Ein gudsvælsignað vinnulívsmafia

- Støðan í føroyska vinnulívinum minnir um støðuna í Sovjet undir Polit-bureaunum. Vit eru fullkomiliga í lummunum á nøkrum fáum vinnulívsmonnum, sum taka avgerðirnar. Møguliga er tað ein stokk konservativ bólkur í føroyska samfelagnum, sum hevur eina konservativa protestantiska áskoðan, sum byggir á, at tey ríku eru tey, ið eru mest vælsignað av Guði, sigur bersøgni hvalbiarpresturin Ólavur Rasmussen í viðtalu við Sosialin

Ein tjúkkur smádrongur, sum ikki dugdi at siga, hvaðani hann var ættaður, hevur vaksið seg stóran og bersøgnan.
Hann er nakað fyri seg á føroyska prestaliðnum, og tá ið hann hittir pressuna, smæðist hann ikki við at sessast á einum av skeinkistøðunum í høvuðsstaðnum Hafnia Lounge.
Ólavur Rasmussen hevur alla orsøk til at smírast. Og tað ger hann eisini.
Presturin í Hvalba sigur seg vera tiknan á bóli av góðu móttøkuni, sum bók hansara um Kierkegaard hevur fingið. Hann hevur selt tvey uppløg upp undir jól, og bókini hevur fingið nógva umrøðu.
Og nú, hann setir niður at tosa um seg sjálvan, átrúnað og annað, er hann í einum stórum kolli og selum. Hann torir at siga sína hugsan hart, og hann torir at verða sín egni. Ólavur Rasmussen tykist ikki órógvaður av at vera óvanliga bersøgin og erligur.
Eg var ræðuliga tjúkkur sum barn. Eg var nógv tjúkkari enn onnur børn, og tað hevði við sær, at øll hildu tað vera ónormalt. Eg minnist, tá eg gekk í vøggustovu í Søborg í Danmark kallaðu øll meg fyri Bamse. Tey tóku synd í mær, men hildu hinvegin eisini, at eg var øgiliga fittur. Eg varð kortini ikki argaður, men øgiliga nógv mussaður, tí tað verður tú eftir øllum at døma, tá tú ert ein fitt og tjúkk bamsa, fortelur Ólavur Rasmussen stórflennandi.

Visti ikki hvaðani hann var
Uppvøksturin hjá hvalbiarpresti hevur verið rættiliga ólíkur øðrum føroyskum børnum, sum eru uppvaksin í sekstiárunum. Foreldrini hjá Ólavi vóru ávíkavist prestur og jarðarmóður, og hetta hevði við sær, at hann flutti javnan bústað. Fyrstu árini hevur hann búð í Klaksvík, á Eiði, niðri í Havnini, í Hoyvík og í Danmark. Ólavur Rasmussen sigur seg minnast hava havt ein góðan og ikki minst fjølbroyttan uppvøkstur.
-Eg havi ongantíð fatað tað sum strævið, at mamma og pápi vóru noydd at flyta so ofta. Hinvegin var tað eitt sindur strævið ikki at vita, hvaðani tú stavaði . Allir mínir javnaldrar kundu siga, at teir vóru frá einum ávísum stað, men tað bar ikki hjá mær. Eg var rættiliga nógv hjá ommu og abba á ávíkavist Skála og í Hvalvík, og tað er tað nærmasta, eg kann siga, hvar eg eri frá, greiðir Ólavur Rasmussen frá.
Tað fellur ikki hvørjum smádrongi í lut at vera sonur at einum presti, og spurdur, hvussu tað var at vaksa upp sum prestasonur, svarar Ólavur:
-Eg havi ongantíð hildið tað vera strævið, og heldur ikki nøkur avmarking. Pápi hevur altíð havt ein frískan hugburð, og eg minnist meg ongantíð verða argaðan at vera prestasonur. Eg gjørdi tað, eg hevði hug til, og eg havi eins og flestu ung gingið í býnum og annað, sum øll onnur ung gjørdu tá.

