Tíðindaskriv ----- Ert tú strongd og hevur møguliga ilt við at miðsavna teg? Ella er tú bert áhugað fyri at royna eitthvørt, sum økir um tína persónligu menning? So er meditatión ein møguleiki. Fyri fyrstu [...] lækni. Nútíðar føroyingurin mennist í hvørjum, og tað hevur við sær, at fólk royna nýggjar hættir at fóta sær í gerandisdegnum. Til tess at liva upp til dagligu avbjóðingarnar, er tað oftani neyðugt at fáa [...] meditatión ein góður háttur til at taka. Meditatión kann metast sum eitt amboð fyri at fáa yvirlit yvir dagligu gerðarmálini. Øll kunnu læra at meditera. Tað krevst bert, at tú hevur ein góðan stól at sita
" Nú er sikkurt ein ella onnur klikkað mállæruuppgáva á skránni. Og vissi hann skal spæla ordiliga festligur, so verða vit koyrd í bólkar, halló maður flyt til Russlands, so kunnu tú og tínar bolsjevikkavinir [...] eitur mállæra. Men tað gert also ikki við. Hevði eg verið eldri, hevði eg kunnað farið at lisið føroyskt. Hevði eg lisið føroyskt, hevði eg kunnað verið lærari, flott hugsað hann sjálvur, tað bólta bara vísdómsorð [...] gera lærarar altíð tað? Eg meini, at siga tað sama 100 ferðir! Teir burdu fangað tað; hava tey ikki lært tað enn, so koma tey ongantíð at læra tað, KOM VÍÐARI MAÐUR! Men mállæra kann sikkurt vera áhugaverd
sjálvfylgja. Frástøðan til føroyska nútíðarsamfelagið ger eisini Hannis til ein áhugaverdan eygleiðara og viðmerkjara, sum tá hann nostalgiskt harmast broytta føroyska klubbamentalitetin ella illneitast inn á [...] fingu vit eitt sindur av testosteron inn í føroyskan nútíðarskaldskap, tók ein vinmaður til, tá hann hevði lisið nýggjastu krimibókina hjá Jógvani Isaksen, Krosmessa. Má viðganga, at eg eisini í løtum [...] Heldur verður tað i løtum ein so ráðandi drívmegi, at tú fert at ivast í, um bókin er eitt propagandarit fyri rættinum hjá føroyingum at drepa grind ella ein krimisøga. Pískaður stemningur Hvussu er og ikki
nýtt, sum hann tekur til. Hvat og hvussu Sigurd lærdi í síni tíð til húsasmið, og hevur tí, sum ein part av hesum, fingið innlit í hvussu byggitilfarið er uppbygt. Henda áhugan hevur hann framvegis, nú hann [...] verður til eina gipsplátu, sum at enda verður fest á eitt loft ella á eitt gólv í Føroyum, Danmark og aðrastaðni úti í heimi. - Tað hevur verið sera áhugavert at sæð, hvussu framleiðslan er. - Tú stendur [...] og tað nýtti Sigurd og aðrir eisini høvið til. Her hevði ein fatur á monnum, sum vistu hvat tað snúði seg um. Og tí fingu føroysku gestirnir eitt frálíkt høvi til at seta seg inn í fyrimunirnar við nýtsluni
tónleikin, sum streymar av uppsetta pallinum. Enn er rúgvan av fólki ikki vaksin til tær ovurstóru nøgdirnar, so væl ber til at fylgja við øllum sitandi, og hóast rættur konsert-stemningur enn ikki er komin [...] Útikonsert av tí góða slagnum við túsundtals áhoyrarum, soleiðis sum tú annars best kennir frá Fælledparken í danska høvuðsstaðnum, ella frá beach-festival í onkrum summarbýi, tó at sandurin restaði. Og jú [...] r heima í garasjuni á Tvøroyri framvegis hava headbanga til AC/DC, Alice Cooper og Twisted Sisters, meðan teir hava roynt at vant fingrarnar til at spæla akkordirnar av sær sjálvum, samstundis sum hárið
