Ein gáva til allar kvinnur

Gastrosexualitetur. Soleiðis verður nýggjasta rákið úti í heimi nevnt. Tað snýr seg ikki um sex, men um kynsligan samleika. Hin fyri nøkrum árum síðani so modernaði metrosexualiteturin er nú á veg út í myrkri, og menn leita maskulinu síðurnar fram aftur. Tað verður gjørt ígjøgnum matgerð - harav navnið Gastro-sexualitetur. Ein phd er skrivað um evnið, og kókibøkur, matmagasin og -sendingar úti í heimi venda sær alsamt meiri til mannliga brúkaran.
Men er tað ikki ein andsøgn, at matur og matgerð framdyrka maskulinitet? Er tað ikki eitt tiltikið og søguligt kvinnuøki? Og hvussu eru føroysku menninir fyri, soleiðis reint gastrosexuelt?
Vit hava spurt Gutta Winther, sum við matsendingini »Spískamarið« setir føroyska ráðvøru, menn og mat á breddan.

Føroyski maðurin er idealið
- Føroyski maðurin fæst sera nógv við mat - og tað er ikki rætt, at tað er eitt kvinnuøki. Tað vóru nokk kvinnurnar, sum gjørdu matin, men menninir fingu matin til høldar og hagreiddu hann, vísir Gutti á.
- Teir hava róð út, flett, skotið harur, fleygað fugl, verið í grind, rænt egg og so víðari. Tað er rátt, ógvusligt og ekstremt maskulint - og tað snýr seg alt um mat, staðfestir Gutti.
Føroyski maðurin hevur tí holla vitan um at útnytta náttúruna. Hann veit hvussu og nær hvørt djór skal drepast og fáast til høldar, hann hevur amboð og handalag, ja, tað eru enntá ritual til ymsu veiðuna.
Hesi aldargomlu gastronomisku virði og stóra vitanin um veiðu og hagreiðing eru fyri stóran part farin fyri skeyti uttanlands. Men nú venda menninir aftur til tað.
- Tað ger føroyski mannin til størsta idealið fyri nýggja maskulina matrákinum, slær Gutti fast.
- Eg haldi man kann siga, at um tað eru maskulinar menn, kvinnur vilja hava, so er føroyski maðurin gávan til allar kvinnur, leggur hann flennandi afturat.


Maskuliniteturin, sum hvarv
34 ára gamli Gutti Winther er uppvaksin í Havn, men hann hevur lært til kokk í Keypmannahavn, har hann eisini hevur starvast í nógv ár og verið leiðari á ymsum matstovum. Hann hevur fingurin fast á pulsinum, tá tað kemur til matrák.
Tá tað kemur til nýggja gastrosexuella rákið, heldur Gutti ikki, at føroyingurin kann samanberast við mannin á til dømis Vesterbro.
- Uttanlands skaffaðu menninir eisini føðina fyri 100 árum síðani. Men nú skaffar tú mat við at skaffa pengar. Upprunin og førleikin eru horvnir.
- Verðin er vorðin ósansalig, lívið er blivið til eina røð av púra eins og gráum døgum. Fólk arbeiða, tey nýta ikki kroppin og árstíðirnar eru eins. Um kvøldið er tað sjónvarp og at fáa børnini í song - og næsti dagur er sama sjabbið. Matur er nakað, sum fæst í handlum - ofta innflutt frá hinari síðuni á jørðini.
Men Gutti vísir á, at seinastu tíðina hava orð sum umhvørvi, náttúra, fairtrade, heilsa og staðbundin matur verið nógv frammi. Mannligir kokkar eru vorðnir superstjørnur. Í Danmark er tað til dømis Thomas Rode, sum er kendur fyri steinaldarkost. Hann er væltrenaður, tattoveraður og maskulinur, og hetta ávirkar heilt víst rákið, heldur Gutti.
- Tá kvinnur gera mat, snýr tað seg ofta um úrslit. Alt skal vera púra klárt, tá fólk koma at eta. Nýggja rákið snýr seg um sjálva prosessina. Tað er ikki longur nøktandi, at skera steikina á jólum - hann vil sjálvur framleiða.
Gutti greiðir frá, at tá nýmótans maðurin býðir fólki til døgverða, súltar hann grønmeti, bíleggur serligt kjøt og forkunnugt vín, granskar og lesir uppá. Tá gestirnir koma, stendur hann í køkinum og leggur seinastu hond á, meðan kjøtið hvílir og sósin fær rætta konsistens. Tað snýr seg um framleiðsluna og um at verða sæddur.
- Tað ikki er pussi-nussi-matur við baby-grønmeti, porcheraðum rognum og eitt sindur av skúmi. Tað er grovt og maskulint: ein vælhingin háryggur ella heilt tjógv - borðreitt á eini fjøl, har man skal dálka seg um hendurnar.

