Tjaldur-VB 17-37 (9-13)
Tá farið varð til hálvleiks í dystinum í Runavík leygardagin, mundu tey vera fá, sum grunaðu at tey í seinna hálvleiki skuldu verða vitni til eina sanna framsýning frá VB, sum setti heimaliðið so dyggiliga upp pláss seinastu 30 minuttirnar.
Eingin ivi
Fyrri hálvleikur hevði sum so verið rættuliga javnur, tó at VB moti endanum av hesum megnaði at vinna sær eina hampuliga trygga leiðslu.
Tá seinni hálvleikur byrjaði, gjørdist tó rættuliga skjótt greitt, at nú høvdu vágsgenturnar endiliga fingið trýst á ketilin, og eftir 15 minuttum høvdu tær økt um munin, soleiðis at máltalvan nú vísti 25-10.
Eftir hetta var lítið og einki at spæla um, og restin av dystinum var bert ein spurningur um at fáa tíðina at ganga.
Endiliga
Sum nevnt omanfyri, so hava vit fleiri ferðir gjørt vart við, at VB genturnar eftir okkara tykki áttu at fingið nógv meira burtur úr tí leikaratilfari, sum tær hava.
Í byrjanini sá heldur ikki so galið út hjá teimum, men onkursvegna tóktist tað soleiðis, ósigurin í Vestmanna fullkomuliga tók mótið frá leikarunum.
Í alt taptu tær 4 dystir á rað, og hóast tær sunnudagin aftur máttu lúta fyri Stjørnuni, er lítið at ivast í, at suðuroyðargenturnar nú eru um at finna rætta stevið aftur.
Serliga er at fegnast um, at tað ikki longur er líkt til, at øll ábyrgdin skal hanga á Reginu, tí líkamikið hvussu góður ein leikari er, so er talan altso um eina liðítrótt, og tá er ein leikari ikki nóg mikið.
Sjálvsagt ger tað góðan mun, at ein somikið góður leikari er á liðnum, men við tað, at mótstøðuverjurnar mugu leggja alstóra orku í at verja fyri Reginu, skuldi hetta givið nógv meira rásarúm til viðleikararnar hjá henni, og nú er eisini líkt til, at hinar eru farnar at gera um seg.
Enn er ivaleyst ov tíðliga at fara at gita nakað um endastøðuna hjá Vágsgentunum, men ivaleyst fara tær at gera onkran vørrin afturat í hesum kappingarárinum.
Sær svart út
Hjá Tjaldrinum sær hinvegin svart út. Enn hava tær einki stig fingið burtur úr sínum royndum, og hóast tær fleiri ferðir hava verið nær við, so hevur tað altíð gloppið á stokkinum, tá avtornað er.
Niðurflyting til lægri deild verður tó ikki aktuelt í hesum umfarinum, og aðalmálið hjá Tjaldrinum má helst eisini vera, at verða verðandi í deildini komandi árini, soleiðis at tær, sum nú eru í yngru deildunum, hava eitt 1. lið at koma upp til, tá tað eina ferð verður teirra túrur.
Dysturin í tølum:
Tjaldur: Sunrid Gleðisheygg 8, Kristian Ellingsgaard 4, Mona Langgard 3, Oddvá Fossdalsá 2
VB: Gurið Mortensen 10, Arnleyð Krosslá 7, Sólrun Krosslá 7, Regina Radó 5 (4), Rannvá Augustinussen 5, Christian Holm 3
Brotskøst: VB 6
Útvísingar: Tjaldur 4, VB 1
Diskvalifikatión: Tjaldur 1