Heilt frá byrjan av kjakinum um fullveldi, hevur Miðflokkurin stuðlað ætlanum landsstýrisins um kanningar av grundarlagnum undir evt. fullveldi, hetta tí at fremsta fortreytin fyri at kunna taka eina rætta og skilagóða avgerð, og eina avgerð, sum tú kanst liva við framyvir, er at tú hevur eitt nóg gott grundarlag at byggja tína avgerð á.
So er jú í øllum lívsins viðurskiftum ? og ikki minst í tí avgerð, sum røkkur inn í ævinleikan.
Byrjanin av
fullveldisprátinum
Fyrstu ferð undirritaði, Miðfloksins vegna tók lut í fullveldispráti, var á fundi í útvarpshøllini, fundur fyriskipaður av tjóðveldisflokkinum ? minnist meg rætt var hesin fundur ein av fyrstu mánaðunum 98. Á hesum fundi gjørdi eg púra greitt støðu floksins ? at hvør liv-andi vera tráar eftir at standa á egnum beinum, hetta vísir náttúran okkum best, men eisini, at avgerð okkara í evt. fullveldisspurningi fór at verða tengd at, hvussu livilíkindi vanliga føroyingsins fóru at verða eftir slíka avgerð, og at hesa avgerð skuldu politikarar ikki taka, men vanligi føroyingurin ? á fólkaatkvøðu.
Á hesum fundi, og mangan seinni, nýtti eg myndina um at leiða fólk út av rókini, út í trygt frælsi, har skuldi eingin blakast út av rókini, út í óvissu.
Eitt løgtingsval,
ið broytti alt
Løgtingsvalið í apríl 98 førdi eina kollveltandi broyting við sær, nú gjørdist prátið um fullveldið ein veruleiki, sum flokkar og politikarar vórðu noyddir at taka støðu til ? tí føroyska fólkið hevði talað. Við valið valdi føroyska fólkið flokkar á ting í slíkum lutfalli, at hesir vórðu førir fyri at skipa eitt landsstýri, ið setti sær fyri at royna at føra tosið um fullveldið til veruleika.
Oman fyri nevndi veruleiki setti alstór krøv til allar flokkar, eisini til okkara, sum hava onnur mál enn sjálvstýrismál sum høvuðsmál okkara. Tí tóku vit í Miðflokkinum beinanvegin ta avgerð, at verða við til at fáa allar hugsandi upplýsingar á borðið, so ikki bert vit politikarar, men alt Før-oya fólk, fóru at verða 100% før fyri at taka eina avgerð á fólkaatkvøðunum, eina avgerð, sum hvør einstakur kendi seg tryggan við at taka.
Úrslit Miðfloksins
av positiva politikki sínum
Alt tilfar á borðið hevur verið reyði tráðurin í teimum avgerðum, vit hava tikið síðani valið. Tí atkvøddi flokkurin fyri niðursetanini av teimum kanningarbólkum, sum í løtuni miðvíst arbeiða fyri at fáa til vega grundleggjandi tilfar at leggja fyri landsstýrið, løgtingið, men fyrst av øllum Føroya fólk. Tí atkvøddi flokkurin eisini fyri at seta grundlógarnevndina, har allir flokkar verða umboðaðir.
Hesin positivi politikkur floksins førdi við sær, at uttanlandsnevnd løgtingsins broytti fullveldisuppskot landsstýrisins soleiðis, at áðrenn landsstýrið kann fara til Danmarkar at samráðast, skal eitt kanningarúrslit leggjast opið fyri Før-oya fólk til kunningar gjøgnum eitt aðalorðaskifti á løgtingi, og fólkaatkvøðurnar verða bindandi.
Eini vælmeint ráð
til Høgna Hoydal
Dagurin kemur, tá avgerðin skal takast ? ikki av politikarum, men av vanliga føroyinginum. Tann dagin fara vit sum flokkur at geva okkara tilmæli um, hvussu atkvøðast skal. Men longu nú fari eg, sum tingmaður floksins, at gera greitt, at avgerandi ráðgeving okk-ara verður tikin út frá hvussu umstøðurnar hjá tí fólki, sum her skal búleikast eftir fólkaatkvøðuna, verða.
Tí fari eg longu nú at geva Høgna Hoydal tey ráðini, at tosa nøkur álvarsorð við nakrar floksfelagar sínar, sum tíverri til tíðir tykjast púra blankir hvat sosialpolitikki viðvíkur (orð sum pensiónir og karensdagar (15-20 milliónir frá teim sjúku) siga alt). Slíkur politikkur, góði Høgni, fer neyvan at geva fleiri dirvi at fara við tykkum eitt einasta fet á fullveldisleið!
Jenis av Rana,
tingmaður f. Miðflokkin