu økjum, til tess at samskiftið teirra millum kann fara fram smidliga og á ein so greiðan hátt sum gjørligt.
Tað er m.a. í hesum sambandi, at ein uttanlandsdeild er vorðin skipað á løgmansskrivstovuni. Í Føroyum er tað løgmaður, sum situr fyri uttanlandsmálum og sum samskipar uttanlandsmál. Hetta geldur eisini á serøkjum, sum løgmaður hevur sett aðrar landsstýrismenn at fyrisita. Landsstýrismenninir hava tó ábyrgdina av at fyrireika føroyska lóg á serøkjunum og útinna hana.
Frágreiðingin, sum løgmaður legði fyri tingið í farnu viku, er ein lýsing av uttanlandssamstarvinum í 98 og ætlanum landsstýrisins á uttanlandsøkinum fyri 1999. Harumframt leggur hon, við støði í ?Reyða Álitinum?, upp til aðalorðaskifti um framtíðarstøðu Føroya í Evropa.
Meira við í heimssamfelagnum
Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur við Sosialin, at hann vónar at fáa eitt sakligt og breitt orðaskifti í tinginum í dag og leggur hann serstakan dent á, at tingmenn geva síni boð uppá okkara luttøku í heimssamfelanum og tað á fleiri økjum, bæði á tí handilspolitiska og á tí meira globala.
-Eg má viðganga, at eg havi ongantíð havt so stóran áhuga fyri tí uttanríkispolitiska økinum, men tað dugi eg at síggja, at har eru kraftigar rembingar allastaðni í løtuni. Eg trúgvi vit skulu vera nógv meira við, enn vit hava verið higartil.
Løgmaður vísir á, at tað broytist so nógv alla tíðinda rundan um okkum, og fylgir tú ikki við á nøkrum økjum, so verður gloppið størri og størri.
Anfinn Kallsberg heldur, at vit mugu viðgera og taka støðu til uttanlandsmálini uttan mun til, hvat hendir í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar.
-Skulu vit her og nú til at standa fyri øllum teimum uttanríkispolitisku málunum, so krevur tað øgiligar ressursir, men tað er væl eitt av teimum undantøkunum, sum vit hava sett í samgonguskjalið, at tað er ein so stórur biti uppá ein gang, at tað er nakað, sum vit mugu gera eina avtalu um, hvussu vit skipa tað frameftir saman við dønum.
Løgmaður ber eitt sindur av ótta fyri, hvussu tingið er fyri at fara undir eina slíka viðgerð. -Eg sigi bara frá mær sjálvum, at hóast eg havi verið leingi á tingi, so er hetta eitt øki, sum í míni verður hevur verið rættiliga grátt. Eg havi ikki lagt serliga stóran týdning í tað, og havi heldur ikki havt serliga áhugan fyri tí. So eg kundi hugsað mær, at hetta eru rættiliga kompliseraðir spurningar, og tí er tað eisini ein spurningur um, hvørja orku tingmenn hava fyri at fara inn í ein dialog um hesi viðurskiftini - sum kortini er alneyðugt.
ES og Føroyar
Løgmaður heldur øll málini hava stóran týdning, men heldur tað sjálvandi vera umráðandi at viðgera og taka støðu til viðurskifti, sum koma at ávirka okkara gerandisdag tvs. handilsviðurskifti, samstarv innan útbúgving og menning á flestu økjum, rætt og slætt at vera við, har tingini henda. Anfinn Kallsberg sigur, at vit føroyingar eru í tí sera óhepnu støðu - sjálvt um vit hava ríkisfelagsskap við danir - eru vit avskornir at luttaka sum partur av ríkinum í tí útviklingi, sum Danmark hevur fingið, tvs. at meðan Danmark er við í einum rívandi útviklingi innan ES, so eru vit als ikki við í tí samstarvinum. Tað merkir so aftur, at teinurin millum Danmark og Føroyar á hesum øki verður størri og størri. Hann verður eisini størri til bæði Noreg og Ísland, av tí at tey londini partvíst fylgja við menningini sum ein partur av EFTA og EBS.
Løgmaður sigur, at vit royna at bøta um hesi viðurskiftini, men tað gongur ótrúliga long tíð. Okkara ríkisrættarliga støða ger, at vit eru ikki við í samarbeiði hvørki á ES-síðuni ella EFTA-síðuni. Orsøkin til hetta er sum sagt tann, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark. Anfinn Kallsberg vísir á, at vórðu vit ein sjálvstøðug tjóð, so høvdu vit kunnað valt sjálvir. -Tað vit kunnu velja í dag er avmarkað til at velja tað sama sum Danmark velur, og tá vit ikki velja tað, so fáa vit heldur ikki valt síðu og farið yvir til EFTA-síðuna.
Løgmaður heldur ikki tað hevði verið nakar trupulleiki at fingið limaskap í ES ella í EFTA, um vit vóru sjálvstøðug tjóð.
-Sigur tú við hesum, at vit eiga at skunda undir fullveldi og gerast sjálvstøðug tjóð?
-Tað sigi eg ikki neyðturviliga, men tað er neyðugt at fáa avklárað spurningin. Tað er neyðugt at taka støðu. Vit kunnu ikki bara vera í status quo støðu, soleiðis at einki hendir. Tá detta vit rætt og slætt niður millum tveir stólar.
Løgmaður viðgongur, at hesir spurningar hava verið alt ov lítið viðgjørdir á politiskum støði í Føroyum í øll hesi árini. -Eg vóni, at vit fáa sett hol á eina veruliga viðgerð av hesum málum í viðgerðini av uttanlandsmálum á tingi.
