Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Menakhem hevur orðið í síni tryggu hond. Tað er týðuligt, at hann er ein maður, ið er vanur við at hava orðið. Hann dugir væl at orða seg, skemtar og kryddar prátið við líknilsum og orðatøkum, júst sum ein rættur røðari.
Í prátinum verður nomið við evnir, ið dagliga vekja heimsins áhuga. Menakhem sigur frá sínum sjáldsama og hendingaríka lívi. Vit práta um lívið í Ísrael í dag, ræðuliga hópmorðið av jødum undir 2. heimsbardaga og um stovnina av Ísrael. Hann sigur m.a. frá spennandi ferð síni úr Italiu til Ísraels í skipi við 1600 jødiskum flóttafólkum, ið nýliga vóru latin leys úr týsku týningalegunum.
Hansara lívsstarv er innan fiskivinnuna og er tað gjøgnum hesa leið hann og kona hansara eru komin hendan vegin. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, og Menakhem kennast. Teir hittust fyri fyrstu ferð á eini altjóða fiskivinnuráðstevnu yviri í statunum. Líka síðan hava teir hildið sambandið teirra millum við líka. Menakhem hevur einaferð verið her áður, hetta var í samband við Farec-ráðstevnuna í 2004. Óli hevur eisini skrivað tríggjar greinar um teirra hendingaríka lívið hjá hesum báðum, hesar finnur ein á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag.
Nógv ferðing hevur merkt hendan seinasta partin av yrkisleið hansara. Hann hevur arbeitt støðugt fyri 8 lond og vitja umleið 50 onnur í arbeiðsørindum. Ráðgeving fyri ymiskum stovnum og myndugleikum, greiningar av ymiskum málum og tilmælum, ið hava við fiskivinnu at gera - hesi lutir hava myndað hansara starv. Og, sum hann sigur við meg, so hevur hann ikki stundir til at hugsa um at skriva endurminningar.
Støðan í Miðeystri ein dagur søtur og annar beiskur
Nú um dagarnar leikar tað hart á í stríðnum millum ísraelska herin og palestinar. Dagliga hoyra vit, hvussu tað stendur til. Men tilburðirnar nerva tey bæði lítið. Hetta hava tey sæð fyrr. - Støðan í Miðeystri í dag, er sum við fiskastovnunum, teir broytist frá degi til dags. Ein dagur søtur, annar dagur beiskur: One day honey, one day onion. Soleiðis hevur tað verið leingi.
- Støðan har er heilt serlig ein kann ikki gera brúk av vesturlendskum logikki fyri at skilja støðuna harniðri. Um ein ger tað, so villist ein úti í skógini og finnir hvørki høvd ella halan í málinum, staðfestir Menakhem.
Hann greiðir, við einum líknilsi, sera lívliga frá, hvussu hann sær stríðið, í stóran mun, ganga fyri seg í einum heimi av orðum, har ein til endans trýr orðunum. Og síðan fylgja gerðir, ið aftur hava álvarsligar fylgjur við sær. Her sipar hann til støðuna hjá arabisku samfeløgunum har veruleikin ikki verður góðtikin. - Eftir seks daga kríggið varð eingin ósigur kunngjørdur... í Egyptalandi og Sýria hátíðarhalda tey hesar dagarnar. Tað er slíkum umstøðum ein er noyddur at liva við í Miðeystri. Ein veit ongantíð hvat kann henda.
Í prátinum koma vit eisini inn á málið um Muhammed-tekningarnar. Menakhem er ivasamur mótvegis hesum tiltakinum. - Hvat er endamálið? At vísa at vit eru frísinnað? Eg síggi ikki heilt meiningina við at tekna slíkar tekningar. Eg hevði ikki teknað tær, eg kenni jú til teirra kenslusemi viðvíkjandi einum slíkum evni sum profetur teirra.
Arabisk grannabygd í Ísrael
Parið býr í eini minni bygd nærhendis Nazaret. Í grannabygdini búgva fleiri arabiskir beduinarar, sum tey síggja nógv til. Tey liva í sátt og semju. Menakhem greiðir frá at í Ísrael búgva fleiri arabarar. Men tey hava ongar trupulleikar við grannunum. Heldur hinvegin.
