FLEYR A-MJØLNIR 1-3 (15-12, 9-15, 10-15, 9-15)
Dysturin millum fremstu liðini í kvinnudeildini gjørdist meira spennandi enn roknað varð við frammanundan.
Mjølnir hevði undan dystinum vunnið allar sínar dystir higartil í ár og tí var byrjunaruppstillingin hjá teimum ikki tann sterkasta. Klaksvíkskvinnur vóru tó skjótt noyddar at ássana, at tað var ikki nóg mikið við teimum næstbestu leikarunum til at basa Fleyr.
Tær settu allar teir royndu leikararnar inn, men heldur ikki tað var nóg mikið. Fleyr var omaná, og í fyrsta settið gingu tær næstan á vatninum.
Fleyr er styrkt munandi síðan Súsanna McBirnie kom aftur á liðið og í fyrsta settið vann hon næstan hvønn tann einasta bólt. Súsanna er royndur leikari, sum bæði hevur leikt á besta liðnum hjá Fleyr í fleiri ár, umframt at hon eisini hevur leikt í Danmark.
Afturat hinum royndu leikarunum hjá Fleyr var hon nóg mikið til at skaka Mjølnir so mikið, at tær ikki fótaðu sær fyrr enn í øðrum setti.
Sum nevnt var Súsanna sera effektiv frammi við netið, men umframt hana hevði eisini Anna Dalsgarð ein sera góðan dag.
Mjølnir fótaði sær
Viðgongdin hjá Fleyr a helt sær, tíverri fyri tær (og fyri kappingina), ikki longri enn til endan av fyrsta settið.
Eftir hetta kom Mjølnir aftur í aftur og við støðugum spæli syrgdu tær fyri at halda Fleyr so mikið aftan fyri seg, at tær vunnu dystin.
Styrkin hjá Mjølnir er, at tær alt ári sum tað er, hava víst sera støðugt spæl. Móttøkurnar eru góðar og tað ger tað munandi lættari hjá hevaranum Marjun Kalsø at skipa spælið. Tað skal tó leggjast afturat í hesum sambandi, at hvørgin hevarin hevði vísti serliga gott spæl henda dagin.
Hevingarnar hjá Fleyr vóru í so óstøðugar, til at fáa tað besta burtur úr álopunum. Hjá Mjølnir brúkti hevarin hinvegin baggerslagið at heva við, og tað er ikki nóg gott, serliga tá ein hevur í huga, at talan er um landsliðshevara. Har skal annað skinn um bak.
Sum nevnt fótaði Mjølnir sær í øðrum settið, sum tær vunnu 15-9.
Móttøkurnar sviku
Vit nevndu omanfyri, at móttøkurnar eru grundleggjandi parturin undir góða spælinum hjá Mjølnir. Og samstundis er tað júst hesin parturin, sum alt ov ofta svíkur hjá Fleyr a. Hetta ger tað arbeiðsumstøðurnar hjá hevaranum torførar, og tað verður revsað av einum so royndum liðið sum Mjølnir.
Triðja og fjórða sett vóru eins og annað sett, við Mjølnir við liðnum, sum var omaná, meðan Fleyr av øllum alvi royndi at hanga uppií.
Til tíðir sá hetta út til at fara at eydnast, men so mistu tær aftur taki, og Mjølnir fór frá teimum aftur. Hetta er ein trupulleiki, sum Fleyrleikararnir mugu arbeiða við saman við venjaranum, at gera spælið meira støðugt.
Triðja sett endaði við 15-10 sigri til Mjølnir, sum nú av álvara hevði fingið takið á Fleyr a.
Góvust ikki á hondum
Hóast tær nú vóru aftanfyri, so skulu Fleyrleikararnir eiga tað rós, at tær ikki góvust á hondum fyrr enn dysturin var liðugur. Tær royndu av øllum alvi at stríðast fyri sigrinum, hóast tað var torført.
Klaksvíkskvinnur vóru, í øllum settum, tær, sum fyrst fingu glið á spælið, og tað var kanska júst tann renningarferðin teimum tørvaði fyri at vinna á Fleyr.
Móti endanum av fjórða settið sá út til, at Fleyr skuldi gera enn ein vørr, men tað miseydnaðist og Mjølnir vann sær seinastu bóltarnar ístaðin.
Settið endaði 15-9 og dysturin 3-1 til Mjølnir, sum verður føroyameistari í ár, eingin ivi um tað.
Haldi áfram
Hvussu tað verður hjá Fleyr er sjálvandi ikki gott at vita, men halda tær áfram við tí fólkinum og venjaranum, sum tær hava nú, næsta kappingarár, so sær spennandi út. Gott hevði verið við onkrum stórum spælarum á miðjuni, men tað ber til við tí tilfari sum er tøkt.
Mjølnir er og verður Mjølnir. Tær hava gott leikaratilfar at taka av, og allir leikararnir í fyrstaliðshópinum, nýggir sum gamlir, hava fingið royndir í ár. Hetta gevur av sær til næsta ár, men tað verður kortini spennandi at síggja um tær verða líka suverenar og í ár.