Vildi gerast skipari
Á sumri í 1977 verður Ólavur Rasmussen studentur úr Hoydølum. Longu tá hevur hann roynt seg til sjós fleiri ferðir, og hugurin til sjógvin var stórur. Eftir studentsprógvið var ætlanin at gerast skipari.
- Eg var mín fyrsta túr til sjós sum fjúrtan ára gamal og mær hevur altíð dámað ótrúliga sjólívið. Umborð eru bara tú, manningin og havið, og júst tað hugtekur meg. Tú hevur møguleika at gloyma allar sorgir á sjónum. Eg ætlaði mær altíð at gerast skipari, men mín ringa sjón forðaði hesum, fortelur Ólavur Rasmussen.
Tá hann ikki kundi gerast skipari, stóð valið millum gudfrøði ella løgfrøði. Valið fall á tað fyrra.
-Eg havi ongantíð kent tað sum trýst at gerast prestur, tí pápi var tað. Hinvegin hevur tað óivað ávirkað mítt val. Eg var ikki serliga hugtikin av gudfrøðini í fyrstani. Gudfrøði er ein samanrenning millum mállærugreinar og heimspeki, og serliga parturin við málunum, hevði eg lítlan áhugað í. Hinvegin fangaði kirkjusøgan og heimspekin meg, sigur Ólavur Rasmussen
Tey, sum velja at lesa gudfrøði kunnu skjótt skriva undir upp á, at júst tann lesturin verður vanliga fataður, sum eitt sindur øðrvísi enn hjá fólki, sum velja at lesa meira vanligar lærugreinar sum løgfrøði, til sjúkrasystir ella maskinsmið. Hetta kemur allarhelst av føroysku fatanini, at prestur hevur ein serligan leiklut í samfelagnum og tað eru fastar reglur fyri, hvussu ein prestur skal bera seg at.
Spurdur, hvussu tú verður uppfataður av tínum javnaldrum, tá ein lesur gudfrøði, svarar Ólavur Rasmussen:
-Eg kundi serliga øsa meg inn á føroyingar. Teir vóru herviligir at koma við stikkpillarum. Føroyingar hava eitt religiøst forkvaklað forhold til gudfrøði. Javnan varð eg spurdur um eg var frelstur, og um eg kundi loyva mær eina øl, tá eg nú las gudfrøði. Eg minnist hetta vera ørkymlandi upplivingar fyri meg.

Opin mafia
Ólavur Rasmussen er eftir øllum at døma ikki liðugur at øsa seg um føroyingar. Presturin fylgir væl við í samfelagsviðurskiftum og politikkur fyllir nógv í hansara lívi.
- Politikkur er drepandi farligur og keðiligur, men hinvegin eisini lívsneyðugur. Talan er jú um okkara gerandisdag, har vit avgera, hvussu virðini verða býtt og hvørji rættindi, vit skulu hava sum borgarar, vísir hann á.
Presturin er brennandi talsmaður fyri, at føroyingar ongantíð ov skjótt gera upp við óskilið innan føroyska vinnulívið, sum hann málber seg.
-Gandaorðini í dag eru liberalur politikkur og privatiseringar, men støðan í føroyska vinnulívinum minnir meira um støðuna í Sovjet undir Polit-bureaunum. Vit eru fullkomiliga í lummunum á nøkrum fáum, sum taka avgerðirnar. Tað eru nakrir heilt fáir vinnulívsmenn, sum sita á valdinum í Føroyum.
Ólavur nevnir skipanina við fiskaloyvunum, sum eitt sera sigandi dømi um hetta óskil. Hann hevur hug at samanbera føroyskar vinnulívsmenn við mafiosar.
-Fiskaloyvini eru besta dømi um, hvussu nakrir fáir sleppa fram at. Onkur hevur skotið baptistarnar fyri at ganga á odda í hesum, men tað eru ikki bara teir. Eg kenni nógvar baptistar, sum ikki fáa ágóðan av almennu fiskaloyvunum. Tað hevur verður sagt, at mafian í Føroyum er tað mótsatta av henni í Italia. Í Føroyum er mafian ikki duld, men sjónlig og øll vita hvørjir hesir menninir eru. Tú hevur tann fyrimun at vera opin mafiosur í Føroyum, tí vit føroyingar av ein ella aðrari orsøk góðtaka hesar spælireglur, heldur hvalbiarprestur.
Hann dugir ikki at taka dagar ímillum, hví føroyingar góðtaka, at nakrir fáir vinnulívsmenn sita á øllum valdinum, sum hann vil vera við.
-Eg áni ikki, hví vit halda fram við at góðtaka tað og ikki tora at taka uppgerðina. Kanska lata vit vera at gera nakað, tí vit einfalt hava nøkur sjálvssøkin motiv. Vit vóna kanska, at vit gerast ein av teimum, sum enda við at fáa peningaliga ágóðan av hesum óskili. Kanska er tað óttin fyri tí ókenda. Møguliga er tað ein stokk konservativ bólkur í føroyska samfelagnum, sum hevur eina konservativa protestantiska áskoðan, sum byggir á, at tey ríku eru tey, ið eru mest vælsignað av Guði. Hetta sama mynstrið sóu vit millum jødarnar í gamla testamenti, har tey við tjúkkastu bankabókin vóru mett at vera mest vælsignað, sigur Ólavur Rasmussen.
Hann slær fast, at tað er bara fólkið í Føroyum, sum kann seta krøv um at demokratisera okkara rættindi í føroyska samfelagnum. Hann vísir á, at tað ikki ber til at tosa um, at vit øll eiga rættindini, tá veruleikin er, at tað einans eru nøkur fá, sum stýra øllum.

