?Støðan hjá okkum verður bara hættisligar og hættisligari.
? Og tær ringu vónirnar, vit høvdu í heyst, fara tíverri helst at vísa seg at halda.
Petur Johannesen, stjóri á Palm Seafood í Vági, sigur, at vágbingar eru enn líka ørkymlaðir og vónbrotnir av landsins myndugleikum, sum teir hava verið leingi.
Síðsta heyst róptu fimm fiskavirki í Vági neyðarróp og ávaraðu ímóti hesi oyðileggjandi gongdini í fiskivinnuni, har kappingin verður meiri og meiri avlagað.
M.a. vístu teir á, at tað kostaði virkjum kring landið nógv meiri at útflyta fisk, tí tey skuldu fyrst flyta hann til Havnar fyri egnu rokning. Somuleiðis noyðast tey at betala eyka fyri alt, tey skulu brúka í framleiðsluni, tí tey skulu betala flutning úr Havnini út á virkini.
Leiðslurnar á teimum fimm virkjunum í Vági søgdu, at hvat teimum viðvíktu var støðan so hættislig, at tey vóru øll farin á heysin í summar.
Síðsta heyst høvdu fiskavirkini í Vági fund løgtingsmenninar í Suðuroynni um støðuna.
Petur Johannesen sigur, at eitt úrslit av fundinum var, at tey skuldu fáa fund við Finnboga Arge, Landsstýrismann í vinnumálum um støðuna.
Men hesin fundurin bleiv ongantíð av nøkrum
? Hann varð útsettur og útsettur, ferð eftir ferð.
? Og tað endaði við, at landsstýrismaðurin boðaði frá, at hetta var ikki hansara borð.
? So varð roynt at fáa fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Men so fór hann frá. Og einaferð endaði tað við at vit fingu ein kunnandi fund við Anfinn Kallsberg, sum umsat fiskivinnumál fyribils. Tann fundurin førdi ikki til nakað sum helst. Nú er so aftur nýggjur fiskimálaráðharri settur og vágbingar dylja ikki fyri, at seta sítt álít á, at hann megnar at bøta um støðuna.
Gongur skeiva vegin
Petur Johannesen sigur, at trupulleikin er, at kappingin í fiskivinnuni verður meiri og meiri avlagað.
? Veruleikin er, at hvørja ferð, politikararnir siga, at teir vilja bøta um støðuna, endar tað bara við, at teir gera hana verri.
? Og ætlanin, at seta stuðul í verk fyri at flyta virkaðan fisk av virkjunum til útflutningshavnina, var so tað ringasta av øllum.
? Tí tann ætlanin fevndi bara um flutning av feskum fløkum.
Petur Johannesen sigur, at tað er heilt burturvið at pilka einstakar partar í fiskivinnuni burturúr, og geva teimum stuðul framum allar aðrar partar í fiskivinnuni.
? Skal flutningsstuðul lat-ast, skal hann latast til flutning av øllum fiski, tí annars er avlagar tað kappingina.
?Verður bara flutningur latin til fesk fløk, verða øll hini virkini nógv verri fyri.
? Tí hetta gevur teimum, sum fáast við fesk fløk, ein stóran fyrimun, tá ið tey keypa fiskin í kapping tey, sum virka aðrar vørur burturúr fiskinum.
Stjórin á Palm Seafood vísir eisini á, at tað er púra burturvið, at stuðulin, sum verður latin til at flyta fisk til virkini, verður bara latin fyri fisk, sum er keyptur á uppboði.
? Tvs, at tey virki, sum keypa fisk á eini avreiðingarmiðsstøð fáa ongan flutningsstuðul.
? Samstundis er ætlanin at tvinga skip at selja ein ávísan prosentpart á uppboðssøluni
? Hetta er eisini ein skipan sum er út av lagi kappingaravlagandi, tí tað gevur teimum fyrimun, sum keypa á uppboði, framum tey, sum keypa aðrastaðni.
Hann heldur eisini, at hetta kann geva uppboðssøluni eina óhepna maktstøðu.
? Tað er bara ein uppboðssøla, og alla aðrastaðni verður roynt at ganga burturfrá monopoli, sigur hann.
Verri og verri
Petur Johannesen sigur, sostatt, at hvørja ferð, at politikararnir royna at gera støðuna betri, endar tað bara við, at teir gera hana verri.
Hann heldur, at ein orsøk til tað er, at politikarar skilja ikki trupulleikan í fiskivinnuni úti um landið.
? Vit biðja ikki um nakrar ávísar fyrimunir. Tað einasta, vit biðja um, er, at tær lógir, sum verða settar í gildi, eru galdandi fyri øll, so at øll eru líka fyri lógini. ? Tí alt annað, avlagar bara kappingina, sum er nóg viðbrekin sum er, sigur Petur Johannesen