sjálvan til forseta fyri lívstíð í Malawi. Og hóast mannarættindarfelagsskapir og stjórnirnar í øðrum londum gera alt fyri at boykotta landið, verður tað um tað lagið, at Banda situr fyri lívið. Alt, sum stendur [...] yvir tað vanliga hjá einum afrikana í teimum døgum. Banda fekk sær praksis í London, har hann virkaði, til hann í 1958 fór heim aftur til Nyasaland at standa á odda fyri mótstøðurørsluni, sum vildi hava bretar [...] syrgdi fyri, at mótstøðumenninir vórðu beindir av vegnum, so hann kundi gera, sum hann vildi. Illar tungur vilja enn í dag vera við, at krokodillurnar í Lilongve River, sum rennur beint uttan fyri høvuðsstaðin
fult stigatal, 9 stig, fyri teir fyrstu tríggjar dystirnar, og við ferðini, sum HB hevur í løtuni, skulu gøtumenn geva ein fullan innsats í Gundadali í morgin fyri at steðga teimum. Í steypadystinum móti [...] ikki uttan at stríðast fyri tað. Tomislav Sivic bleiv skaddur í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani. Hann spældi ein hálvleik móti HB, men tað gekk illa. Men møguleiki er kortini fyri, at spælandi venjarin [...] spæla dystin á grasvøllinum, men tað seinasta vit hava frætt, hevur VB sýtt fyri hesum. ? Hesin dysturin er ov týdningarmikil fyri okkum til, at vit knappliga skulu fara at spæla á grasi, sigur Bjarni Johansen
hornaspark úr høgru. Dysturin avgjørdur, og fyri B36 ráddi tað nú bert um at avmarka tapið. Men 3-0 bleiv til 4-0, tá Egin Høgnesen legði eitt málspark beint fyri føturnar á Andrew av Fløtum. B36-málverjin [...] hálvfinaluni, og tað munnu bert vera teir mest bjartskygdu B36-ararnir, sum rokna við, at liðið hjá teimum kann venda hesum úrslitinum í seinnu hálvfinaluni, sum verður um eina viku. HB var alla tíðina omaná [...] minuttir, áðrenn HB fekk sítt fyrsta mál, og so var hepnið hjá B36 uppbrúkt. Og hesaferð skal HB hava rós fyri, at teir ikki bert løgdu seg aftur at verja, men hildu fram við álopsspælinum, eftir at teir høvdu
sjáldan at tað eru so nógvir nærdystir í eini steypafinalu, sum tað var í dag. Men tað var eisini pláss fyri góðum fótbóltsspæli, og eg eri nøgdur við avrikið hjá mínum liðið, segði Ebbe Skovdahl. FCK-venjarin [...] sínum liði, men hann var greiður yvir, hví Brøndby vann og ikki hansara lið. ? Brøndby var neyvari í teimum avgerandi løtunum enn vit vóru, og tí vunnu teir. Teir njóta gott av, at teir hava vunnið nógvar [...] sjálvsálitið í topp, segði Kent Karlsson. ? Vit komu sera illa frá byrjan, og fyrsta málið oyðilegði nógv fyri okkum. Vit klára tó at koma inn í dystin aftur, og vit skuldu havt javna áðrenn hálvleikin. Men aftur
men eg manglaði at skora, segði Todi Jónsson við Ítróttarsosialin, tá hann umsíðir var sloppin frá teimum mongu donsku blaðmonnunum, sum vildu hava orðið á hann eftir dystin, og slapp at tosa á føroyskum [...] áskoðararnir gjørdu sítt til at skapa eina dreymadyst. ? Tað var eitt ótrúligt upplivilsi at spæla fyri so nógvum áskoðarum. Eg legði merki til, at tað var eitt føroyskt flagg aftanfyri tað eina málið, [...] Føroyum fylgdu nógvir landsmenn dystinum, sum varð sendur forskotin, tí hann ikki skuldi gera fortreð fyri føroysku steypadystunum, sum vóru spældir hósdagin eisini. ? Vit hava næstan fingið til vana at tapa
