8. mars ár 2000 í Norðurlandahúsinum

Aftur í ár verður 8. mars, Altjóða Kvinnudagurin, hildin í Norðurlanda-húsinum, hesaferð við fyrilestrum, sangi og tónleiki.

Kvøldsetan byrjar kl. 19.30 í Klingruni, atgongumerki á 50 kr. fáast við inngongdina. Skráin er henda:

Tónleikur: Andrea Mortensen, klaver, Guðný Næs, violin.

Felagssangur: Algóði guð mín faðir er.

Kvinnan innan kirkjugátt: Inga Poulsen Dam.

Gomul sálmaløg: Gunhild V. Michelsen, Gunnvør Poulsen, Hjørdis Reinert, Randi Hansen og Sanna W. í Brekkunum syngja.

Eva skrivar til Guð: Marjun Bæk lesur.

Tónleikur: Andrea Mortensen, klaver, Guðný Næs violin.

Felagssangur: Gakk tú fram við góðum treyst.

Aftaná verður høvi at diskutera við prestarnar ella bara sita í friði við einum drekkamuni og práta í kaffistovuni.

Tað er kvinnufelagið í Havn, sum skipar fyri.