- Stuttligt; eg havi sæð nógvar av hasum dagføringunum, men eg visti slett ikki av, at hatta var eitt átak fyri bróstkrabba. Fyri mær var tað meiri spamm, sum faktiskt irriteraði meg eitt sindur, tí so nógvar kvinnur postaðu hatta í senn, er fyrsta viðmerkingin frá Niels Una Dam, sum er ráðgevi í marknaðarføring og samskifti á internetinum.
- Á ein hátt kann man væl siga, at hetta er genialt í so máta, at øll konufólk gerast partur av einum loyniligum felagsskapi, sum menninir einki vita um, og tað aktiverar eina rúgvu av kvinnum. Hinvegin er tað øgiliga lítið fokus á bróstkrabba í hasum mailinum, sum verður sendur runt – tað verður bara nevnt einar tvær ferðir. Hugsa vit um, at endamálið er at økja tilvitanina um bróstkrabba – ja, so kundi tað verið betur frágingið, heldur Niels Uni.
Elvt til kjak
Átakið, sum hevur danskan uppruna, hevur elvt til øsing í Danmark. Atfinningarnar snúgva seg millum annað um, at tað ikki økir tilvitskuna um bróstkrabba, tá konufólk posta slíkar einkisigandi dagføringar.
- Um endamálið er at seta fokus á bróstkrabba, hví so ikki breiða boðskapin um bróstkrabba, heldur enn at skriva fjollutar dagføringar um, hvør skal ferðast hvagar hvussu leingi? skrivar danski Peter Brichs millum annað í eini langari viðmerking. Kona hansara hevur havt bróstkrabba, og hann er í øðini um, átakið ikki hevur meiri upplýsing um sjúkuna ella um hvussu tað rakar alla familjuna.
- Bróstkrabbi fer at ávirka lívið hjá okkum øllum so ella so fyrr ella seinni í lívinum, tí tað eru so nógvar kvinnur, sum gerast sjúkar. Hví ikki heldur siga søgurnar um hesar kvinnurnar ella familjur teirra, spyr Peter Brichs eisini og heldur á - Og hví skulu menn haldast uttanfyri? Sum um tað ikki eisini rakar okkum, tá kona ella mamma okkara gerst sjúk!
24 tímar eftir, at hann hevði skrivað illsinnisglepsið móti átakinum, hevði hann fingið 10.000 »likes«, og hansara íkast til kjakið varð deilt óteljandi ferðir á Facebook.
Danskir miðlar tóku evnið upp, tá danski ferðsluráðharrin, Pia Olsen Dyhr, á Facebook staðfesti, at hon fór til Las Vegas í 30 mánaðir. Tá so ein mannligur journalistur spurdi hana um kryptisku dagføringina, svaraði hon, at hon kundi ikki siga einum manni, hvat hon meinti við.
Loynidómurin handan dagføringarnar er tann, at allir mánaðirnir hava fingið ein bý knýttan at sær. Juni er Rom, januar er Mexico og so framvegis. Hevur tú til dømis føðingardag 8. januar, skalt tú sostatt skriva, at tú fert 8 mánaðir til Mexico.
Eisini í Føroyum hava dagføringarnar elvt til kjak, og tað eru fleiri, ið harmast, at eitt átak, sum skal kunna um og seta fokus á bróstkrabba, so lítið hevur at siga um sjálva sjúkuna.
Ein føroysk dama skrivaði soleiðis í vikuni:
- Eg haldi tað vera irriterandi, at man 3. ella 4. árið á rað skal spammast við hasum kommentarunum. Helt tað vera okey fyrsta árið, men nú haldi eg tað er farið ov vítt. Haldi tað minnir alt ov nógv um fjasut loyndarmál, vit høvdu í 3. flokki, har nakrar gentur gingu og teskaðu allan dagin, fyri at fáa okkum at gerast forvitnar. Dugi hvørki at síggja humor ella logik í hasum. Har verður onki nevnt um bróstkrabba, fleiri fáa ikki eingongd við, hvat tað gongur út uppá. Tað er kanska bara eg, sum havi tað soleiðis; eg veit væl at tað verður lagt út í bestu meining ?
Fleiri kvinnur draga somu línu í málinum og halda, at tað munnu vera fáar kvinnur, sum posta hatta, sum veruliga geva sær far um álvarsomu sjúkuna aftanfyri.
