Framvið Bókbindaragøtu í Eysturbýnum er eitt tætt og livandi grannalag við raðhúsum, smølum gøtum og spælandi børnum. Ein av undangongufólkunum í grannalagnum er Magnus Magnusen, gekkavertur, sum eisini hevur lisið søgu og landalæru og annars arbeiðir í flutningsvinnuni.
Fjølbroytti skemtarin er ein sonn eldsál, tá takast skal um endan. Eitt nú herfyri, tá spæliplássið trongdi til eina kerliga hond. Áðrenn nakar varnaðist varð spakin settur í, og mold og fjalar fuku um oyrini á virkisfúsa suðringinum, Magnus Magnusen.
Hann fortelur fyri Sosialinum, at ætlanin millum annað er at seta eitt spælitorn upp, og at gera ein krók, har til ber at sita og hugna sær við einum góðum bita av felagsgrilluni tey longu, ljósu summarkvøldini.
Næmingar á Tekniska Skúla hava gjørt spælitornið og grillina.
- Tað er ein vinn/vinn støða at hava eina felagsgrill. Bæði tí tað er gott fyri samanhaldið í grannalagnum, og tí at maturin smakkar so avbera væl, sigur Magnus Magnusen.
- Spæliplássið skal vera eitt savnandi stað. Fyri øll í grannalagnum, ella tá nøkur fá hava hug at taka seg saman, sigur hann og minnist aftur á góðar løtur í Vágsbotni, tá hann og bróðurin Rasmus Magnusen grillaðu 400 búffar til túnadansin undir Bakka.
- Tað var øgiligt. Tað er vist.
Megin í eldinum
Sum sagt hevur Magnus Magnusen eisini lisið søgu og landalæru. Tí sleppur hann eisini at forklára okkum, hvat tað er við eldi, sum dregur okkum menniskju so at sær.
Hann forklárar, at eldurin altíð hevur havt stóran týdning fyri menniskjuni. Hann hevur í stóran mun verið tilverugrundarlagið, bæði fyrr og nú. Fyrr við opnum eldi innandura, og í dag í motorinum, sum hitar húsini
- Fyrr var tað álitisstarv at ansa eldinum. Hetta endurspeglar seg eisini í málinum, til dømis øskukalt, sum merkir uttan lív. Ella tá eldurin var slóknaður, so var lívið farið, sigur Magnus Magnusen.
Eldurin hevur eisini ein serliga atdráttarmegi fyri okkum menniskju.
- Var bál, fór man at hyggja, tí tað var so spennandi. Minnist eisini, tá eg var í Kibutz sum ungur. Tá sótu vit kring bálið og hugnaðu okkum alt kvøldið. Tað hevur uttan iva okkurt serliga dragandi við sær, sigur Magnus Magnusen.
Men við einari fortíð við landalærubøkurnar veit hann eisini væl, at eldurin ikki bara ber gott við sær.
- Tað hevur negativ árin á umhvørvið at brenna. Vit hava í øldir brent fosilt tilfar, sum hevur økt um Co2 útlátið og havt veðurlagsbroytingar við sær. So eldurin er ikki bara góður. So vit grilla bara viðhvørt, sigur hann, og minnir á, at grillin á spæliplássinum verður tikin alment í nýtslu á grannaveitsluni hin 19. Juni.










