"...Um stovnssjálvljóðið ikki broytist, so er endingin -ir, tað eru allíkavæl..."
Eg siti ein heilt vanligan morgun í einari heilt vanligari skúlastovu. Eg havi føroyskt og lærarin tosar um mállæru. Tað er sikkurt skilagott, tað, sum hann sigur, og eg burdi kanska fylgt við, men hann tosar um tað sama, sum hann tosaði um í fjør, og fyrra árið og helst eisini árið fyri tað. Hví gera lærarar altíð tað? Eg meini, at siga tað sama 100 ferðir! Teir burdu fangað tað; hava tey ikki lært tað enn, so koma tey ongantíð at læra tað, KOM VÍÐARI MAÐUR!
Men mállæra kann sikkurt vera áhugaverd, okey burtursæð frá mánamorgun klokkan 8 Tað er jú læran um mál, mál læra, heh, kul, ársins lummafilosofi - gott hann sjálvur! Hann gavst við at tosa. Hann og hansara pedagogikumflipp - "hava ein interaktivan tíma, draga næmingin við..." Nú er sikkurt ein ella onnur klikkað mállæruuppgáva á skránni. Og vissi hann skal spæla ordiliga festligur, so verða vit koyrd í bólkar, halló maður flyt til Russlands, so kunnu tú og tínar bolsjevikkavinir arbeiða í bólkum. Eg og Anders ætla okkum so í hvussu er at arbeiða sjálvstøðugt. Ja, alvorliga sjálvstøðugt, eg ætli mær so ikki at arbeiða saman við honum.
Tað hevði faktist verið nokso kul at sloppið at arbeitt sjálvstøðugt. Eg her og Anders har. Havt meirilutan fyri meg sjálvan, sjálvur kunnað avgjørt, hvussu eg loysti mállæruuppgávuna. Eg her og Anders har. Men "dream on" tað verður neyvan í hesi øldini, at eg sleppi tað. Lærararnir halda, at pedagogikum "rules!" "tað sameinir næmingarnar og ger, at teir í framtíðini duga betur at virka sum ein eind" Ein eind! Eg havi einki ynski um at vera ein eind. Eg helt at uppgávan var ein mállæruuppáva, men nú er eindin uppgávan. Henda eind, fær hon tíð, fer hon kanska at hugsa um, at tað er nakað, sum eitur mállæra.
Men tað gert also ikki við. Hevði eg verið eldri, hevði eg kunnað farið at lisið føroyskt. Hevði eg lisið føroyskt, hevði eg kunnað verið lærari, flott hugsað hann sjálvur, tað bólta bara vísdómsorð úr tær í dag.
Sakin klokkan er 8.38, bara 7 minuttir afturat, so er tímin liðugur. "Eg" má heldur fara í gongd við hesa uppgávuna: "Ódnin ýl__ uttanfyri" "ir"; "Eg sovnaði og datt á gólv__" tað má so verða "ið"; "Tjaldri_ misti_ anna_ eyga_" "ð onki ðð" hmm... hugvekjandi, mennandi, kveikjandi. Bara 2 minuttir afturat.
Eg havi funnið útav tí sjálvur, roknað tað út. Um eg nakrantíð skal loysa mállæruuppgávuna einsamallur má annað skinn takast um bak.
Eg fari at lesa føroyskt.
"...tvey undantøk, høgga og selja..."
Skrivað hava: Jóhannes og Snorri