- Nei, har er eingin trupulleiki. Tá ið tað kemur til persón til persón, so er sum so eingin trupulleiki. Islam, sum trúarskipan góðtekur jødar og eisini tey kristnu. Tað er bara hasin muezzin hann, sum kallar til bøn í grannabygdini, sum irriterar okkum onkuntíð, heldur Menakhem skemtandi fyri. - Nei, grundleggjandi er eingin trupulleiki, tá tað kemur til persón til persón. Eg havi ofta arbeitt saman við arabarum, og havi havt eitt gott samstarv, slær Menakhem fast. Konan, Hanna, skoytir uppí, at beduinar søguliga hava havt tað lættari at arbeiða saman við øðrum, ið koma uttanífrá. Teir hava, á ymiskar hættir, skilt seg frá arabiska fólkinum, hóast teir so avgjørt kalla seg arabar. Hetta kemst av teirra politisku søgu og lívihátti.
- Vit keypa inn í teimum somu matvøruhandlunum og liva í sátt og semju. Ein vaskikona kemur framvið hjá okkum eina ferð um vikuna. Hon ger reint og líknandi. Og vit hava nógv at práta um, tekur Hanna samanum.
Holocaust
Tey bæði eru uppvaksin í Evropa. Menakhem í Warzawa, Póllandi, og Hanna í Berlin. Teirra lív og samstundis lagnan hjá fleiri av nærmastu familju teirra er neyvt bundin at søguni um jødan, Ísrael og eisini at heimssøguni fyri 20. øld. Tað er serliga ræðuleikarnir í Týsklandi undir 2. veraldarbardaga, sum hava skorið seg sterkt inn í sinnini á teimum flestu. Og tey skara týðuliga framúr, tá ein hyggur afturá 20. øld. Tey menniskju, sum hava upplivað holocaust inn at kroppin, og sum kunnu greiða frá hesum eins og Hanna og Menakhem eru í dag ikki so nógv í tali, og tey gerast alsamt færri.
Frá eini týningarlegu til aðra fangalegu
Menakhem sigur frá, at Ísrael var tað einasta staðið, har hann kundi kenna seg heima og sum sítt egna. - Eg kundi verið farin til Avstralia, eg hevði ein gudfaðir har. Men eg valdi Ísrael framum. Og eg havi ikki angrað. Familja mín hevur verið glað fyri at búgva í Ísrael. Eins og Menakhem, leitaðu fleiri onnur, ið yvirlivdu týningarlegurnar, sær vegin fram til Ísraels og festu røtur har.
- Eg fór av evropeiska meginlandinum úr Ítalia við einum skipi, ið kallaðist Muleddad Patria. Hetta var eitt sokallað immigrant-skip, sum flutti ólógligar jødiskar tilflytarar. Bretsku myndugleikarnir settu í hesum tíðarskeiðnum hámark fyri talinum av innflytarum til Ísraels. Sostatt gjørdust hesir tilflytararnir ólógligir og bretar forðaðu teimum eisini í at sleppa í land. Menakhem var nú limur í einum jødiskum felagsskapi, sum skipaði fyri innflyting av jødum til Ísraels. - Eg hevði gingið á sjómansskúla í 1946 í Fraklandi. Har varð eg útbúgvin telegrafistur og umborð skuldi eg taka mær av telegrafinum. Skipið sigldi úr Italia i mars 1946 og umborð vóru 1.600 flóttafólk.
- Men, tá ið vit nærkaðust landi út fyri havnabýin Haifa tóku bretskir hermenn ímóti okkum. Øll umborð vóru tikin og førd í annað skip og síðan send til Kypern. Hesi endaðu aftur í umstøðum, sum mintu um fangalegu hesaferð í flóttafólkalegum.
Eg havi hoyrt hesa søguna fyrr. Men at sita yvirav einum, ið hevur upplivað hesar ræðuligu umstøðurnar, og hoyra hann siga frá hesi søguni, rørir ein av álvara, hóast eg í løtuni eri upptikin av at skrivi tað niður, sum hann sigur. Og ímeðan kølnar kaffið í koppinum.
Menakhem fortelur víðari: - Men eg og tveir aðrir av manningini høvdu frammanundan funnið okkum eitt goymistað í kjølinum har frammi á skipinum. Bretar gassaðu skipið fyri at fáa øll tey, sum goymdu seg umborð, fram og í land. Har var ein øgiligur gangur og nógv rennarí á dekkinum. Tey vórðu øll send til Kyperns og vóru sett í fangalegu har. Men hjá okkum trimum gekk tað so akkurát. Har var sera trongt og ringt at standa, minnist Menakhem afturá. - Vit skiftust um at sleppa framat einum lítlum luftholi at anda. Holið var heilt uppi undir loftinum, so vit stóðu uppiá hvørjum øðrum. So, tá ið ein góð løta var fráliðin, og tað bleiv hvirt uppi á dekkinum, fór eg upp og svam eg í land. Men stutt eftir eg var komin upp á turt, bleiv eg fangaður av bretunum. Síðan sat eg í heilar fimm mánaðir í eini fangalegu.