Vandamikið gullasch
Bókin hjá Ólavi Rasmussen um danska heimspekingin Søren Kierkegaard, Antin Ella, er í stóran mun ein uppgerð við trongdskygdan kristindóm. Júst trongdskygdi kristindómurin hevur sambært rithøvundanum veruliga fingið fastatøkur í Føroyum seinastu árini. Hann óttast serliga samanvavsturin av politikki og átrúnaði, sum er rættiliga sjónligur í føroyskum politikki í dag.
-Kjakið um rættindini hjá bøssum og lesbiskum eru góð dømi, har tú tekur moralskar spurningar og viðgerð teir politiskt og samstundis brúkar nýggja og gamla testamentið er ein ómetaliga vandamikil gullasch. Blandingurin av løgfrøði, politik og átrúnað hevur elvt til 100 ára kríggj í heiminum, og blóð hevur flotið í gøtunum í so nógvum litrum, at vit slettis ikki kunnu telja teir, sigur hann.
Ólavur heldur, at vandamikli samanvavsturin av politikki, løgfrøði og átrúnaði er nógv sjónligari í Føroyum, tí nú er ein politiskur flokkur, sum hevur sítt grundarlag í hesum samanvavstri. Presturin sipar í hesum føri til Miðflokkin.
-Tú hevur ikki hoyrt føroyskar politikarar áður nýtt og misnýtt kristindómin sum teir gera nú. Hesir politikarar síggja beinleiðis møguleikan at nýta kristindómin til at fáa politiskt vald. Tú hevur áður havt einstakar politikarar í teimum ymiskum flokkunum, sum hava roynt hetta, men ikki flokkar burturav, sum vilja hava vald og vilja brúka tað. Miðflokkurin fær politiskt vald upp á grund av Gudi, hugleiðir hann.
Spurdur, hví politikarar, sum nýta og misnýta kristnidómin verða valdir á Føroya Løgting, svarar hvalbiarprestur:
-Sekterisman í Føroyum er nógv sterkari í dag enn fyri nøkrum árum síðan. Somuleiðis er spjaðingin í føroyska fólkinum økt. Tá sekterisman økist, hevur tað við sær, at egoisman er veksur, tí egoisma og sekterisma er tað sama. Bæði egoisma og sekterisma hava bæði ein trongdskygdan máta at síggja veruleikan upp á. Úrslitið verður, at tú fært fólk, sum siga seg kenna tann æviga sannleikan, og tað er tað sama sum at taka einkarætt til at tulka tilveruna hjá øðrum menniskjum. Hetta er rein egoisma. Sekterisman leggur allan dent á, at tað eri eg, sum eri frelstur, tað eri eg, sum havi mítt uppá tað turra. Tað snýr seg ongantíð um heildina, um okkum øll. Tað snýr seg bara um tey innvígdu.
Ólavur kallar tað, sum fer fram á politiska pallinum fyri reindyrkaða rasismu, og hesum mótmælir hann harðliga.
-Hetta er nógv verri enn erlig rasisma. At hata ein nekara tí at hann er svartur er ein erlig søk, tí at ein slík rasisma er grundað á býttleika og óvitan. Men at siga seg elska bøssan, men at hata hansara synd, hansara homoseksualitet, er ein ógvuliga besnissað rasisma. Serliga, tá ið ein vaskar sínar hendur í onkrum skriftstaði. Ja, í roynd og veru er tað Jesus, sum fær skuldina, hann sum segði, at vit ongan skulu døma.
Hann heldur, at í somu løtu vit sortera millum menniskju í Guðs navni gerst kristindómurin lívsfarligur. Eins farligur og islamisk ella jødisk fundamentalisma. Henda trongskygda fatanin hevur eftir hansara tykki einki við kristindómin at gera. Tvørturímóti oyðileggur henda fatanin trivnaðin, lívsgleðina og skapanargleðina. Ikki minst oyðileggur henda fatanin tilvitskuna um, at vit øll somul, hóast alt, eru í sama eksistentiella báti, slær Ólavur fast.
Hvalbiarprestur sigur seg brenna fyri uppgerðini millum trongdskygda kristindómin og meira verðsliga kristindómin í Føroyum. Hann ásannar, at henda uppgerð í stóran mun eisini skal takast innanhýsis í fólkakirkjuni. Hann skýrir teir ungu og nýggju prestarnar fyri at vera ógvuliga konservativar og umboða ein ein trongdskygdan kristindóm.
-Tað var O.K. Olofson, sum byrjaði hetta nýreligiøsa rákið í fólkakirkjuni. Tú sært serliga hetta rák rundan um Miðflokkin og nýggju prestarnar í dag. Hetta rák er við at drena næstrakærleikan úr kristindóminum. Eg eri bangin fyri, at teir sokallaðu modernaðu prestarnir við sínum miðaldarsjónarmiðum fara at oyðileggja og knúsa fólkakirkjuna og kristindómin. Fólkakirkjan má taka uppgerðina við hesi trongdskygdu sjónarmið, tí tað kann føra til ørskap um vit skulu fortelja hvørjum øðrum, hvør er verdur til at kalla seg kristnan. Eg ræðist hesa fundamentalismuna sum pestina, og eg ivist ikki í, at tað í stóru rørsluni brøðrasamkomuni eisini er ein djúp trongd eftir einum meira fólksligum kristindómi, fortelur hann.
- Men hetta skal standa fyri mína egnu rokning, leggur hann aftrat.
Ólavur Rasmussen heldur, at føroyingar eru við at vakna andaliga úr einum dvala. Hann vísir serliga á stóru undirtøkuna á kirkjuráðsvalinum í Havn og stóru undirtøkuna, sum hansara egna bók um Kierkegaard fær. Hann sigur seg vera sannførdan um, at fólk hava djúpa ræðslu fyri tí sum fer fram, og kirkjuráðsvalið var eitt gott dømi um eina uppgerð við trongskygda kristindómin í Føroyum.

