Eysturskúlin skal gerast roykfríur

Eysturskúlin í Havn er farin í hernað. Virkast skal soleiðis fyri, at skúlin gerst roykfríur

Jákup Bogi Joensen


Nógv fólk høvdu leitað sær niðan í Eysturskúlan í Havn týskvøldið, har skipað varð fyri stórum upplýsandi fundi um royking. Fundurin var fyrst og fremst ætlaður foreldrum at næmingum í Eysturskúlanum.

Eysturskúlin hevur sum hin fyrsti skúlin í landinum tikið stig til at koma roykingini til lívs. Hetta skal gerast við miðvísum upplýsandi arbeiði.

Átta fólk sum øll arbeiða innan heilsuøki vóru boðin við á fundin.

Heðin Thomsen yvirlækni á landssjúkrahúsinum, Hjalti Gunnarstein apotekari, Lynn Reveal avvenjari og Sanna Hansen ljósmóður, løgdu fram og greiddu okkum frá um vandarnar, ið standast av tubbakki.

Heðin Thomsen yvirlækni vísti millum annað á, at tað í Danmark doyggja umleið 13.000 fólk árliga av royking. So svørt síggja tølini tó ikki út her hjá okkum, men tey eru tó rættiliga skakandi. Okkurt um 86 ella fimti hvør føroyingur doyr av royking.

Eisini landsstýriskvinnan í almanna og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, var við á fundinum.

- Royking er ein vaksandi trupulleiki í skúlunum runt um landi. Tí eri eg sera fegin um, at Eysturskúlin tekur stigið fult út, og setur sær sum mál at gerast roykfríur, segði Helena Dam á Neystabø millum annað. Tølini vísa heilt greitt, at tey allar flestu byrja at roykja um 14 ára aldur.

Tí hevur Eysturskúlin gjørt av at venda sær serliga til júst hendan aldursbólkin, tá talan er um upplýsandi arbeiði.

Ein av stigtakarunum til fundin týskvøldið var Manne Persson, ið eisini er lærari á Eysturskúlanum.

- Royking hevur verið ein stórur trupulleiki her á skúlanum í nógv ár. Vit hava roynt ymiskt fyri at koma roykingini til lívs, men ongantíð er tað eydnast. Einaferð var fullkomið bann sett fyri at roykja í Eyturskúlanum, men hetta datt niður fyri aftur. Nú royna vit so aftur, og vóna at vit upp á henda hátt kunnu forða fyri at ung fólk byrja at roykja, segði Manne Persson, í stuttari viðmerking við Sosialin.

Á fundinum týskvøldið kom annars fram, at Eysturskúlin eisini fer at gera nakað fyri tey sum longu eru byrjað at roykja. Skúlin fer nevnliga at bjóða næmingum, sum vilja leggja av at roykja, serkøna og ókeypis hjálp.

Uttan iva ein sera góð hugsan sum aðrir skúlar áttu at tikið til sín.

Í hvussu so er vísti Helena Dam á Neystabø landsstýriskvinna, málinum stóran áhuga og segði, at hon vil gera sítt til, at arbeiði móti royking verður gjørt til fulnar.