Ein fríløta við meditatión

Tíðindaskriv
-----

Ert tú strongd og hevur møguliga ilt við at miðsavna teg? Ella er tú bert áhugað fyri at royna eitthvørt, sum økir um tína persónligu menning? So er meditatión ein møguleiki. Fyri fyrstu ferð verður Acem meditatiónskeið hildið í Føroyum.
Acem er ein norðurlendskur almannagagnligur felagskapur, sum ikki byggir á vinning.
Í vikuskiftinum 7. – 8. mai skipar Acem fyri meditatónskeiði í hugnaligum og náttúruvøkrum umhvørvi á Gjáargarði við Gjógv. Skeiðleiðari er Atle Værsted, lækni.
Nútíðar føroyingurin mennist í hvørjum, og tað hevur við sær, at fólk royna nýggjar hættir at fóta sær í gerandisdegnum. Til tess at liva upp til dagligu avbjóðingarnar, er tað oftani neyðugt at fáa stundir at hugsavna seg um síni persónligu viðurskifti.
Tá er meditatión ein góður háttur til at taka. Meditatión kann metast sum eitt amboð fyri at fáa yvirlit yvir dagligu gerðarmálini. Øll kunnu læra at meditera. Tað krevst bert, at tú hevur ein góðan stól at sita í og ein hálvan tíma morgun og kvøld til tín sjálvs. Í huganum endurtekur tú eitt ljóð innantanna, sum kallast metoduljóð. Ljóðið fær tankarnar at ferðast, sum teimum lystir. Endurtøkan fremur hvíld og linna, minni strongd og meira orku og hervið eisini persónliga menning.
Acem meditatiónin er ment í Norðurlondum seinastu 40 árini og er grundað á sálarfrøðiliga læru um meditatión. Meira enn 60.000 fólk hava lært at meditera eftir hesi skipan.
Úrslit
Tað er einki fjalt ella mystiskt við at meditera, og hátturin er óheftur av átrúna og øðrum samfelagsligum viðurskiftum. Tað hevur víst seg, at meditatión m.a. gevur betri hugsavnan, bøtir um ávís sløg av høvuðpínu, gevur fólki størri yvirskot at standa ímóti trupulleikum og avbjóðingum í gerandisdegnum. Hjá teimum, sum hava svøvntrupulleikar, hevur meditatión víst seg at bøta um náttarsvøvnin, eins og hjá teimum, sum hava ov høgt blóðtrýst. Við at royna meditatión regluliga, økir tú møguleikarnar fyri at kenna tínar persónligu fyrimunir og vansar. Tað kemst av, at tá vit meditera, hitta vit okkum sjálvi - bæði við teimum møguleikum og avmarkingum, sum myndar tann einstaka.
Luttøkugjald 1950 krónur íroknað undirvísing, gisting í dupultkømrum og allar máltíðir. Tilmelding á info@gjaargardur.fo ella á tlf. 423171