Eitt konufólk, sum seldi atgongumerki í einum biografi í Keypmannahavn, ávaraði fólki ímóti hesum føroyska filminum.
Danska Filmsinstituttið valdi aðrar danskar filmar at umboða Danmark á filmsstevnuni í Rotterdam.
Men tá avtornaði, stóð føroyski filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir, Bye Bye Blue Bird, eftir sum tann stóri vinnarin.
Fyri fyrstu ferð fekk ein norðurlendskur filmur tiltiknu VPRO Tiger Award, og hetta hendi tá stevnan í Rotterdam varð hildin fyri 29. ferð.
? Hetta er tann størsti heiðurin, eg nakrantíð havi fingið, sigur Katrin Ottarsdóttir, sum eftir virðislønina mátti finna seg í einum havi av blitsljósum, og at altjóða bløð høvdu stóran áhuga fyri henni.
Okkurt um 2000 útlendskir gestir vóru á filmsstevnuni, sum er tað størsta mentanartiltakið í Hollandi. Fleiri enn 300.000 fólk vóru og hugdi eftir filmum, sum vórðu vístir á stevnuni, og ein av teimum fáu filmunum, sum varð sýndur fyri fullum sali øll kvøldini, var Bye Bye Blue Bird.
Púra paff
Umframt at nógvir filmar verða sýndir á stevnuni, sleppa eisini nakrir teirra við í kappingina um tær tríggjar virðislønirnar. Ongin danskur filmur er enn sloppin við í kappingina, og tí kom tað óvart á øll, at Bye Bye Blue Bird var útnevndur til kappingina.
? Eg var púra paff, tá eg fekk tað at vita, og eg roknaði als ikki við, at filmurin skuldi fara at vinna nakra heiðursløn. Men eftir at eg hevði verið á stevnuni og sæð, hvussu stórur áhugi var fyri filminum, og hvussu væl fólki dámdi hann, fekk eg varhugan av, at okkurt kundi verða ávegis, greiðir Katrin Ottarsdóttir frá.
? Eg fór heim til Danmarkar, eftir at eg hevði verið á stevnuni í nakrar dagar, men kvøldið fyri, at virðislønirnar skuldu handast, varð eg uppringd av fyrireikarunum, sum bóðu meg koma til handanina. Og tá fekk eg fyrsta ítøkiliga teknið um, at kanska var ein virðisløn í luftini.
Og soleiðis var eisini, tí saman við einum kinesiskum og einum argentinskum filmi, fekk Bye Bye Blue Bird eina av teimum tignarligu virðislønunum. Saman við henni fylgir eisini sjónvarps- og biografsýning í Hollandi.
Maðurin úr Mannheim
Danska Filmsinstituttið sendi fýra danskar filmar við til stevnuna í Rotterdam, men Bye Bye Blue Bird var ikki ein teirra.
Á eini filmstevnu í Mannheim møtti Katrin einum manni, sum hevði samband við stevnuna í Rotterdam. Hann bæð um eitt eintak av filminum, sum fekk sera góða umtalu á hesi stevnu.
? Eg hugsaði ikki meira um hetta, og tí kom tað óvart á meg, at filmurin knappliga var við í kappingini á stevnuni í Rotterdam, sigur Katrin Ottarsdóttir.
Í grundgevingini fyri at lata virðislønina verður sagt, at Bye Bye Blue Bird er ein hjartaheitur filmur við einum serligum brúki av litum og pallmyndum, og hetta ger hann til eina sanna njóting.
Filmsstevnan í Rotterdam heldur sína fremstu uppgávu vera at geva sjálvstøðugum filmsskaparum møguleikan at náa eini størri fjøld, enn teir gera í heimlandinum.
Danskir fordómar
Filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir fekk vánaliga móttøku í Danmark, hóast danska filmsinstituttið hevur fíggjað ein stóran part av filminum.
Ein týðandi orsøk til hetta er, at pengarnir, sum Bye Bye Blue Bird hevði at føra seg fram við, vóru ikki í námind av teimum upphæddum, sum aðrir filmar hava til PR-ætlanina.
? Tað ræður um at rópa hart, tá tú skalt hava fólk at geva einum filmi gætur, og við okkara 100.000 krónum høvdu vit avmarkaðar møguleikar at gera reklamu fyri filminum, sigur Katrin Ottarsdóttir.
Eina viku eftir at føroyski filmurin varð frumsýndur í Danmark, kom danski filmurin Bleeder út, og hann brúkti eina millión krónur til lýsingar.
Ein onnur frágreiðing til vánaligu undirtøkuni í Danmark, heldur Katrin, eru donsku fordómarnir mótvegis Føroyum.
? Tað hevur ligið í bilbuktini, at hesin filmurin var føroyskur, og eg havi hoyrt frá fólki, sum skuldu til filmin í Keypmannhavn, at daman í billettsøluni ávaraði ímóti, at filmurin var altso føroyskur, og tað var føroysk tala. Hon líkasum ávaraði fólki ímóti filminum, sigur Katrin Ottarsdóttir.
? Tað er ein øðiligur lætti at sleppa undan teimum donsku fordómunum, tá eg eri á filmsstevnum í Týsklandi og Hollandil. Har eru tey veruliga áhugað í okkara landi og halda filmin verða spennandi.
Tað sæst eisini aftur í, at virðislønin í Hollandi er tann næsta, sum Bye Bye Blue Bird fær. Hin fyrra var á eini norðurlendskari og baltiskari stevnu í Lübeck.
Katrin Ottarsdóttir vónar nú, at filmurin hjá henni kann verða seldur til onnur lond, eftir at hollendska virðislønin varð latin honum.
Ikki føroyskt næstu ferð
Katrin Ottarsdóttir er farin undir fyrireikingarnar til ein nýggjan film. Hon skal fyrst skaffa pengarnar, sum skulu til fyri at gera hugskotið til veruleika, og tað verður helst lættari eftir virðislønina í Rotterdam, hóast tað eingin trygd er fyri, at hon finnur fíggingina.
Næsti filmurin hjá henni verður ikki á føroyskum, men helst á enskum.
? Næsti filmurin kann ganga fyri seg í einum og hvørjum europeiskum stórbýi, har gamlir býarpartar eru, og tí havi eg ikki lagt meg eftir nøkrum ávísum landi ella býi. Tað veldst um hvør vil fíggja filmin, sigur Katrin Ottarsdóttir.
Enn er filmurin bert eitt hugskot um eina leikgongd, og tá fígging er funnin skal leikritið skrivast, og síðani skal gongd setast á aðrar fyrireikingar og upptøkur. Tí liggur projektið nakað frammi í tíðini.
Men til nýggi filmurin verður veruleiki, kann føroyski leikstjórin fegnast um, at seinasti filmurin fær rósur í útlandinum, har danskir fordómar ikki røkka.