Og so flýddi eg aftur. Á hesi fangaleguni vóru tað fleiri sum regluliga sluppu út, so mín rýming varð fyriskipað frammanundan. Hvønn fríggjadag kom ein lastbiliur við matvørum og serliga gjørdum breyði til sabbatina. Tá lastbilurin fór út úr aftur leguni vóru tvær tómar bingjur í aftan í bilinum og tómar erskjur lagdar omaná. Eg bleiv koyrdur í tað niðastu bingjuna og so hinar omaná. Eg var noyddur at bíða so leingi, tí bretarnir hildu eyga við mær. Eg royndi jú at sleppa undan teimum frá byrjan av.
Samrøðan endar fyri hesuferð
Ein steðgur kemur í prátið og tað gongur eitt sindur seint hjá mær við at grifla øll notatini niður. Nú er tað at næsti spurningur skal setast.
- Hví spyr tú ikki um fótbólt!? Spyr Menakhem við einum smíli, eitt sindur brádliga og speiskliga. Hann hevur nógv uppá hjarta og hóast hesar upplivingarnar er hetta ein eldri harri við løttum sinni, sum eg siti yvirav.
- Ísrael mundi tapt ímóti Føroyum, tá ið teir spældu. Tað var rættiliga ótrúligt, tí okkara leikarar spæla dagliga í bestu deildunum í Evropa. Eftir dystin fekk eg úr at gera at greiða ísraelum frá, hvar hesar Føroyar lógu. Í fótbólti hava Ísrael og Føroyar so avgjørt nógv í felag. Vit eru jú í sama húsi, tá tað kemur til fótbóltin, sigur Menakhem smílandi og sipar til evropeisku fótbóltskappingina fyri tjóðir og eisini feløg.
Menakhem fær eisini lagt afturat sína meining um føroyskan fiskivinnupolitik. Hann metir tað vera ein fyrimyndarligan politik, ið nú verður rikin. Ein fyrimynd fyri hinar evropeisku fiskivinnutjóðirnar. Hin fiskivinnupolitikkurin við kvotaskipanini er grundaðar á rangar niðurstøður frá byrjan av tað sum tykist at vera, men í veruleikanum, ikki er. <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hetta er annars fyrstu ferð Hanna er í Føroyum og hon er bergtikin av náttúruni. Tey bæði hava verið leingi á ferð. Tað er ein og ein hálvur mánaður liðin síðan tey fóru úr Ísrael. Um fáar dagar eru tey aftur í heimbygd teirra, Kiyat Tiv´on. Seinni í heyst halda tey gullbrúdleypsdag. Tey vórðu gift í 1956 í einum størri ísraelskum býi - á trapputrinunum til eina synagogu, fortelur Menakhem.
Eitt hugtakandi prát er komið at enda. Men hóskvøldið verður høvið at hitta tey, seta teimum spurningar og hoyra tey siga frá heningaríka lívið teirra og núverandi spentu støðuni í Ísrael. Tað er Ísraelsvinir, ið skipa fyri kvøldinum, ið byrjar kl. 19.00.
Eg havi hoyrt hesa søguna fyrr. Men at sita yvirav einum, ið hevur upplivað hesar ræðuligu umstøðurnar, og hoyra hann siga frá hesi søguni, rørir ein av álvara, hóast eg í løtuni eri upptikin av at skrivi tað niður, sum hann sigur. Ímeðan kølnar kaffi í koppinum.
Tey menniskju, sum hava upplivað Holocaust inn at kroppinum, og sum kunnu greiða frá hesum eins og Hanna og Menakhem eru í dag ikki so nógv í tali, og tey gerast alsamt færri.
- Eftir seks daga kríggið varð eingin ósigur kunngjørdur... í Egyptalandi og Sýria hátíðarhalda tey hesar dagarnar. Tað er slíkum umstøðum ein er noyddur at liva við í Miðeystri. Ein veit ongantíð hvat kann henda.