Varðveitti føroyski maskuliniteturin
- Føroyingurin hevur hinvegin ongantíð mist samband við náttúruna og veiðuna. Hann hevur tí ikki tørv á leita eftir mista maskulinitetinum - tvørturímóti eru neyvan aðrir eins maskulinir menn. Orsøkin finst í stóran mun í siðinum at fáa mat á borðið.
Gutti vísir á, at gastronomi er ein inngrógvin partur av føroyska samfelagnum. Tá eini hús verða bygd, er hjallurin ofta tað fyrsta, sum verður teknað, tí hann er tengdur at ættini. Út frá hjallinum skal vera køkur ella grovkøkur. Í kjallaranum skal maðurin hava pláss til byrsur, stampar, flettingaborð, ketildraktir og annað. Kaggarnir við lakaðum spiki og frystiboksin eru fast innbúgv, seiðatrøð eru vanligt húsapynt, og bilurin skal hava krók ella stórt baggagurúm, so pláss er fyri veiðuni.
- Vit eru eitt kulnariskt gjøgnumsúrgað samfelag, sigur Gutti smílandi.
- Fyrr var tað av neyð, at menninir løgdu so nógv fyri. Í dag hava flestu menn ein vanligan, gráan gerandisdag, men so hava teir náttúruna og veiðuna umframt - og tað heldur teimum fast í tí maskulina, brýtur tað gráa og ger mun á árstíðunum, sigur Gutti.
Málandi lýsir hann eitt grindadráp sum dømi.
- Gevaldiga stórir hvalir verða riknir - ofta í fleiri tímar - inn móti landi. Har leypa menn á sjógv, teir vassa í blóði uppundir miðju og drepa hesi stóru dýrini við stórum vápnum og egnum hondum. Síðani skera teir tey í petti. At enda liggja fleiri tons av deyðum, smáttskornum dýrum á kaiini - tað er altso ekstremt maskulint.
- Føroyski maðurin hevur flutt seg nakað, tí hann fylgir nú longu framleiðsluni upp og ger eisini matin sjálvur. Nógvir føroyskir menn duga sera væl og hava gott handalag í køkinum, heldur Gutti.

Hjallurin - eitt mannfólkaøki
- Hóast maðurin ikki rørdi í grýtunum, so hevði hann hjallin, har hann tók sær væl av føðini. Hjallurin er gastronomiska sambindingin millum kynini; har sleppur maðurin og konan tekur við. Men hjallurin er ofta eitt maskulint øki. Har kelar maðurin krovum og grindalikkjum, tað er har krúnan á verkinum er; har úrslitið av longu prosessini foredlast. Hann hevur passað sín seyð í áravís, hoyggjað, rikið og roytt ullina, og nú hongur krovið har. Tað er ein long tilgongd, sum skapar gleði og stoltleika, vísir Gutti á.
- Ofta savnast menninir í hjallinum. Har er eitt serligt tosingarlag; har verður snapsað og reypað - og maðurin og hansara avrik verða sædd - júst sum hjá tí útlendska manninum, sum bjóðar gestunum inn í sína matgerð.
- Tá ein maður í hjallinum greiðir frá um krovini ella stóra kalvan, so er tað týðum bæði inniligt, passionerað, sansaligt og tølandi. Tað er eisini eksperimenterandi, tí í fjør gjørdi hann á ein hátt, men í ár roynir hann nakað annað.
- Hetta eru júst somu lýsingarorð, sum vit nýta um sex, vísir Gutti á, og byggir harvið eina brúgv millum gastronomi, maskulinitet og sexualitet.
- Matur er eisini spælandi, livandi, leikandi, savnandi og ekstremt sansaligur. Tað maskulina stríðið og tann feminina umsorganin - tað bleyta og tað harða - hittast í mati. Tað er tí helst ikki av tilvild, at nýggja rákið hevur fingið heitið »gastrosexualitetur«.
- Og hugsa vit um tað, so er tað ein ótrúliga vøkur mynd, at stríðið, sum maðurin leggur í matin, verður sett fyri familju og vinir - og so verður tað etið og er teimum til gagns. Tað hvørvur bara og einki sæst aftur, men stoltleikin við at geva og gleðin við at fáa kunnu ikki gerast upp. Hetta eru varandi virði. Eg haldi, at tað er hetta, lívið snýr seg um, hugleiðir Gutti.

Dyrka okkara egna
In-orðini í dag eru tað siðbundna, lokala, vistfrøðiliga og burðardygga, og tað ger Føroyar sera áhugaverdar úti í heimi, tí okkara tilfeingi livir frítt í náttúruni.
- Vit virðismeta ikki ordiliga okkara tilfeingi og okkara vitan. Hetta er bara gerandissligt hjá okkum. Men tað eru ósigiliga stór virði í, at øll hava møguleika at skaffa føði og duga at hagreiða hana. Og tað ger okkum til trendsetarar í nýggja rákinum, heldur Gutti.
- Tað hava verið ymisk matrák gjøgnum tíðirnar. Í 90'unum skuldi alt vera italienskt ella mexikanskt, men nú leita vit tíbetur aftur til tað lokala, vísir Gutti á, og kemur at enda við einum hjartasuffi:
- Vit hava heimsins bestu rávørur og vit hava vitan og hegni at gagnnýta tær. Eg vóni tí veruliga, at vit skjótt hava innflutt tann seinasta búffin úr Uruguay.

--------

Gutti Winther
Eigur fyritøkuna Munga
Varð útlærdur '07 frá The Paul (michelinlønt matstova í Tivoli)
Hevur síðani verið køksleiðari nógva ymsastaðni
Gjørdi í 2012 6 partar av Spískamarinum
Ger í 2013 6 nýggjar partar av Spískamarinum
Fer í 2014 at gera seinastu 6 partarnar av Spískamarinum
Tá hevur hann gjørt 18 matsendingar av øllum 18 oyggjunum

---------

Gastrosexualitetur
Eitt maskulint rák, sum mannfólk nú taka til sín
T.d. hava matbløð hava kokkastjørnum, stórar knívar og deyð dýr á forsíðuni
Snýr seg um mat, matgerð og at fáa náttúrligan mat
Eingin pussi-nussi-matur - tað er rátt og ektað
Føroyingar eru fyrimyndir fyri rákinum, tí teir duga at útnytta náttúruna, veiða og hagreiða
-----