Markið uppá pláss
Eitt annað stórmál, sum verður umrøtt í frágreiðingini hjá løgmanni eru samráðingarnar við bretar um landgrunnsmarkið. Anfinn Kallsberg sigur, at í verandi løtu bendir alt á, at tað fer at eydnast pørtunum at koma til eina semju tíðliga í vár í hesum týdningarmikla máli.
-Eftir at vit hava samráðst í eini 8 ár um eitt slíkt mál, so vil tað vera ein spurningur um at gera eitt ella annað kompromi. Tað vildi verið løgið, um annar parturin fekk alt. Vit royna sjálvandi at verja føroysk áhugamál men mugu so royna at koma til sættis við hin partin, so málið verður loyst.
Løgmaður sær annars fyri sær stórar møguleikar fyri at menna samvinnuna við bretar í framtíðini. -Vit og Bretland eru næstu grannar, og eg kann ikki ímynda mær annað enn, at tað fara at henda broytingar í samskifti okkara við umheiminum, har tað er ein sjálvfylgja, at samvinna við næsta grannan fer at mennast enn meira.
Tætt samstarv við bretar
Anfinn Kallsberg heldur tað vera heilt náttúrligt við einum tøttum samstarvi við Bretland á nógvum økjum, og hóast hann ikki hevur avgjørda meining um, at marknatrætan hevur verið nakar kíli í samstarvinum, so kann ein loysn í nettup hesum stóra máli vera eitt slag av katalysatori við enn størri samvinnu. Og her dylur løgmaður ikki fyri, at hann eisini hugsar um eina samvinnu um leiting og útvikling av oljuøkjum millum Føroyar og Bretland.
-Bretar hava jú drúgvar royndir á oljuøkinum, meðan vit eru nærum heilt blankir, so eg dugi ikki at síggja, at nakað skuldi verið til hindurs fyri at fingið samvinnu í lag nettup á hesum økinum.
Løgmaður sigur tað annars ikki vera nakar fremmandur tanki fyri seg, at Føroyar einaferð í framtíðini kunnu koma at vera ein týðandi leverandørur av gassi til bretska heimamarknaðin.
Vit spurdu løgmann, um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot at fingið bretska forsætisráðharran Tony Blair og danska starvsbróðurin Poul Nyrup Rasmussen til Føroya, tá marknaavtalan verður undirskrivað!
-Tað hevði helst verið eitt frálíkt hugskot, men latið okkum nú fyrst fáa hetta málið uppá pláss.
Uttanlandsmál
Vit prenta her samandrátt løgmans av Uttanlandsmálum í frágreiðingini, sum varð latin tinginum í farnu viku.
?Leiklutur Føroya á tí uttanlandspolitiska økinum økist alsamt og gerst samstundis støðugt týdningarmiklari sum árini fara.
Í komandi árum hevur Føroya Landsstýri sett sær fyri at fremja eina røð av málum á tí uttanlandspolitiska økinum.
Landsstýrið hevur avrátt, í samsvari við løgtingssamtykt seinasta heyst, at fara undir samráðingar við donsku stjórnina til tess at fremja grundleggjandi broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya. Úrslitið av samráðingunum verður ein millumlandasáttmáli, sum skipar Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land við fullveldi, og sum samstundis skipar framtíðarsamstarvið landanna millum.
Eitt annað stórmál, ið arbeitt hevur verið við í samráð við uttanlandsnevndina, er markið millum Føroyar og Bretlands. Í verandi løtu bendir alt á, at tað fer at eydnast pørtunum at koma til eina semju tíðliga í vár í hesum týdningarmikla máli.
Á tí handilspolitiska økinum hevur landsstýrið avgjørt at taka samstarv Føroya við Evropeiska Samveldið upp til máls av nýggjum við øktum samstarvi fyri eyga. Landsstýrið er sinnað at byggja verandi handilssáttmála út, samstundis sum farið verður undir at kanna nærri møguleikan við einari føroyskari luttøku í EFTA og EBS. Víðkanin av verandi handilssáttmála er longu farin í gongd, og væntandi fara landsstýrið og ES nevndin at semjast um eitt heilsufrøðiligt samstarv í hesum ári. Annars verður víst til tað Reyða Álitið, ið var latið løgtinginum í fjør.
Vegna tess, at føroyski búskapurin er sera opin og tískil fullkomiliga bundin av samvinnu við útheimin, fer landsstýrið støðugt at menna og seta á stovn samstarv við onnur lond. Tá ið handilssáttmálarnir við tey mið- og eysturevropeisku londini eru fingnir í lag, fer landsstýrið at miðja eftir líknandi samstarvi við aðrar partar av heiminum.
Støðið undir tí føroyska búskapinum er fiskatilfeingið. Grundarlagið fyri framtíðarumsiting av livandi tilfeingi havsins verður áhaldandi viðgjørt í avvarðandi altjóða felagsskapum. Landsstýrið er av teirri áskoðan, at týdningarmikið er at luttaka í hesi viðgerð, ikki minst av tí at hesar altjóða meginreglur eftir øllum at døma fara at verða støði undir framtíðar fiskiveiðisamstarvi Føroya við onnur lond.
Á sama hátt hevur landsstýrið sett sær fyri at endurskoða leiklut Føroya í altjóða samstarvi um umhvørvi og burðardygga menning. Arktiska Ráðið er eitt gott dømi um hesa gongd. Føroya Landsstýri luttekur nú bæði á politiskum og embætismannastigi í arktiska samstarvinum.
Samanumtikið kann sigast um uttanlandspolitikk landsstýrisins, at í mun til undanfarin ár fer landsstýrið at virka fyri einari øktari luttøku í teimum altjóða avbjóðingum og rembingum, ið vera Føroyum fyri framman.?