Hvørja fatan hevur Ólavur Rasmussen av kristindóminum?
-Lívið er margfalt og vit eru øll ymisk og tað skulu vit viðurkenna og góðkenna. Vit skulu eitt nú góðtaka, at vit hava ymiska sexuella orientering, tí vit eru ikki øll skapt líka. Var tað nakað, Jesus gjørdi upp við, so var tað teir skriftlærdu og hesi um sitera skriftina sum grundarlag fyri, at tey kunnu koma við rasistiskum úttalilsum um okkara medmenniskju.

- Í kristnum týdningi er Jesus tann heilt stóri persónurin í mínum lívi. Eg livi ikki á nakran hátt upp til hansara krøv, men tað er júst poingið. Jesus segði tey meistarligu orðini, at eingin trýr so nógv sum tað lítla barnið. Hetta burdi givið okkum vaksnu, sum reypa okkum av okkara stóru trúgv, nakað álvarsligt og grundleggjandi at hugsa um. Uggin er, at Jesus elskar tað lítla barnið í okkum øllum somlum.
Liberalur prestur
-Stutt fyri eg skuldi taka við prestastarvinum í Hvalba gekk sum rótasúpan, at kirkjan fór at gerast til eitt dansistað. Tá eg arbeiddi í SvF hevði eg nógvar vinmenn frá arbeiðsplássinum og mær dámar væl at fara í dans og fáa mær ein sving om. Tað gjørdu vit nógv í Kagganum tá, og tá eg fái prestastarvið byrjar henda søgan at ganga í Hvalba. Tað er skjótt at verða fordømdur í Føroyum, men so skjótt tú andlit til andlits vísir hvør tú ert, hvørva fordómarnir. Harragud Páll, tíðirnar broytast. Vit sita beint nú á einum vertshúsi, Hafnia Lounge á Áarvegnum í Havn. Fyri nøkrum árum síðan trúði eingin, at Hafnia fór at fáa sær skeinkiloyvi. Vit sita her so friðarligir og fáa okkum ein kaffimunn og eitt prát. Vit hittast her, tí at her hittist fólk. So einfalt er tað.
Í føroyskum høpi verður Ólavur Rasmussen vanliga flokkaður sum ein liberalur prestur. Hann er fráskyldur einaferð og er ikki bangin fyri at vera sæddur á einum vertshúsi. Fyri mong verður hetta mett ikki at vera í samsvar við tann leiklut, vit føroyingar áleggja presti. Siðvenjan í Føroyum hevur verið at prestur traðkar varliga.
-Eg fái ikki so nógvar viðmerkingar fyri mín lívsstíl sum fyrr. Føroyingar eru sum onnur fólk, tá tað kemur til tey basalu tingini. Ert tú tann tú ert, góðtaka fólk tað. Um tú sum prestur byrjar at spæla ein dupultan leiklut, tí tú ert bangin fyri hvat fólk fara at siga, kemur tú sum menniskja í eini óhaldbara støðu. Havi eg hug at fáa mær ein dans, fái eg mær tað. Tað skal eingin blanda seg í og hatta tími eg ikki at krógva heldur. Fyri okkum prestar ger tað sama seg galdandi, sum fyri øll onnur menniskju. Sting fingurin í jørðina, har sum tú ert staddur, men sting hann ikki so djúpt, at tú missir teg sjálvan burtur, sigur Ólavur Rasmussen.