Greinina skivaðu Marin H. Eidesgaard og Sigurbjørg F. Nielsen, sum ganga í 9. flokki í Havn og sum vóru í starvsvenjing á Rákinum herfyri.
--
Í vindeyganum hjá Beintu Vilhelmsen, skraddara, hanga vakrir prinsessukjólar. Eigarin av verkstaðnum hevur nevniliga ein veikleika fyri stórum veitslukjólum við nógvum fínum smálutum. Serliga er hon kend fyri fínu korsagurnar.
Inni í búðini hjá Beintu Vilhelmsen er ein veikur blómuangi. Í bakgrundini friðarligur tónleikur. Veggirnir eru ljósir, men prýddir við litføgrum pailettum.
Búðin er býtt sundur í tvær forskotnar hæddir. Í neðra standa ginur við kjólum í alskyns litum og tilfari. Í erva finna vit verkstaðið við seymimaskinum, toyrullum og øðrum tilfari, sum skraddarin brúkar, tá hon seymar fyri fólk.
Beinta leiðir okkum inn í eitt rúm á aðru hædd, har skitsur av ævintýrabúnum frá Tornurósu sjónleikinum hanga á vegginum. Hon elskar at gera búnar til sjónleikir, og seymaði eisini búnarnar til sangleikin Hair.
Hon bjóðar okkum te og greiðir frá, at hon, sum er einasti virkandi skraddari í Føroyum, hevur víðkað nógv um virksemið tey seinastu tvey árini. Keypt nógva professjonella útgerð, so sum seymimaskinur og dampanlegg. Fyribils ætlar hon at halda fram, eins og nú, her uppi við plantasjuna í Havn.
Altíð verið handalig
Beinta greiðir frá, at hennara vørumerkið er at gera veitslukjólar, og tað er hon sera glað fyri, tí mótin broytist alla tíðina. So hon brúkar nógv nýtt tilfar, nýggir litir og ger nýggj ting allatíðina.
- Eg havi altíð verið dugnalig í hondunum. Tað var altíð mítt, sum bleiv lyft upp fyri hondarbeiðisflokkinum sum fyrimynd. Eisini sat eg uppi langt út á náttina og seymaði og broderaði, sigur Beinta Vilhelmsen, skemtandi.
Hon hevur verið útlærdur skraddari síðan 2003. Fyrst fór hon á tekniskan skúla í Danmark, har tey júst tá bjóðaðu eina fyrireikingarútbúgving til skraddaraútbúgving, sum so tók 4 ár omaná.
Beinta Vilhelmsen var millum tey seinastu, ið fingu útbúgving sum skraddari, tí útbúgvingin er ikki til longur. Í dag eitur hon ”klædnahandverkari” og er stytt niður í 3 ár.
Munurin á einum skraddara og einum sniðgeva er, at skraddari er ein handverkaraútbúgving, og sniðgevi er ein skapandi útbúgving.
- Skraddarar og sniðgevarir arbeiða á hvønn sín hátt. Hetta kann kanska samanberast við arkitektin og timburmannin, heldur Beinta Vilhelmsen, sum ikki dugir at ímynda sær seg sjálva sita og tekna skitsur, velja litir og síðan lata ein annan gera rest. Hon heldur tað vera stuttligt at forma tekstil, og síðan at síggja endaliga úrslitið á tí einstaka kundanum, sum hon lærir at kenna gjøgnum tilgongdina.
Finnur íblástu allastaðni
Beinta fær íblástur nógva staðni frá. Og ofta er tað tilvildarligt, hvaðani íblásturin kemur. Eitt nú er internetið ein góð hjálp, har hon finnur íblástur frá stóru sniðgevunum.
- Tá eg ferðist, hyggi eg eisini nógv eftir fólki á gøtuni. So síggi eg kanska onkran lítlan smálut, sum mær dámar ordiliga væl. So skapi eg eina mynd av tí inni í høvdinum og brúki tað, tá eg komi heim, sigur hon.
Nógv um oyruni
Men at vera skraddari er ikki altíð so lætt.
- Nú eri eg jú sjálvstøðugt vinnurekandi. Tú skalt alla tíðina skaffa nýggjar kundar, og tú ert næstan til arbeiðis 24 tímar um samdøgrið, sigur hon.
So hon og Britt Nielsen, sum er næmingur hennara, sita nógv í verkstaðnum og arbeiða.
Har fáast tær við alt møguligt, líka frá at seyma buksur upp fyri handlar til smáar broytingar í klæðunum hjá fólki.
Men hon hevur eisini nógvar bíleggingar at taka sær av, til dømis kjólar, buksur, niðurdeilar, gallaklæðir og so framvegis.
Beinta fortelur, at í byrjanini arbeiddi hon ofta langt út á kvøldið, men nú dugir hon nógv betri at stýra tí.
Góðskan fram um alt
Skraddaraseymaði klæðir eru ikki bílig, og skal ein rinda fyri eitt dýrt plagg, skal tað hvørki sparast upp á tilfarið ella dygdina, heldur Beinta.
Tí hugsar hon nógv um góðskuna av tilfarinum, sum hon brúkr. Ofta er tað natúrligt tilfar, so sum rein ull og silki. Hetta finnur hon á netinum og bíleggur úr Danmark og Svøríki, og eisini viðhvørt úr Fraklandi.
Hon heldur, at tilfarið er eitt eyðkenni við klæðunum, sum hon seymar.
- Eg brúki ofta litir, tí eg haldi, tað er meira livandi. Ikki so nógv svart og hvítt. Til dømis seymaði eg ein reyðan brúðarkjóla einaferð, tí brúðurin ynskti tað, sigur Beinta, sum ikki tímir at seyma klædningar til mannfólk.
Kundaskarin
Spurd, hvør keypir hennara klæðir, greiðir hon frá, at tað eru allir aldursbólkar. Eitt nú konfirmantar og studentar. Eisini eru fleiri brúdleyp, gullbrúdleyp, silvurbrúdleyp og tílík hátíðarhald. So hon seymar mest til bíleggingar og til tann einstaka kundan.
Onkutíð eru tað eisini fólk, ið hava okkurt tey vilja krógva. Tað kann vera eitt arr ella onkur kropsskaði. Tá seymar hon plaggið til, so tað krógvar skaðarnar.
Hon endar við einari stuttligari hending.
- Eg seymaði einaferð eitt dress til ein kunda, sum var í brúdleypi hjá einum tjóðveldispari, har øll vóru í føroyskum klæðum. Onkur viðmerkti hetta og spurdi: Hví ert tú ikki í føroyskum klæðum? Tá svaraði mín kundi: Jamen, eg eri í føroyskum klæðum!










