Keypir tú jólagávur?
- Jú, eg keypi jólagávur, men hesi seinnu árini hevur konan, sum er tann meiri jólaligi parturin av hjúnarlagnum, staðið fyri tí mesta. Men sjálvandi skal hon eisini hava eina gávu, sum eg tíbetur havi funnið.
Hvar heldur tú jól í ár, og hvussu verða jólini hildin?
- Vit halda vanliga jól í Grótinum í Klaksvík. Soleiðis verður eisini í ár. Jólaaftan vóru vit øll hjá elstu dóttrini, sum nú býr í mínum gamla barnaheimi. So, tað kann ikki verða nógv hugnaligari, sigur Steintór Rasmussen.
Hvat er tað besta, sum er hent í 2019?
- Tað besta mundi vera at sigla í fronsku áunum saman við konuni, børnum, svigar- og abbabørnum og góðum vinfólkum. Men, við árslok frøist eg eisini um mína seinastu krimiútgávu í røðini, at Søgunámið gjørdist veruleiki, og at Deyðin fer í bindiklubb á týska meginlandinum. Men, tær nógvu góðu, hjartaligu og spontanu løturnar við sangi og práti fylla eisini sera nógv í mínum huga.
Og hvat er tað keðiligasta?
- Nei, ikki var tað serliga stuttligt at glíða í hálkuni herfyri og at skula ganga við arminum í fatli tað mesta av desember. Eg dugi sera illa at binda frið og skula hyggja at, meðan familjan stákast og rokast við øllum tí, sum hoyrir høgtíðini til. So, hesi jólini kann eg ikki lata vera við at hugsa um tey, sum hava skerdan førleika ella onkran annan trega at stríðast við.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Tað er eitt frálíkt høvi at steðga á og spyrja, hvør meiningin er við lívinum. Ja, og sjálvandi at takka fyri ta gávuríku tíð, sum okkum er unt her á foldum og annars at njóta ta góðu samveruna saman við familjuni, vinum og kenningum.
Steintór Rasmussen heldur, at fyri tey flestu skulu jólini vera so fullkomin, at trupult er hjá vanligum menniskjum at liva upp til hetta.
- Tí dámar mær næstan líka væl, tá januarmánaði upprennur, og dagurin aftur byrjar at líkjast sær sjálvum, sigur hann.











