Barnadeildin »Várgleði«, sum KFUK hevur havt í mong mannaminni, verður sjálvandi eisini á skránni. Hetta er týsdag kl. 17.00?18.30, og er fyri bæði gentur og dreingir í aldrinum upp til 12 ár. Roynt verður, umframt at hava bíbilsøgu og sang, eisini at hava okkurt spennandi til børnini, so tey eisini fáa roynt seg handaliga o.a. Ynski er eisini, at børnini kunnu hava tað gott og trygt ta løtuna, tey eru í KFUK; eisini at foreldrini kunnu vera trygg við hesum.
»Várgleði«, sum er fyri bæði gentur og dreingir, verður uppi í KFUK, og byrjar nú týsdagin 21. okt. kl. 17.00.
Tiltøkini fyri tey ungu byrja eisini nú beint eftir heystfrítíðina, og tey eru uppi í KFUM á Hoydalsvegi, sum er beint við SMS og DEKO-stovuna.
Mánakvøldið 20. okt. byrjar tiltakið »Teen-klub«, sum er fyri ung í aldrinum 13-16. Hetta varar bert í ein tíma hvørja fer, frá kl. 19.00-20.00, og er tí eingin møguleiki at keða seg, ei heldur tíð at sovna ?zzzzz Tað verður ikki ein maður, sum stendur og talar alla tíðina, men øll sleppa at vera við í ymiskum aktivitetum.
Fríggjakvøld frá kl. 21.00 verður møguleiki at koma til »Opið hús«, har tú kanst koma og fara sum tú vilt. Her verða ymisk spøl og annað tú kanst takast við. Eisini verður ein løta við andakt og sangi. So, um tú ikki veitst tær so nógv eitt fríggjakvøld, so kom í »Opið hús« og bjóða onkrum við tær. Hetta er til allar aldursbólkar.
Meira fæst at vita um hetta í KFUM, tlf. 11824, ella í KFUK, tlf. 11928.