Vælkomið ár 2000

Okkara politikarar eru settir til at umsita og stýra okkara ynskjum og krøvum til hvør annan og til umverðina sum so. Men teir hava brúk fyri serkunleikanum og eisini krittiskum og konstruktivum leikmonnum/fakfólki at vegleiða seg í menningini av samfelagnum. Vit eiga nógv góð fólk, men stóra kynstrið er at vilja og duga at brúka hesi mongu góðu fólk. Tað er at halda teimum til.

VIT hava nú gloppað dyrnar inn í ár 2000 og kaga innar í ta stóru óvissu, sum eitt nýtt 10 ár, eitt nýtt 100 ár og eitt nýtt 1000 ár hava at bjóða. Vit fara á hesum týðandi og lutvíst friðaliga vegamóti at ynskja øllum okkara viðskiftafólki og øllum Føroya fólki vælkomin inn í ár 2000 og ynskja øllum eina góða og trygga framtíð.


HVAT hevur so henda nýggja øldin at bjóða okkum - ella hvat hava vit at bjóða henni? Talan er nevniliga bæði um at taka og geva. Og grundarlagið undir hesum báðum fevnir um evni og førleika okkara at handfara tilfeingið, náttúruna og hvør annan rætt. Hvussu náttúran annars fer at bera seg at í framtíðini eru vit ikki harrar yvir at avgera. Tó so at vit eisini kunnu hava ávirkan á, hvussu Guds skapanarverk lagar seg. Og her kunnu vit bert sanna orðini hjá fyrrverandi fisksølumanni í Sosialinum á nýggjárinum, har hann kemur við eini rættiliga álvarsligari og áhugaverdari áheitan á okkum føroyingar, nú farið verður inn í eina nýggja øld. Har appelerar hann til vit og skil og kenslur okkara um at geva einum reinum umhvørvi og einum skilagott troyttum tilfeingi 1. prioritet. Útvarpið hevði sera áhugaverda sending nýggjársdag um framtíðina á hesum klettum. Samanumtikið varð sendingin merkt av bjartskygni og varð víst á nógvar gongdar leiðir at vinna fólki og landi nýggj arbeiðspláss og inntøkur. Hinvegin varð kanska gjørt í so lítið burtur úr teimum vandum, sum eru/kunnu vera fyri framman. Nú er sjálvandi ilt at spáa um framtíðina, men kortini eiga vit at brúka nógva orku uppá at forða fyri teimum negativu avleiðingunum av framhaldandi virksemi á hesum oyggjum.


OG í báðum førunum - tá talan er um at síggja nýg gjar møguleikar og at vera varugur við vandar - er brúk fyri góðum fólki við innliti og sunnum fornufti. Okkara politikarar eru settir til at umsita og stýra okkara ynskjum og krøvum til hvør annan og til umverðina sum so. Men teir hava brúk fyri serkunleikanum og eisini krittiskum og konstruktivum leikmonnum/fakfólki at vegleiða seg í menningini av samfelagnum. Vit eiga nógv góð fólk, men stóra kynstrið er at vilja og duga at brúka hesi mongu góðu fólk. Tað er at halda teimum til. Tað krevur, at vit leggja Jantelógina á hillina, at vit hyggja út um okkum sjálvi, at vit vísa øðrum við øðrvísi meiningum virðing osfr. Tað krevur so eisini, at hesi fólki kenna tað sum sína skyldu at geva sítt íkast til samfelagstjakið/menningina. Og tað krevur eisini, at vit geva pláss fyri sjónarmiðjum, sum ganga Róma beint ímót tvs. fólki, ið eru atfinningarsom móti tí etableraðu skipanini og teimum stýrandi á øllum hugsandi rókum. Í farna ári mistu vit tríggjar sera virknar samfelagskritikkarar og debatørar,nevniliga Tórmóð Dahl, John Smith og Karl Nolsøe. Allir vóru teir seregnir og mettir ójavnt at øðrum. Antin vit kundu taka undir við teimum ella ikki, so røktu hesir tríggir sína demokratisku skyldu, nevniliga við at brúka egnu evni, útbúgving og lívsroyndir til at tjakast um stórar og álvarsligar samfelagsspurningar. Teir tordu at seta spurningar og at koma við svarum, ið ikki altíð vóru so væl móttikin. Vónandi fara vit í hesi nýggju øldini eisini at seta við onnur, sum kunnu taka við eftir teir og fullføra teirra verk, ið hevði sum stevnu at byggja eitt enn betur samfelag. Her kunnu fjølmiðlarnir eisini vera við til at lyfta, og tað skal vera okkara vón, at lesarar okkara fara at brúka tann karm/forum, sum eitt nú Sosialurin hevur skapt.