hanga á Reginu, tí líkamikið hvussu góður ein leikari er, so er talan altso um eina liðítrótt, og tá er ein leikari ikki nóg mikið. Sjálvsagt ger tað góðan mun, at ein somikið góður leikari er á liðnum [...] leygardagin, mundu tey vera fá, sum grunaðu at tey í seinna hálvleiki skuldu verða vitni til eina sanna framsýning frá VB, sum setti heimaliðið so dyggiliga upp pláss seinastu 30 minuttirnar. Eingin ivi [...] hálvleikur byrjaði, gjørdist tó rættuliga skjótt greitt, at nú høvdu vágsgenturnar endiliga fingið trýst á ketilin, og eftir 15 minuttum høvdu tær økt um munin, soleiðis at máltalvan nú vísti 25-10. Eftir hetta
tí venjarin hjá Vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen, fór í staðin á vøllin sjálvur, og hann leikti ein góðan dyst, so leingi hann var á vøllinum. StÍF leikararnir sóu eisini út til at hava mist alla vón [...] so hevur hann verið forfylgdur av skaðum, men mikukvøldið var hann so aftur at síggja á besta VÍF liðnum. Hóast tað á renningarlagnum var líkt til, at hann enn er eitt sindur darvaður av skaðanum, so var [...] VÍF-StÍF 32-21 (15-11) Talan var um tey bæði liðini, sum í løtuni liggja ovast á stigatalvuni í landskappingini, eins og talan somuleiðis er um tey bæði liðini, sum hava verið meistarar seinastu árini
setti Gud hini stóru ljósini á himmalhválvið. Sólin ber ljósan dag, og mánin lýsir upp á myrkari nátt. Hesi bæði ljósini áseta hátíðir, dagar og ár. Mong støð í skriftini vísa á, at tíðin alt frá upphavi [...] fór nú til verka á annan hátt, og hann metti tíðina fullbornað. »Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað [...] tíðin, lívsins sanna høga innihald. Frá upphavi var hann í faðirsins dýrd, og ríki hansara er um ævir grundfest. Einastaðni ímillum upphav heimsins og endaleysa ævinleikan búleikast menniskjan á jørðini. Meðan
m.a. sigst byggja á umsorgan teirra fyri teimum veiku í samfelagnum. Hvussu skuldi ein landsstýriskvinna úr Sjálvstýrisflokkinum tá megnað at náa ítøkiligum úrslitum. Íðin hevur H.D. á Neystabø tó endurtikið [...] P. á Reynatúgvu og Finnur Helmsdal, nýggju pensiónslógina. Hendan lóg er einfaldari og í førum rættvísari enn gamla lógin. Tað er tó rímuligt, at hjá teimum, sum missa, kann verða trupult at sanna lógarinnar [...] sum ein rættur maður og seta samgongufelagarnar upp á pláss, ella um hann framhaldandi fer at sita, sum pynt við róður samgongunnar, sum nevsligin lundi á jólanátt. Politiska viðferðin, sum hetta mál hevur
longur fram á vegin, har okkara egnu eftirkomarar bíða okkum. Lat okkum tí, tá seinasta rakettin er farin á flog, aftur fara undir okkara »egna« gerandisdag og okkara »egnu« trupulleikar. Á henda hátt vil [...] At um vit ikki byggja á felags virðir og virðing, sum hvør einstakur kennur seg aftur í og kennir seg hava ávirkan á, so er ongin framburður møguligur. Seta vit blint okkara álit á anonymar kreftir sum [...] byggir á tann gamla føroyska kristna siðaarvin. Missa vit okkara egnu mentan so verður tjóðin skjótt fokin. Hetta verður ein týdningarmikil politisk uppgáva í teldu og internetøldini, sum vit standa á gáttini
avgera. Tó so at vit eisini kunnu hava ávirkan á, hvussu Guds skapanarverk lagar seg. Og her kunnu vit bert sanna orðini hjá fyrrverandi fisksølumanni í Sosialinum á nýggjárinum, har hann kemur við eini rættiliga [...] Útvarpið hevði sera áhugaverda sending nýggjársdag um framtíðina á hesum klettum. Samanumtikið varð sendingin merkt av bjartskygni og varð víst á nógvar gongdar leiðir at vinna fólki og landi nýggj arbeiðspláss [...] ta stóru óvissu, sum eitt nýtt 10 ár, eitt nýtt 100 ár og eitt nýtt 1000 ár hava at bjóða. Vit fara á hesum týðandi og lutvíst friðaliga vegamóti at ynskja øllum okkara viðskiftafólki og øllum Føroya fólki
leingi er tað, ið væl skal verða?, og hetta megu vit helst eisini fara at sanna í hesum málinum. Vit hava fyrr á hesum stað víst á, at tað er skeivt fyri ikki at siga ábyrgdarleyst at skunda ella trumla [...] eitt nú hava vit fingið Hvítubók, vit hava fingið Caragata-frágreiðingina, vit hava havt orðaskifti á tingi og í fjølmiðlunum um hetta málið osfr. Hóast her fyriliggja nógvir áhugaverdir upplýsingar, so [...] hetta málið. Tað er nógv størri enn so. LØGMAÐUR hevur í hvussu er gjøgnumhugsað støðuna síðani hann á sinni gjørdi avtalu við Tjóðveldisflokkin. Hann er ikki so avgjørdur longur, tó at hann framvegis er
øll arbeiða innan heilsuøki vóru boðin við á fundin. Heðin Thomsen yvirlækni á landssjúkrahúsinum, Hjalti Gunnarstein apotekari, Lynn Reveal avvenjari og Sanna Hansen ljósmóður, løgdu fram og greiddu okkum [...] føroyingur doyr av royking. Eisini landsstýriskvinnan í almanna og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, var við á fundinum. - Royking er ein vaksandi trupulleiki í skúlunum runt um landi. Tí eri eg sera fegin [...] stigtakarunum til fundin týskvøldið var Manne Persson, ið eisini er lærari á Eysturskúlanum. - Royking hevur verið ein stórur trupulleiki her á skúlanum í nógv ár. Vit hava roynt ymiskt fyri at koma roykingini
Okkurt um 2000 útlendskir gestir vóru á filmsstevnuni, sum er tað størsta mentanartiltakið í Hollandi. Fleiri enn 300.000 fólk vóru og hugdi eftir filmum, sum vórðu vístir á stevnuni, og ein av teimum fáu filmunum [...] filmar verða sýndir á stevnuni, sleppa eisini nakrir teirra við í kappingina um tær tríggjar virðislønirnar. Ongin danskur filmur er enn sloppin við í kappingina, og tí kom tað óvart á øll, at Bye Bye Blue [...] var ikki ein teirra. Á eini filmstevnu í Mannheim møtti Katrin einum manni, sum hevði samband við stevnuna í Rotterdam. Hann bæð um eitt eintak av filminum, sum fekk sera góða umtalu á hesi stevnu. ? Eg hugsaði
Kvøldsetan byrjar kl. 19.30 í Klingruni, atgongumerki á 50 kr. fáast við inngongdina. Skráin er henda: Tónleikur: Andrea Mortensen, klaver, Guðný Næs, violin. Felagssangur: Algóði guð mín faðir er. Kvinnan [...] Poulsen Dam. Gomul sálmaløg: Gunhild V. Michelsen, Gunnvør Poulsen, Hjørdis Reinert, Randi Hansen og Sanna W. í Brekkunum syngja. Eva skrivar til Guð: Marjun Bæk lesur. Tónleikur: Andrea Mortensen, klaver