Ov illa umhugsað
Hesum er Niels Uni Dam samdur við.
- Sjálvandi kanst tú siga, at alt, sum verður gjørt fyri at varpa ljós á bróstkrabba, er av tí góða. Men samstundis kundi tú gjørt tað nógv betri, til dømis um tað fylgdi meiri kunning við hasum skrivinum, sum verður sent runt til allar kvinnur.
Viðvíkjandi atfinningunum í Danmark heldur hann, at um tað ikki var gjørt sum eitt loyndamál bara fyri kvinnur, so hevði tað ikki verðið deilt eins ofta, sum tað nú verður.
- Eg skilji væl, at tað kann vera sárt, tá tú hevur sjúkuna so tætt inni á lívinum, sum hesin Peter Brichs hevur tað. Og eg skilji væl, at hann er ørkymlaður. Men hugsa vit um, at tað skal eydnast at breiða boðskapin so langt út, sum gjørligt, so nyttar tað ikki, um menn eisini verða tiknir við. Tað, at tað er eitt loyndarmál millum allar kvinnur, ger, at tað kemur so víða. Tú kanst ikki hava eitt loyndarmál, sum øll á Facebook vita. Høvdu menninir eisini vitað, hvat hetta snúði seg um, ja, so hevði tað als ikki verið deilt so ofta, tí so hevði tað ikki verið eins stuttligt fyri kvinnurnar at verið við, metir Niels Uni Dam.
- Um fólk hinvegin vórðu biðin um at deila fakta um bróstkrabba ella krabbameinssøgur, so hevði tað heilt víst ikki fingið eins stóra undirtøku, og boðskapurin hevði ikki verið spjaddur so víða. Men tey, ið høvdu sæð tað, høvdu helst fingið meiri burturúr tí, enn ein útsøgn um, at onkur ætlar sær at ferðast, gevur.
Við øðrum orðum, høvdu tað verið fakta, veruligar søgur ella góð ráð um at kanna seg, sum kvinnurnar vórðu bidnar um at deila, so hevði átakið kanska mist í luttakaratali. Hinvegin hevði tað helst vunnið í góðsku og úrsliti.
- Eg loyvi mær at ivast í, at júst hetta átakið fær nógvar kvinnur at kanna sær bróstini ella at gerast meiri tilvitaðar um bróstkrabba. Men hevði tað verið ein lítil stubbi heftur í handan mailin, sum varð sendur runt, sum heilt stutt greiddi frá, at um tú kannar tær bróstini so og so ofta, so minkar vandin fyri at gerast sjúk við so og so nógvum prosentum, so hevði tað verið ein heilt onnur søk. Tí so hevði átakið havt ein greiðan boðskap, tað hevði økt um tilvitanina um bróstkrabba og tað hevði kanska fingið fleiri kvinnur at kannað seg. Og so hevði tað einki gjørt, um tað, sum so varð postað út á Facebook, var eitt sindur fjákut.
- Samanumtikið haldi eg, at hetta er eitt gott hugskot, sum tó er ov illa umhugsað, staðfestir Niels Uni Dam.
***
Fakta:
* Bróstkrabbi verður staðfestur hjá umleið 25 føroyskum kvinnum árliga
* Tær flestu eru yvir 30 ár
* Talið av bróstkrabbatilburðum í Føroyum er vaksandi
* Viðgerð og deyðiligheit er tengt at fleiri viðurskiftum, til dømis hvørjum støði sjúkan er á, tá hon verður uppdagað, hvussu aggressiv hon er og hvat slag av krabbakyknum, talan er um.
* Viðgerðin av bróstkrabba batnar støðugt, og tískil gerast nógv tær flestu kvinnurnar í dag frískar aftur.
*Fleiri av teimum, ið ikki gerast frískar, kunnu liva í nógv ár við sjúkuni, tí viðgerðin er so góð.
* Bestu ráðini eru at kanna bróstini regluliga, so tú beinanvegin varnast, um okkurt broytist í bróstunum. Jú fyrr, tú varnast sjúkuna, jú betri eru møguleikarnir at gerast frísk.
Kelda: Krabbameinsfelagið