føroyingar søktu, og tá so stórt tal av teimum, sum vóru til samtalu, vístu seg at vera sera væl egnaðir, gjørdi leiðslan í DONG av at taka sjey fólk. -Hetta gjørdu vit fyri at geva uppaftur fleiri føroyingum [...] føroyingum at seta í sokallað ?trainees? størv. Tvs. at teir arbeiða hjá felagnum í eina ávísa tíð fyri harvið at kunna seg við, hvussu eitt oljufelag arbeiðir. -Vit eru sera ovfarin av og fegin um, at [...] frá búskaparfrøðingum og sakførarum til jarðfrøðingar og verkfrøðingar. Teir koma nú at arbeiða á teimum ymsu deildunum hjá danska oljufelagnum. Teir fyrstu føroyingarnir taka við starvinum longu um ein
parturin í Vági, sum kemur undir ætlanina, er strekkið frá Heilsumiðstøðini út til minnisvarðan fyri teimum sjólætnu. Ætlanin er, at miðbýurin skal hýsa felagsskapum, fyritøkum og stovnum, sum vanliga [...] hava eina ætlan fyri økið, so at tað ikki verður farið fram eftir fummum, táið almennir og privatir bygningar verða reistir á økinum. Býráðið hevur samtykt, at gera eina heildarætlan fyri økið. Nú er tað [...] tað so teknað og lagt fyri almenningin. Nú skal tað so gerast liðugt og endaliga samtykkjast í Býráðnum einaferð afturat. Jógvan Krosslá sigur, at tað, sum liggur í hesum er, at tað, sum verður bygt,
á kambinum Tað er ein møguleiki fyri, at GÍ sleppur at royna seg móti HB í Gundadali eina ferð afturat fyri summarsteðgin. Tað sleppa teir, um tað fer at eydnast teimum at vinna seinnu semifinaluna í [...] er, at eg havi ongantíð sæð nakað HB lið, ið hevur verið so væl fyri, sum liðið hjá okkum hevur verið higartil í ár. Vit hava lagt nógv fyri, og tá er tað sjálvandi serliga hugaligt, at úrtøkan er góð. Rumenski [...] til hjá teimum gulu og bláu, sum hava givið okkum so nógvar góðar løtur, framvegis at ríða á aldukambinum. Summir av spælarunum, sum hava borið liðnum uppi, tykjast vera eitt sindur illa fyri og slitnir
at eydnast hjá teimum, men leiðslan helt bara í tveir minuttir. Leiðslumálinum syrgdi Jón Pauli Olsen fyri. Hann er júst komin av flatlondum, og at tað verður fongur í honum var sjón fyri søgn. Dan Djurhuus [...] tá Niklas á Líðarenda bríkslaði fyri síðstu ferð á Svangaskarði sunnudagin. Teir høvdu fingið trý stig niður í skjáttuna, og tað var sera týdningarmikið. Í staðin fyri at vera millum liðini, sum skulu [...] Hansen var fyrstur á mitt fyri málinum og smekkaði til. Vakurt avgreitt, men samstundis undirstriking av, at verjan hjá suðuroyingunum var alt ov illa skipað og tunn mitt fyri. Russaramál Mistøkini í fyrra
umfør vóru avgreidd í 1997, hevði B36 tólv stig fyri fýra sigrar. Nú eru fýra umfør avgreidd í 1998 landskappingini, og úrtøkan hjá B36 higartil er fimm stig fyri sigur móti Sumba og javnleikir á útivølli móti [...] á Borg. Glaðir fyri javnleikin Fuglfirðingar spældu við umleið somu manning, sum teir hava gjørt tað mesta av árinum. Erling Joensen var góður í málinum, og aftur hesa ferð var sjón fyri søgn, at botnurin [...] arbeiddi nógv, men tað var fyri tað mesta í verjupartinum. Tað var heilt týðuligt, at teir á heimaliðnum vóru væl nøgdir við málleysa javnleikin. Teir vóru kroystir, teir bardust fyri at varðveita støðuna,