Ein gipspláta er ikki bert ein gipspláta

Ofta koma bíligar gipsplátur á marknaðin.  Men tað er ikki vist, at tær eru so góðar fyri tað, sigur Sigurd Vatnhamar.

Danogips: - Eg veit ikki, um vit altíð hugsa um, hví vit byggja okkum hús. Men ein orsøk er í øllum førum eitt ynski um at skapa karmar fyri dagligum hugna, trivnaði, samveru, friði, tryggleika og privatlívi.
- Til tess at skapa røttu karmarnar er gips ein natúrligur partur. Hetta nøktar somuleiðis allan tørvin fyri nútíðar bygging!
Menninir í Danogips í Hobro duga at tosa fyri seg um fyrimunirnar við at nýta gipsplátur í heiminum. Tí hesi fyrimunir eru nógvir og rættiliga eyðsýndir eisini.
Umframt tað at gips verjir móti eldi, vindi og kulda og verjir fyri larmi, eru pláturnar lættar og kunnu lættliga broytast og tilpassast til skiftandi tørvin hjá familjunum.
 
Menning
Hetta er alt vitan, sum starvsfólkini á verksmiðjuni hjá Danogips fegin vilja geva víðari til teir 84 føroyingarnar, sum hósdagin í farnu viku vóru savnaðir saman her.
Hetta var ein partur av skránni, sum ein av kundunum og stórur avtakari, Havnar Timburhandil hevði lagt fyri ferðina til størstu byggimessuna nakrantíð á danskari jørð.
Henda framsýningin skuldi sjálvandi vitjast, men ein vildi í sama andadrátti vísa føroyskum handverksmeistarum á nakrar nýggjar møguleikar og menning innan tilfar til bygging.
Millum teir 84 luttakararnar var Sigurd Vatnhamar, sum dagliga starvast sum lærari á Teknisk skúla.
Hann hevur eina ferð fyrr vitjað hesa verksmiðjuna. Men tað var framvegis áhugavert hjá honum at síggja alt aftur.
- Ein lærir altíð okkurt nýtt, sum hann tekur til.
 
Hvat og hvussu
Sigurd lærdi í síni tíð til húsasmið, og hevur tí, sum ein part av hesum, fingið innlit í hvussu byggitilfarið er uppbygt.
Henda áhugan hevur hann framvegis, nú hann stendur sum undirvísiari frammanfyri teimum sum nú eru í somu læru sum hann á sinni.
Á vitjanini hjá Danogips í Hobro fekk hann tí eisini nógv nýtt at vita um, hvussu gips úr jørðini verður til eina gipsplátu, sum at enda verður fest á eitt loft ella á eitt gólv í Føroyum, Danmark og aðrastaðni úti í heimi.
- Tað hevur verið sera áhugavert at sæð, hvussu framleiðslan er.
- Tú stendur jú við eini plátu í hondunum heima á Føroyum. Men ein veit lítið um, hvat hetta veruliga er og hvussu tað verður gjørt, sigur Sigurd, sum var sera væl nøgdur við hesa vitjanina.
Møguleiki var eisini hjá teim vitjandi at seta fram spurningar, og tað nýtti Sigurd og aðrir eisini høvið til.
Her hevði ein fatur á monnum, sum vistu hvat tað snúði seg um. Og tí fingu føroysku gestirnir eitt frálíkt høvi til at seta seg inn í fyrimunirnar við nýtsluni av hesum danskt-framleiddu gipsplátunum.
 
Broytt breidd
Fyri Sigurd hevði henda vitjanin eisini ein annan týdning.
Hetta var onnur ferðin hjá honum á verksmiðjuni, og tí fekk hann líkasum alt endurtikið eina ferð aftrat.
- Tað var gott at fáa alt hetta uppfrískað aftur. Nú kenni eg framleiðsluna munandi betri enn áður, sigur hann.
Hinvegin so kann Sigurd staðfesta, at framleiðslan er ikki so nógv broytt, síðani hann var her seinast.
Tað var kortini ein einstøk broyting, sum Sigurd beit merki í: Breiddin á plátunum.
 
Lættar at handfara
Menningin innan byggivinnuna hevur eisini havt ávirkan á støddina av hesum plátunum.
Meðan ein hevur hildið meiri fast við longdina, so er breiddin á plátunum minkað rættiliga nógv.
Fyrr var breiddin á plátunum í stóran mun 120 cm., meðan tær nú er smalkaðar niður í 90 cm.
Og hetta hevur eisini sína orsøk:
- Hetta er alt gjørt av ergonomiskum grundum. Pláturnar eru nú bæði lættari og betri at handfara.
- Í so máta er hetta ikki so øgiliga nógv nýtt, men er kortini til fyrimun fyri tann einstaka handverkaran, sigur Sigurd.
 
Ein góð og ein ring pláta
Á Tekniska skúla undirvísir Sigurd í tilfarslæru. Og út frá tí, hann sá og fekk upplýst á Danogips, kann hann taka hetta við í undirvísingina, m.a. tá talan er um gips.
Ofta koma plátur á marknaðin. Her kunnu tær keypast fyri ein bíligan pening tí tær eru uppá tilboð.
Men tað vísir seg ofta, at hesar bíligu pláturnar eru als ikki nóg góðar, tí tær ikki lúka øll trygdarkrøvini sum sett verða í dag.
- Eg kann her greiða teimum frá framleiðsluni og hvussu ein gipspláta verður gjørd og hvat er í henni.
- Og so kann eg jú eisini greiða teimum frá, hvat munurin er á eini góðari plátu og eini ringari plátu, sigur Sigurd.