tvey teirra, Shell og BP nú gera greitt, at tey vilja seta fleiri pengar av til gransking av øðrum orkukeldum, kundi bent á, at vinnan nú tekur ávaringarnar frá umhvørvisfólki o.ø. í størri álvara. Herfyri [...] sínum yvirskotum at kanna møguleikarnar fyri øðrum orkukeldum enn teimum fossilu tvs. tí orku, sum í dag fæst burtur úr olju, gassi og koli. Frá umhvørvissíðu hevur verið ávarað móti tí skaða, sum troytanin [...] ítarsta fyri at ganga umhvørviskrøvunum á møti, so minni og minni av vandamiklum evnum fara út í atmosferuna í sambandi við framleiðslu av bæði olju og gassi. Tey vísa so eisini á tann stóra eftirspurningin
HÓSDAGIN í næstu viku verða samráðingar í London um ásetan av undirgrundarmarki millum Føroyar og Bretland. Nú hesar samráðingar hava gingið gjøgnum so nógv ár, uttan at nakað úrslit er komið burtur úr [...] hetta okkum! Jú tað sigur okkum so mikið sum, at nú er bráddliga vent í holuni. Meðan tað fyrr vóru vit, sum høvdu mest skund at fáa eina loysn, so eru tað nú bretar, sum hava henda tørv fyrst og fremst. Bretska [...] nevniliga ikki fyrst heita á oljufeløg um at gera íløgur í leiting og útbygging og síðani leggja somu feløgum forðingar í vegin við ikki at vilja slaka í eini samráðing við føroyingar. SOLEIÐIS sum Sosialurin
Føroya løgting og Føroya landsstýrið eiga nú í felag at viðgera málið um bankakanningina og avleiðingarnar av henni. Nú ræður um at standa saman. Fara vit nú út við fleiri signalum kann hetta seta fót [...] livandi ríkidømið í havinum kring okkum og til møgulig ráevni í undirgrundini. Nú vit skulu til at gera nýggjar avtalur við Danmark um alt bankamálið og skuldina annars eiga vit eisini at tríva í aftur samtyktina [...] javnaðarflokkurin hevur lagt seg á og nú vil hava tingið at viðgera í tráð við uppskotið um val av stjórnmálanevnd. Stóri spurningurin í øllum hesum er, hvussu langt røkka vit innan fyri galdandi heimastýrislóg
hoyrt Óla Breckmann tala søk Føroya, venda føroyingum bakið. NÚ skal ruddast upp eftir bankamálið og nú skal stingast út í kortið av nýggjum í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Men til tess at kunna [...] áður fara á fólkatingsval. TAÐ er tí kanska ikki út av lagi at siga, at vit í veruleikanum skulu hava tvey sera týðandi val í næstum, har tað eina ikki er minni áhugavert og týdningarmikið enn hitt. Við [...] in frá honum. Ístaðin eiga føroyingar at velja eitt umboð fyri vinstravongin í føroyskum politikki. Her eru tveir flokkar í at velja, annar er javnaðarflokkurin, hin er tjóðveldisflokkurin. Eftir okkara
arbeiðsloysi, so er nú torført at fáa størv sett. Í ávísum bransjum eitt nú innan telduverðina tykist tað at vera torført at fáa fólk og fer hetta at vera ein stórur trupulleiki í næstu framtíð, nú alt Europa hungrar [...] millum vælferð og kreppu í hesum landi, og spurningurin er um politikararnir og onnur í leiðandi størvum í samfelagnum hava tikið hetta í nóg stórum álvara. Duga vit í heila tikið at brúka góðar tíðir til at [...] búgva. Hetta er í hvussu er tann myndin, ið fæst við at hyggja eftir virkseminum, sum er. Ella er hetta nú allur veruleikin kundi verið spurt? HVUSSU og ikki so er tað ómøguligt at fáa íbúð í miðstaðarøkinum
