VITANDI at enn eru ikki allar súðir syftar, og at tað helst fara at ganga dagar, áðrenn eitt landsstýri fæst upp á pláss, skuldi valrúsurin og ringastu valtimburmenninir verið av. Nú stendur aftur politiski gerandisdagurin á skránni. Soleiðis sum valúrslitið bleiv, eru nógvir møguleikar at skipa landsstýri. Fleiri flokkar sita við týðandi lyklum til samgongu, meðan fáir sita í veruligari lyklastøðu. Verður ikki telvað rætt tvs. at seta ávísir flokkar fram ov víðgongd krøv, so er vandi vandi fyri, at teir harvið útiloka seg sjálvar. Tak eitt nú tjóðveldisflokkin. Hann var stóri vinnarin, og átti tað at verið rætt og rímuligt, at hann var við í einum komandi landsstýri. Men tjóðveldisflokkurin hevur eisini skapt sær ein trupulleika, tí hann hevur nærum sett tað sum ultimativt krav, at aðrir flokkar skulu góðkenna hansara tjóðskaparstevnu. Soleiðis eru bara ikki spælireglurnar, tá tað skulu førast realpolitiskar samráðingar. Flokkurin má eisini vita, at meira enn 75% av Føroya fólki valdu annan politikk enn ta víðgongdu loysingarleið, sum tjóðveldisflokkurin einsamallur stendur fyri. At vilja tvinga komandi samstarvsflokkar sínar tað verið seg A,C,D ella H til at góðkenna valskrá tjóðveldisfloksins sum kjarnan í einum samgonguskjali, má
javnsetast við atvilja fremja politiskt harakiri.
SAMBANDSFLOKKURIN við Edmundi á odda fer at gera ALT fyri at fáa eina borgarliga samgongu. Tá útihýsir hann sínum erkafíggindum C og E. Hann vil gera alt fyri at forða fyri, at komandi løgmaður kemur at eita Hoydal ella Eidesgaard. Og Edmund veit eisini, at við at bjóða fólkaflokkinum nærum ALT sleppur B undan at fara í andstøðu. Somuleiðis veit Edmund, at nógvir fólkafloksmenn síggja ?reytt? bara við tankan um, at Hoydal ella ein Eidesgaard sum løgmann. Tá hugsa vit um, hvussu svangir smáu flokkarnir eru, sjálvstýri og miðflokkur vilja nevniliga ganga við til ALT fyri at koma við í samgongu. Ein ?ørkenvandring? í fýra ár í andstøðu fer at strika teir av Føroyakortinum. Eisini hetta hevur Edmund Joensen við í síni telving. Tí kundi nógv bent á, at vit fáa eina borgarliga samgongu, men har A og D - fyri at sleppa undan at verða skýrdir sambandsflokkar og at renna frá vallyftunum, fara at toga sambandið so langt á sjálvstýrisleið, sum tað nú einaferð letur seg gera. Ein kann siga, at seinast var tað Edmund, sum tvingaði hesar flokkar ikki at nema við sjálvstýrismál. Nú fara teir at siga tøkk fyri seinast og krevja av sambandinum, at tað hesaferð letur seg draga hinvegin.
SPURNINGURIN er í stóran mun, hvat A vil. Hann kann gera av, um vit skulu hava eina borgarliga samgongu, um Føroyar skulu hava eina sjálvstýrissamgongu og hann ger av, um vit skulu hava eina samgongu, sum liggur mitt ímillum báðar mótpólarnar, tjóðveldi og samband. Her verður hugsað um A,C,D og H. Slík samgonga er kanska mest í samsvar við ynski veljarans um meiri sjálvstýri men ikki loysing. Men tað finnast eisini møguleikar við samgongu heilt uttan um fólkaflokkin. Her verður hugsað um CDE (og H).
EFTIR okkara tykki vil tað einki minni enn valdsmisnýtsla, um vit fáa eina borgarlig samgonga. Hetta er ikki tað, ið veljarin ynskir. Hinvegin kann tjóðveldisflokkurin ikki seta fram nakað rímuligheitskrav um at vera við í eini samgongu, um hann tvíheldur um sín víðgongda og ultimativa tjóðskaparpolitikk. Men vilja A,D og H glaðbeintir góðtaka henda, so standa dyrnar opnar fyri tjóðveldinum í Tinganesi.Vit loyva okkum tó at ivast í, um hesir flokkar gera tað. Javnaðarflokkurin gjørdist akkurát ov stuttur til at kunna vera avgerandi fyri nógvar samgongusamansetingar. Hetta er spell, tí tá samanumkemur er uppskot javnaðarfloksins til eina sjálvstýrislóg tað mest realistiska.. Tað er tað, sum eigur størstu undirtøku í fólkinum. Vit halda tað eisini vera týdningarmikið, at C er við í komandi stýri. Við sínum tilknýti til danska javnaðarflokkin og við sínum fólkatingsumboði í bakhondini kann C veruliga koma at gagna Føroya landi. Spurningurin er um hinir flokkarnir hugsa meira um at halda C vekk enn at brúka styrki tess at gagna øllum landinum.