hevur verið ein støðug menning av Fróðskaparsetrinum, og eg haldi, at tað er ein breið undirtøka í samfelagnum fyri, at vit skulu hava eitt sterkt setursumhvørvi. Ein seturslóg kom í 2008, og ein granskin [...] sterkt Fróðskaparsetur er ein stór og týðandi uppgáva, og eg gleði meg til at sleppa í gongd við hetta arbeiðið. Hetta er eitt skifti fyri meg og sjálvandi ein stór broyting, men eg havi eitt sindur av royndum [...] Fróðskaparsetrinum. - Nú havi eg verið á Setrinum, síðani eg var heilt ungur, og tað hevur altíð verið við sorgblídni, at eg eri farin úr einari støðu til aðra. Men eg føli, at eg havi tænt mína herskyldu og
arbeiðið fyri einum skúla í verki, sum veruliga er ein fólkaskúli – ein skúli fyri øll. Autoritera afturstigið, sum nú verður noytt inn á skúlan, er bert ein klombra í skúlasøguni. Lesið bókina hjá Jeffrei [...] og skúlaskapur”. Hjá mær, sum havi fylgst við Jeffrei á arbeiðsleiðini meginpartin av hesum tíðarskeiðinum, var tað sera hugaligt at fáa hesa bókina upp í hendurnar. Havi lisið nógv av tí so ofta í síni [...] einslistum, sumt stórt og umfatandi, annað smáar eftirkanningar. Ein av teimum, sum sigur eitt sindur um, at pedagogisk úrslit ikki bert eru ein spurningur um tímar, men um pedagogiskt skilagagóða tilrættalegging
Sigur ein Poul Jákup Thomsen, sigur ein samstundis ein rættur havnarmaður . Hann er vaksin upp í høvuðsstaðnum, og tí hevur Havnin sjálvandi nógv at siga í lívi hansara. Men sum Poul Jákup tekur til: - [...] dunnurnar og hønurnar í túnum. - Tá eg síggi ein skarv fara flúgvandi í fjøruni, so er tað ein sera vøkur sjón, her hann fer framvið við sínum langa hálsi. Hann er ein sera vakur fuglur tja, eg veit ikki, hann [...] fær ein eisini onnur virðir, sum gerast týdningarmikil. - Eg byrjaði at arbeiða og undirvísa hjá Heilbrigdið her á Skarvanesi. Og tá so eini hús vórðu til sølu, avgjørdi eg at flyta suður. Tað havi eg ikki
fiskastovnunum, teir broytist frá degi til dags. Ein dagur søtur, annar dagur beiskur: One day honey, one day onion. Soleiðis hevur tað verið leingi. - Støðan har er heilt serlig ein kann ikki gera brúk [...] verið farin til Avstralia, eg hevði ein gudfaðir har. Men eg valdi Ísrael framum. Og eg havi ikki angrað. Familja mín hevur verið glað fyri at búgva í Ísrael. Eins og Menakhem, leitaðu fleiri onnur, ið [...] hond. Tað er týðuligt, at hann er ein maður, ið er vanur við at hava orðið. Hann dugir væl at orða seg, skemtar og kryddar prátið við líknilsum og orðatøkum, júst sum ein rættur røðari. Í prátinum verður
verkstaðnum hevur nevniliga ein veikleika fyri stórum veitslukjólum við nógvum fínum smálutum. Serliga er hon kend fyri fínu korsagurnar. Inni í búðini hjá Beintu Vilhelmsen er ein veikur blómuangi. Í bakgrundini [...] halda fram, eins og nú, her uppi við plantasjuna í Havn. Altíð verið handalig Beinta greiðir frá, at hennara vørumerkið er at gera veitslukjólar, og tað er hon sera glað fyri, tí mótin broytist alla tíðina [...] niður í 3 ár. Munurin á einum skraddara og einum sniðgeva er, at skraddari er ein handverkaraútbúgving, og sniðgevi er ein skapandi útbúgving. - Skraddarar og sniðgevarir arbeiða á hvønn sín hátt. Hetta