ganga við til ALT fyri at koma við í samgongu. Ein ?ørkenvandring? í fýra ár í andstøðu fer at strika teir av Føroyakortinum. Eisini hetta hevur Edmund Joensen við í síni telving. Tí kundi nógv bent á [...] eigur størstu undirtøku í fólkinum. Vit halda tað eisini vera týdningarmikið, at C er við í komandi stýri. Við sínum tilknýti til danska javnaðarflokkin og við sínum fólkatingsumboði í bakhondini kann C veruliga [...] og at tað helst fara at ganga dagar, áðrenn eitt landsstýri fæst upp á pláss, skuldi valrúsurin og ringastu valtimburmenninir verið av. Nú stendur aftur politiski gerandisdagurin á skránni. Soleiðis sum
annan høgravendan fólkafloksmann í løgmanssessinum, at taka veljarakanningina hjá SVF í størsta álvara. Hon er ein álvarslig og greið ávaring um, hvat okkum stendur í væntu, um vit bara lata standa til [...] val. Tað skal ikki vera nøkur loyna - og lat okkum sláa tað fæst enn einaferð við sjeytummaseymi her í blaðnum - at høgra- og sambandssnaringin í tí føroyska fólkaflokkinum er ein tann størsta hóttanin móti [...] sínum, Óla Breckmann, hevur traðkað niður á øll, sum ikki eru rætttrúgvandi fólkafloksfólk, nú fáa litið upp í hendi landsins hægsta sess? Nei og aftur nei. Eitt er tað, at ein so stórur skari av Føroya
Nú eru sjey ár liðin, síðan Kvinnuhúsið varð sett á stovn. Kvinnuhúsið hevur tí opið hús mikudagin 1. oktober frá kl. 16 til 18 í hølunum í KFUM, oman Pisuvarða 2 í Havn. Tá verður høvi hjá áhugaðum at [...] inn á gólvið at síggja húsið. Í fjør gistu 17 konur og 14 børn í húsinum. Higartil hava átta konur og 11 børn gist. Ráðgeving er hvørt hóskvøld frá kl. 19 til 21. Her fæst persónlig ráðgeving, antin við [...] annan hátt hava samband við arbeiðið í Kvinnuhúsinum, hava tagnarskyldu. Arbeiðsmegin í húsinum er fyri meginpartin kvinnur, sum arbeiða sjálvbodnar, mest sum vaktir. Í løtuni eru 37 kvinnur aktivar, men
mentanir«, ið var send í Sjónvarp Føroya 14. sept. í ár, fæst nú til láns á Landsmiðstøðini fyri undirvísing-aramboð. Í skúlaverkinum er sendingin um Muldi og Svanbjørg Manai væl nýtilig í framhaldsdeild fó [...] fólkaskúlans og í miðnámsskúlunum í lærigreinum sum søgu/samtíð, føroyskum og kristni, tí hon lýsir, hvussu tað er at búseta seg í einum landi við einari heilt aðrari mentan og við aðrari trúgv, og hvussu [...] tunesisku og tvær so ymiskar trúgvir sum ta kristnu og ta muslimsku at virka saman. Sum nevnt frammanundan fæst sjónvarpssendingin til láns á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð. Føroya Skúlabókagrunnur
tær so nógv eitt fríggjakvøld, so kom í »Opið hús« og bjóða onkrum við tær. Hetta er til allar aldursbólkar. Meira fæst at vita um hetta í KFUM, tlf. 11824, ella í KFUK, tlf. 11928. [...] gott og trygt ta løtuna, tey eru í KFUK; eisini at foreldrini kunnu vera trygg við hesum. »Várgleði«, sum er fyri bæði gentur og dreingir, verður uppi í KFUK, og byrjar nú týsdagin 21. okt. kl. 17.00. Tiltøkini [...] byrja eisini nú beint eftir heystfrítíðina, og tey eru uppi í KFUM á Hoydalsvegi, sum er beint við SMS og DEKO-stovuna. Mánakvøldið 20. okt. byrjar tiltakið »Teen-klub«, sum er fyri ung í aldrinum 13-16