øll rættindi til føroysku undirgrundina til føroyingar, og tað fegnaðist teir um. 22. desember 1992 kom Poul Schlüther til Føroya og avtalan um undirgrundina varð undirskrivað. Hetta hevur verið ein av [...] kommununi. Hóast fyrrverandi forsætisráðharrin hevur havt stóra ávirkan á føroysk viðurskifti tey 10 árini hann røkti hetta embætið, hevur hann ikki gjørt viðmerkingar til gongdina í Føroyum, síðani hann fór frá [...] fyrireikingarnar til møguliga oljuvinnuna. Tveir partar skulu vera um eina semju Um orðaskiftið viðvíkjandi loysing, sigur Poul Schlüther, at hann altíð hevur havt ta fatan, at tveir partar skulu til at semjast
Rasmussen hevur alla orsøk til at smírast. Og tað ger hann eisini. Presturin í Hvalba sigur seg vera tiknan á bóli av góðu móttøkuni, sum bók hansara um Kierkegaard hevur fingið. Hann hevur selt tvey uppløg [...] úr Hoydølum. Longu tá hevur hann roynt seg til sjós fleiri ferðir, og hugurin til sjógvin var stórur. Eftir studentsprógvið var ætlanin at gerast skipari. - Eg var mín fyrsta túr til sjós sum fjúrtan ára [...] ára gamal og mær hevur altíð dámað ótrúliga sjólívið. Umborð eru bara tú, manningin og havið, og júst tað hugtekur meg. Tú hevur møguleika at gloyma allar sorgir á sjónum. Eg ætlaði mær altíð at gerast skipari
gávan til allar kvinnur, leggur hann flennandi afturat. Maskuliniteturin, sum hvarv 34 ára gamli Gutti Winther er uppvaksin í Havn, men hann hevur lært til kokk í Keypmannahavn, har hann eisini hevur starvast [...] Føroyski maðurin hevur tí holla vitan um at útnytta náttúruna. Hann veit hvussu og nær hvørt djór skal drepast og fáast til høldar, hann hevur amboð og handalag, ja, tað eru enntá ritual til ymsu veiðuna. [...] matstovum. Hann hevur fingurin fast á pulsinum, tá tað kemur til matrák. Tá tað kemur til nýggja gastrosexuella rákið, heldur Gutti ikki, at føroyingurin kann samanberast við mannin á til dømis Vesterbro
Keypir tú jólagávur? - Jú, eg keypi jólagávur, men hesi seinnu árini hevur konan, sum er tann meiri jólaligi parturin av hjúnarlagnum, staðið fyri tí mesta. Men sjálvandi skal hon eisini hava eina gávu [...] stákast og rokast við øllum tí, sum hoyrir høgtíðini til. So, hesi jólini kann eg ikki lata vera við at hugsa um tey, sum hava skerdan førleika ella onkran annan trega at stríðast við. Hvønn týdning hava [...] gávu, sum eg tíbetur havi funnið. Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin? - Vit halda vanliga jól í Grótinum í Klaksvík. Soleiðis verður eisini í ár. Jólaaftan vóru vit øll hjá elstu dóttrini
sagt hevur Magnus Magnusen eisini lisið søgu og landalæru. Tí sleppur hann eisini at forklára okkum, hvat tað er við eldi, sum dregur okkum menniskju so at sær. Hann forklárar, at eldurin altíð hevur havt [...] sum eisini hevur lisið søgu og landalæru og annars arbeiðir í flutningsvinnuni. Fjølbroytti skemtarin er ein sonn eldsál, tá takast skal um endan. Eitt nú herfyri, tá spæliplássið trongdi til eina kerliga [...] endurspeglar seg eisini í málinum, til dømis øskukalt, sum merkir uttan lív. Ella tá eldurin var slóknaður, so var lívið farið, sigur Magnus Magnusen. Eldurin hevur eisini ein serliga atdráttarmegi fyri