áðurnevndu royndir mínar í t.d. Sparikassanum, tí í báðum førum er nýskapan og nýhugsan ein fortreyt fyri menning, eins og nýggja starvið í Listaskálanum eisini er projektorienterað, sigur Mathea Hilduberg [...] fyrimuns fyri Listaskálan, tí fyrr hevur ein einsmallur stjóri havt alt undir sær, hóast talan er um tvey heilt ymisk øki, sigur Mathea Hilduberg. Hon sigur, at ein av fyrstu uppgávum hennara er at ogna sær [...] ókend í mentanarháborgini í Gundadali. - Hesa tíðina havi eg upplivað eina sera góða atmosferu og umhvørvi á Listaskálanum, og tað hevur jú eisini verið ein orsøk til, at eg søkti um leiðarastarvið, sigur nýklakti
kendi var ein partur av mær, greiðir Omar frá. Hann er sannførdur um, at trúgvin ikki bert eigur at fylla ein part av lívinum. Tað eigur at vera allur samleikin. - Eg kendi meg ikki ordiliga, sum ein fullkomnan [...] Men Paradís er endastatiónin, og tað er har, eg havi mítt fokus. Eg havi fingið so ótrúliga nógv við míni trúgv, og tí harmist eg ikki um tað, eg havi mist. Omar greiðir frá, at hann misti nakrar vinir [...] rátt, sum miðlarnir siga, og gera sær ikki ómak at kanna nakað sjálvi. - Eg havi nærlisið alt, eg havi funnið, um islam. Men eg havi eisini lisið sera nógv um kristindómin. Og um eg skal koma við einum ynski
verið eins stuttligt fyri kvinnurnar at verið við, metir Niels Uni Dam. - Um fólk hinvegin vórðu biðin um at deila fakta um bróstkrabba ella krabbameinssøgur, so hevði tað heilt víst ikki fingið eins stóra [...] vandin fyri at gerast sjúk við so og so nógvum prosentum, so hevði tað verið ein heilt onnur søk. Tí so hevði átakið havt ein greiðan boðskap, tað hevði økt um tilvitanina um bróstkrabba og tað hevði kanska [...] - Stuttligt; eg havi sæð nógvar av hasum dagføringunum, men eg visti slett ikki av, at hatta var eitt átak fyri bróstkrabba. Fyri mær var tað meiri spamm, sum faktiskt irriteraði meg eitt sindur, tí so
sera takksamur fyri at vera vaksin upp í eini føroyskari bygd, fyri minnini eg havi, fólkini eg havi kent og arbeiðið, eg havi havt høvi at taka lut í. Bygdarlívið rúmaði og rúmar framvegis nógv og týdningarmikið [...] á sinni, og tí havi eg ongantíð slept áhuganum fyri hesum evninum. Tá ið eg kom aftur til Føroya fór eg í arbeiði á Havsbrún, og fekk júst um endan á svartkjaftarokinum. Tí kundi eg í ein mun brúka áhugan [...] er nakað um tað. Granskingin kann vera en lovprísan av skapanarverkinum og ein liður í tí at undrast enn meiri. Útbúgving ein íløga Sum lærari í nógv ár á studentaskúlanum í Eysturoy hevur Dánjal Petur
eina mynd av raksturinum og tørvinum í húsinum. Eg havi ein beinleiðis kunnleika til ta skapandi listina við tað, at eg eri tann einasti stjórin sum havi livað av at verið á palli, sum sjón- og filmsleikari [...] als ikki hoyrir heima her. Í byrjanini arbeiddu kanska fýra fólk í húsinum. Ein stjóri, ein húsavørður, eitt skrivstovufólk og ein í kaffistovuni. Man hevði als ikki hugsað sær, at virksemið fór at verða [...] koma aftur til framførsluna. Tað verður ein sygiligur dagur fyri meg, tá eg gevist. Tað bíðar ein spennandi og øðrvísi tíð við kunningarsamfelagnum, og eg havi roynt at fyrireika stovnin sum best til alt