Tvær javnt góðar verjur spældu javnt

Hondbóltur: Serliga verjuspælið hjá StÍF og Neistanum áttu rós uppiborið eftir at liðini spældu javnt 18-18 í høllini á Skála sunnudagin

StÍF-Neistin 18-18 (12-14)


Aftan á dystin á Skála sunnudagin millum StÍF og Neistan vóru tað kvinnurnar hjá Kyndli, sum høvdu mest at fegnast um. Dysturin endaði við javnleiki, og tað fall í góða jørð hjá oddaliðnum, sum av tí sama styrkti nógv um sína støðu í kappingini.

Bæði StÍF og Neistin høvdu tørv á báðum stigunum fyri at fylgja við, og tá liðini nú bert fingu eitt stig í part, løgdu tey á ein hátt fót fyri hvørtannað.

Tað vóru serliga verjurnar og málverjarnir hjá teimum báðum liðunum, ið myndaðu dystin í høllini á Skála. Hetta sæst eisini aftur í úrslitinum 18-18. Í seinna hálvleiki komu bert tíggju mál ? seks til StÍF og fýra til Neistan.

Tað var annars Neistin, sum leyp avstað tíðliga í dystinum og, fyrst og fremst við góðum og effektivum kontraspæli, kom upp á 9-3, áðrenn heimaliðið veruliga raknaði við. Serliga Katrin á Neystabø var ein støðug hóttan móti StÍF, sum kom alt ov seint í gongd, og Katrin skeyt seks av teimum fjúrtan málunum hjá Neistanum í fyrra hálvleiki (hon skeyt einki í seinna). Móti endanum av hálvleikinum kom StÍF inn aftur í dystin, tá tær minkaðu frá 8-14 niður í 12-14, sum var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki var ofta langt millum málini. Tað fyrsta kom ikki fyrr enn níggju minuttir vóru spældir, tá Paula B. Jacobsen (bleiv toppskorari við sjey málum) minkaði til 13-14. Seinna hálva tíman vóru tað annars bert Paula (4) og Sóley Mikkelsen (2), sum skutu mál fyri StÍF, meðan Kára á Dunga, Súna Mørk og Inga Danberg (2) skoraðu fyri Neistan.

StÍF nærkaðist og kom upp á bæði 16-16 og 17-17, men tær komu ongantíð framum. Millum annað brendi heimaliðið í seinna hálvleiki heili trý brotskøst, sum málverjin tók. Neistin brendi eisini eitt brotskast tíðliga í hálvleikinum, tá bólturin endaði omanfyri málið, men at tað at enda ikki var Neistin, sum fekk avgerandi málið, var bert óhepni fyri at takka. Skotið hjá Káru á Dunga, tá góður hálvur minuttur var eftir, rakti á báðar stengurnar, men fór ikki í málið, og dysturin endaði tí við javnleiki 18-18. Tað kundi hvørgin av pørtunum sum so vera nøgdir við, tá hugsað verður um úrslitið í Havn, men serliga strandaliðið kundi kortini fegnast um at hava fingið í øllum førum eitt stig burturúr, eftir at tað hevði sæð rættiliga kritiskt út í byrjanini av dystinum.

Hjá StÍF kom Signhild Petersen annars á vøllin nakað inni í fyrra hálvleiki. Hon var millum tær bestu, tá StÍF í fjør vann silvur, men í ár hevur hon einki spælt, tí hon fekk álvarsligan skaða beint áðrenn kappingin byrjaði. Móti Neistanum byrjaði hon við tveimum undirhondsskotum, sum bæði endaðu í málinum, og hóast hon manglar dystarvenjing, er tað góð tíðindi hjá StÍF, sum komandi leygardag skal spæla steypafinalu móti VÍF.

Næsta uppgávan hjá Neistanum verður leygardagin 13. februar á heimavølli móti VÍF.